Í Nes kommunu spenna tey seg út í dag og næstu dagarnar. Sambært heimasíðuni hjá kommununi, nes.fo, so er talan um so nevndar Várdagar.
Í dag er ruddingardagur. Lagt verður fyri við morgunkaffi í Undirhúsinum klokkan 9, og eftir at hava ruddað í nakrar tímar verður boðið til hugnaløtu á havnarlagnum á middegi. Har vera sangframførslur og mótasýning, trø verða handað, og okkurt verður bjóðað til matna.
Seinnapartin vera málningaframsýning og framsýning av gomlum skipum á Toftum í Oyrahandlinum.
Í kvøld verður basarur og tombola í B68 húsinum. Tað er Tofta Ítróttarfelag, sum skipar fyri. Har verður eisini undirhald. Eitt nú fara yngri skúlabørn at syngja, Petur Hans fer at syngja og Andrea spælir undir, og so fer Hilmar Jan at snara eydnuhjólinum og undirhalda, áðrenn Tórður (á túri) Mikkelsen fer at snara hjólinum.
Várdagarnir enda næsta vikuskifti, tá ið tað verður bátafestivalur á Toftum.