Giza Hoyvík kendi ikki sína vitjanartíð í dag í fjórðingsfinaluni ímóti Skála. Serliga stútarin hjá Leivi Holm, sum fór í tvørtræið, og bólturin fór niður í vøllin, men ikki inn gjørdist dýrt hjá unga høvuðsstaðarliðnum. Tá var støðan 0-1 til Skála.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna in.fo/Rás2 gjørdi við Frankie Jensen, høvuðsvenjara hjá Giza Hoyvík aftaná tepra 1-2 tapið í fjórðingsfinaluni ímóti Skála.
Frankie Jensen heldur, at hansara menn stóðu seg væl í dag, men tað var ikki heilt eftir ætlan, at tað var mótstøðuliðið, sum legði seg á odda aftaná hornaspark. Frankie Jensen heldur, at Giza Hoyvík trýsti Skála, serliga seinastu 20 minuttirnar, og hann hevur ilt við at skilja, at teir stóru málmøguleikarnir hjá hansara monnum ikki vóru umsettir til mál. Men leikliga er hann nøgdur við avrikið hjá sínum monnum.