Klárt til fría sølu

Seinasta útlutingin av bústøðum eftir kommunala bíðilistanum undir Kongavarða á Argjum og á Heiðum í Hoyvík var seinnapartin mikudagin.

Tað vil siga, at øll, sum stóðu á kommunala bíðalistanum, hava fingið tilboð um at keypa eina íbúð ella eitt randarhús, og tey hava annaðhvørt tikið av ella takka nei. Nú hetta umfarið er av, ber til hjá teimum, sum hava bygt íbúðirnar og randarhúsini, at bjóða tey út í fríari sølu. Tað vil siga, at fólk, sum ikki standa á bíðilista hjá Tórshavnar kommunu, nú hava møguleika at ognað sær ein bústað undir Kongavarða á Argjum ella á Heiðum í Hoyvík.