verður tikið til, at í grannauppgerðum kann alt henda, men kortini mundu tey fægstu rokna við, at KÍF fór at gera nakað sum helst við FM-vónirnar hjá VÍF. Alt árið hava liðini verið í hvør sínum enda, og [...] at halda ferðini uppi, tá eitt lið hevur vunnið sær stóra leiðslu, og soleiðis varð eisini hesu ferð. Ikki tí, málúrtøkan kann vísa seg at verða avgerandi fyri, hvar FM-heitið skal enda í ár, men hesum [...] neyðini at vinna við so øgiliga stórum málum. Ingi í essinum Fyri vestmenningar man tað vera sera hugaligt, at Ingi Olsen nú tykist at vera komin rættuliga í gongd. Ikki tí, hann hevur verið teimum ein hollur
festi, ella beslag, við nógvum holum í, sum boltað verður fast í hornið á hvalinum. Verður lagt niðuryvir. Síðan verður ein síl rend ígjøgnum, og bolturin settur í holið. Skrúvað verður fast við einum [...] teimum, og tann nógva ferðin og øðin, ið plagar at vera, tá soleiðis er, er ikki í dag. Fremmandafólkini, sum standa uppi á landi og hyggja at, fáa eina øðrvísi grindasøgu at siga heima, enn ta, sum vanliga [...] Tað er ikki at leggjast á boðini. Rigga til sum skjótast og vera klárur. Tað verður helst á sandinum í dag. So koma næstu boðini. Hon skal ikki haldast til, tí sendarar skulu setast á. Tá minkar hugurin
ikki óvæntað er hann ikki um lívið í skúlatímunum, men heldur um lívið eftir skúlatíð og tey mongu ballini. Mótsetningurin til ball-leyvuna Van er Grace. Hon er seriøs í skúlanum og skrivar m.a. fyri skúlablaðið [...] ikki torir at taka stigið út í veruliga heimin. Hann stórtrívist á college, og har kundi hann gott hugsað sær at verið verandi. Men tá tað veruliga umræður, so er dugur í honum kortini. Veit ikki rættuliga [...] Van Wilder er hin atypiski college-næmingurin. Hann hevur gingið á skúlanum í sjey ár, og hevur sum so ongar ambitiónir um at gera seg lidnan. Babba sendir feita check?in, ið rindar fyri lívsins uppihald
Tað hevur alla tíðina verið opið. Reinasaríið er tó ikki tað einasta í Føroyum, tí eitt er eisini í Klaksvík. Fyrr vóru tað heilt upp í níggju fólk, sum arbeiddu á Ruba Reinsarí. Nú eru tað bert Jógvan Berg [...] verður inntøkan ov lítil. Tí hava tey eisini Bed & Breakfast uppi á reinsarínum, sum verður leigað út. Og av tí, at reinsaríið liggur mitt í Havnini er skjótt til allar hentleikar. Góðir kundar ? Vit hava [...] Hansinu, sum reka reinsaríið einsamøll. ? Vit kundu vaskað nógv meira, sigur konan, Hansina. ? Sum er í løtuni, koyra vit bert við 20 % av orkuni, so har eru 80% vit kundu brúkt afturat, og tað er nógv. Tey
annar máti er lata fólk fáa ágóðan yvir skattin upp á onkran máta, kanska í sambandi við pensjónsskipanina, sum ætlanin er seta í verk. [...] skulu burtur. Men samstundis er ætlanin at lækka mvg-satsin. Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hann sigur, at tá ið mvg lógin kom, var tað stór semja um, at hon skuldi vera so einføld [...] fortreyt fyri, at hon kundi vera so einføld sum gjørligt at umsita, var, at t að vóru so fá undantøk gjørd í henni, sum gjørligt. Men síðani lógin kom, eru fleiri og fleiri undantøk komin. Landsstýrismaðurin sigur
