Giza Hoyvík hevði í gjár aðalfund. Eitt sindur av útskifting var í nevndini, har millum annað borgarstjórin takkaði fyri seg. Annika Olsen kom í nevndina í fjør. Kenneth Hovgaard er framvegis formaður.
Frammanundan fundinum hevði næstformaður, Høgni Berg, boða frá, at hann ikki stillaði upp, umframt at tiltakslimir Jan Sjóstein og Annika Olsen ikki tóku við afturvali.
Formaður, Kenneth Hovgaard, tók við afturvali, eins og Margit í Dali og Bogi Heiðriksson. Nýggj í nevndina gjørdust Høgni Waag Høgnesen og Bartal Dahl Andreassen. Ronni á Krákusteini fór frá at vera nevndarlimur til at vera tiltakslimur.
Giza Hoyvík spælir aftur í ár í 1.deild, sum er næstbesta fótbóltsdeildin í Føroyum.
Nevndin hjá Giza Hoyvík hevur skipað seg:
Formaður, Kenneth Hovgaard
Næstformaður, Bogi Heiðriksson
Kassameistari, Margit í Dali
Skrivari, Høgni Waag Høgnesen
Nevndarlimur, Bartal Dahl Andreassen
Tiltakslimur, Ronni á Krákusteini