Eykaliðið hjá B36 er stórur favorittur móti FC Hoyvík

Her eru oddsini upp á dystin millum B36 2 og FC Hoyvík

Í kvøld klokkan 20 byrjar grannauppgerðin í 1. deild millum B36 2 og FC Hoyvík á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

B36 2 er triðfremst í deildini við 37 stigum, men kann við sigri í kvøld leggja seg á odda í deildini.

 

Tá liðini møttust á Hoyviksvøllinum 15. mars vann B36 2 dystin 2-1.

 

FC Hoyvík er næstaftast í deildini við 14 stigum. Hoyvíkingar hava tó fýra javnleikir og ein sigur í fimm teimum seinastu dystunum.

 

B36 2 er stórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til B36 2 eru so lág sum 1,22.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 5,94.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til FC Hoyvík eru so høg sum 9,14.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##