endaði við, tá ið NSÍ í kvøld hevði vitjan av grannunum í B68. Úrslitið var 11-0 sigur til heimaliðið. Hetta er nógv størsti sigur, sum NSÍ nakrantíð hevur vunnið ímóti B68. Bæði í 2016 og í 2004 vann NSÍ 5-0 [...] Ein hvør dystur livir sítt egna lív, plagar at verða tikið til. Í hesum liggur, at tað altíð er møguleiki fyri tí óvæntaða, sum kann hava stóra ávirkan á dystargongd og úrslit. Eingin hevði roknað við [...] 5-0 á Svangaskarði, veit FaroeSoccer at siga, men sovorðin eyðmýking, sum talan í kvøld var um, er ongantíð komin fyri áður. Petur Knudsen var trífaldur málskjútti, og Brandur Hendrikson Olsen og Klæmint
smáar nøgdir av toski 3 og 4. - Eg veit ikki, um fiskimenn eru ovfarin av, at so lítil toskur var uppi í veiðini hjá Sandshavinum henda túrin, men tað eri eg slett ikki, sigur Eilif Gaard. Hann vísir á [...] Sandshavið hevur fingið á Føroyabanka, í fyrsta lagi hevur til endamáls at finna út av, um tað ber til at fiska eitt nú hýsu uttan ov stóra hjáveiði av toski. - Loyvi er givið í útsynningspartinum av Føroyabanka [...] ikki komin fyri seg aftur, hóast hesin parturin av Bankanum hevur verið friðaður fyri allari veiði í meira enn tíggju ár. Eilif Gaard sigur, at tað er meira av hýsu á Føroyabanka nú, enn tað nakrantíð
ymsum mynduleikum. Tá verkætanin, sum nú hevur verið klár í nøkur ár, var klár at bjóða út, segði Landsverk, at hon kostaði 26 milliónir. Tað var í dýrastu tíðum, tá vit so fingu eina játtan á 7 milliónir [...] Projekteringin er gjørd, eisini hevur ljóðað, at grótið, sum skal nýtast, liggur bæði sprongt og goldið uppi í Hundsarabotni, so tann írestandi játtanin kann ikki verða so ógvuslig. Tað eru nokk umleið 5 milliónir [...] honum, ella Sandportalinum, er Sandoy og Suðuroy. Skúvoyggin og Dímun eru eftir hesum ikki til meir, í hvussu so er ikki annað enn tveir blettir á kortinum. Fyri umleið einum mánaði síðani ringdi skrivarin
Landslæknin ger regluliga ófráboðaðar vitjanir á ellis- og røktarheimunum, og í frágreiðingunum frá hesum vitjanum í ár, var viðmerkt, um heimini fylgdu almennu kosttilráðingunum ella ikki. Summi heim [...] borðreiða við grind, og okkurt heim er so nýtt, at spurningurin um at eta grind ongantíð hevur verið uppi og vent. - Vit hava havt grind til døgurða, men nú er langt síðan, at nøkur grind hevur verið her [...] sigur Elspa Lützen, leiðari á Norðoya Ellis- og Røktarheimi. Hon er eisini leiðari fyri sambýlini í Klaksvík. - Eg vænti eisini, at kemur ein grind, fara tey at biðja um at fáa grind til døgurða, og tað
stoytinum og fekk sjógv niður yvir meg í kamarinum. Sjógvurin var so nógvur, at hann trongdi inn allastaðni. Skiparin, Sunnleif Fagradal, sigur, tað var ytsti rúturin á brúnn í stýriborð, sum fór. - Sjógvurin [...] bakk eystur úr Fugloynni. Stýrimaðurin, sum er sætti maðurin, var tann einasti av manningini, sum var uppi, tá ið teir fingu stóra sjógvin. Hann var júst farin av brúnni at vekja skiparan, sum skuldi upp at [...] aftur ígjøgnum fabrikkina, út á dekkið og inn aftanfyri stýrhúsið. Stýrimaðurin var fremstur, og eg var í hølunum á honum. Sunnleif sigur, at tað gekst teimum væl at sleppa inn á brúnna tann vegin, men sjónin