Føroysku spælararnir eru komnir á vøllin í Ploiesti í Rumenia, har fyrsta bríkslið verður klokkan 17. Talan er um søguligan dyst, tí hetta er fyrsta ferðin nakrantíð, at altjóða dystur verður spældur á hesum vøllinum.
Tað hevur regnað heilt nógv tveir teir seinastu dagarnar. Harvið hevur vøllurin verið vátur, og tað er neyvan nakar fyrimunur fyri føroysku spælararnar. Tað hjálpir upp á tað, at ein tyrla síðstu løtuna hevur roynt við vindinum frá veingjunum at turka vøllin.
Hitin er einki at kæra um, tí tað eru 8 hitastig.
Føroyar: Gunnar Nielsen – Johan Troest Davidsen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Róaldur Jakobsen, Odmar Færø – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Christian Lamhauge Holst – Jóan Símun Edmundsson
Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Pól Jóhannus Justinussen, Andreas Lava Olsen, Gilli Sørensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, René S. Joensen, Klæmint A. Olsen
mynd:Tróndur Arge










