Russland væntar vitjan av amerikanska forsetanum, Donald Trump, eftir fundin í dag millum Trump og russiska forsetan, Vladimir Putin.
Tað segði Rodion Miroshnik, serligur sendiharri fyri russiska uttanríkisráðið, í samrøðu við statsligu russisku tíðindastovuna Tass í morgun.
– Ferðast russiski leiðarin til USA, vænta vit, at amerikanski leiðarin vitjar Russland afturfyri, sigur Miroshnik og leggur afturat:
– Tað er bara logiskt og leggur dent á menning og útbygging av viðurskiftunum millum Russland og USA, eftirsum bondini millum tey bæði størstu geopolitisku valdini ikki bara snúgva seg um Ukraina.
Teir báðir forsetarnir hittast væntandi klokkan 20 okkara tíð í amerikanska statinum Alaska.
Alaska var russiskt, til Russland seldi tað til USA í 1867.
Fundurin er í býnum Anchorage á hernaðarstøð frá kalda krígnum.
Tað er fyrstu ferð, at Putin og Trump hittast andlit til andlits síðani 2019.
Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, kom til Anchorage seint í gjár. Við komuna legði hann dent á, sambært týsku tíðindastovuni dpa, at Russland nærkast fundinum við USA við eini "greiðari og skiljandi" støðu.
Her vísti uttanríkisráðharrin á, at nógv av fyrireikingunum til fundin millum forsetarnar báðar varð gjørd undir vitjanini hjá amerikanska sendiharranum Steve Witkoff í Russlandi fyrst í august.
Samstundis vísti Lavrov sambært týsku tíðindastovuni á vónina um, at fundurin millum Trump og Putin í dag fer at halda fram við tí "nyttugu samrøðuni", sum Witkoff, sambært uttanríkisráðharranum, hevði við russar tá.
Forsetin í Ukraina, Valodymyr Zelenskij, er ikki boðin við til fundin í kvøld í Alaska.
Trump helt fast við, áðrenn hann varð tikin í eið sum forseti í januar, at hann kundi enda kríggið í Ukraina um minni enn 24 tímar.
Í gjar viðurkendi hann, at hálvt triðja ára langa stríðið í Ukraina hevur víst seg at vera ein harðari nøt at spreingja enn fyrst hildið.
/Ritzau/











