Putin takkar Kim Jong fyri hjálp í krígnum

Russiski forsetin segði seg virðismeta hjálpina í russisku Kursk-regiónini, har ukrainski herurin tók ræðið á stórum landaøki

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur snakkað í telefon við norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un.

 

Tað veit Reuters at siga, sum endurgevur almennu tíðindastovuna í Norðurkorea, KCNA.

 

Sagt verður, at russiski forsetin í samrøðuni takkaði norðurkoreanska leiðaranum fyri hjálpina í krígnum móti Ukraina.

 

Russiski forsetin segði seg virðismeta hjálpina í russisku Kursk-regiónini, har ukrainski herurin tók ræðið á stórum landaøki.

 

Tá Ukraina var longst inni í Kursk-regiónini, svaraði russiska landaøkið, sum ukrainar sótu á, til umleið støddina av Føroyum.

 

Endamálið hjá ukrainska herinum í Kursk var eftir øllum at døma at órógva russisku krígsførsluna í Ukraina annars.

 

Norðurkorea hevur hjálpt russiska herinum í eitt heilt ár, og sagt hevur verið, at einir 15.000 norðurkoreanskir hermenn hava luttikið í krígnum.