KÍ styrkti leygarkvøldið um sína støðu í toppinum í næstbestu deildini.
Giza Hoyvík var gestur í Klaksvík, og gestirnir fóru suður aftur við 4-1 tapi, eftir at heimaliðið eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 2-1.
Dávid Langgaard setti hol á fyri heimaliðið í sjeynda minutti, og sjey minuttir seinni javnaði Niklas Fríði Jacobsen fyri Giza Hoyvík.
Dávid Langgaard legði miðskeiðis í fyrra hálvleiki KÍ framum aftur 2-1.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Eivin Sørensen um munin til 3-1, og í evstu løtu staðfesti Kristoffur Jakobsen trivaliga heimasigurin.
Á heimaliðnum vóru fleiri, sum hava leiklut á besta liðnum – Dávid Langgaard, Ólavur Niclasen, Aksel B. Danielsen, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen og Jóhan Waag Høgnesen.
KÍ er nú topplið við 37 stigum – átta fleiri enn ÍF og NSÍ.
Giza Hoyvík er undir strikuni við tíggju stigum.