Tórður Thomsen í Fótbóltspanelinum

Ársins málverji er gestur í Fótbóltspanelinum á Rás2

Tórður Thomsen var saman við Leivi Frederiksen, ítróttarredaktøri í Kringvarpinum, gestur í Fótbóltspanelinum á Rás2 í dag.

 

Í dag bleiv tosað um U21 landsliðið, sum verður uttan Leiv Joensen, tí hann ikki fær innfararloyvi til Ruslands, meðan Sonni Ragnar Nattestad, Brandur H. Olsen og Ári M. Jónsson eru við. Bill M. Jacobsen greiðir frá støðuni viðvíkjandi Leivi Joensen og passinum, sum ikki er komið fram.

 

Súni Olsen hevur skift frá Víkingi til KÍ. Panelið tosar um Súna Olsen, KÍ og Víking, ið eru feløgini, sum verða ávirkaði av skiftinum. Eisini verður tosað um tilgongdina hjá ÍF, sum tykist raka pláss, har ÍF longur hevur spælarar.

 

Í útlendska partinum bleiv prátað um Chelseakreppuna, José Mourinho og Evu Carneiro. Eisini kemur tað illa við hjá einum av luttakarunum í palinum, at grannauppgerðin í London millum Arsenal og Tottenham, verður samstundis sum Liverpool spælir móti Crystal Palace.