Geza spældi allan dystin og legði upp til mál

Grimsby vann seg víðari í Liga Cup steypakappingini

Geza David Turi spældi allan dystin, og hann legði upp til fyrsta málið, tá hann og liðfelagarnir í Grimsby Town vunnu seg víðari í Liga Cup steypakappingini.

 

Grimsby vann 3-1 á Shrewsbury. Tá eitt korter var farið av dystinum legði Justin Amaluzor Grimsby á odda. Geza legði upp til málið, tá hann legði bóltin hegnisliga til Justin Amaluzor í brotsteiginum hjá Shrewsbury.

 

12 minuttir seinni brendi Grimsby eitt brotsspark. Tað eydnaðist tó Cameron Gardner at økja til 2-0 tíðliga í seinna hálvleiki. Shrewsbury fekk spenning í uppgerðina aftur, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Jaze Kabia við einum brotssparki til 3-1.

 

Leygardagin klokkan 15 hevur Grimsby heimadyst í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini. Tá kemur Newport á vitjan.