Skiparin bar ótta fyri eldi á brúnni

- Eg skilji ikki, at eldur ikki kom í á brúnni, soleiðis sum tað neistaði og brakaði í elektrisku tólunum á brúnni, sigur skiparin á Vesturleika, Sunnleif Fagradal

Fekk sjógv

Tað var ikki nøkur tespilig útpurring, teir fimm menninir umborð á ísfiskatrolaranum, Vesturleika, fingu um 05-tíðina mikumorgunin, tá ið teir lógu bakk eystur úr Fugloynni.
Stýrimaðurin, sum er sætti maðurin, var tann einasti av manningini, sum var uppi, tá ið teir fingu stóra sjógvin. Hann var júst farin av brúnni at vekja skiparan, sum skuldi upp at loysa hann av.

Sjógvur allastaðni

- Eg vaknaði av stoytinum og fekk sjógv niður yvir meg í kamarinum. Sjógvurin var so nógvur, at hann trongdi inn allastaðni.
Skiparin, Sunnleif Fagradal, sigur, tað var ytsti rúturin á brúnn í stýriborð, sum fór.
- Sjógvurin var so mikið nógvur, at hann fylti brúnna, trappurnar niður og øll manningarrúmini fingu sín part.
Hann vísir á, at eingin av manningini slapp turrskøddur.
- So nógvur sjógvur stóð niður gjøgnum trappurnar, at vit noyddust aftur ígjøgnum fabrikkina, út á dekkið og inn aftanfyri stýrhúsið. Stýrimaðurin var fremstur, og eg var í hølunum á honum.
Sunnleif sigur, at tað gekst teimum væl at sleppa inn á brúnna tann vegin, men sjónin, sum møtti teimum á brúnni, var ikki tespilig:
- Har var alt hultur og bultur, og neitarok og brak stóðu frá elektrisku tólunum á brúnni.
Skiparin heldur tað vera undarligt, at eldur ikki kom í, soleiðis sum út sá á brúnni.
- Men tíbetur fingu vit nokso skjótt "kontroll" á støðuni, soleiðis at vit fingu lagt skipið undan.

Boð til "makkaran"
Hann vísir á, at trupulleikar vóru við róðrinum, sum í byrjanini slett ikki virkaði, sum tað skuldi, men tá ið teir høvdu sligið ymisk tól frá á brúnni, gekst betur at stýra skipinum.
- Til alla lukku gekk maskinan alla tíðina, sigur skiparin.
Hin báturin, sum Vesturleiki partrolar saman við, Vestursøki, var staddur seks fjórðingar burtur, tá ið Vesturleiki fekk sjógvin.
- Eg ringdi við tí eina WHF?inum, ið virkaði so dánt, men var ógvuliga veikur. Eg segði, hvat var hent, og Vestursøki andøvdi síðan ímóti okkum.
Tað eydnaðist Vesturleika at sigla til lands við egnari hjálp.

Ikki ódnarveður

Sunnleif Rasmussen heldur ikki, at veðrið hendan morgunin, teir fingu sjógvin, var av tí allar ringasta.
- Tað var sjaskveður, men veðrið hevur onkuntíð verið verri á havinum enn hendan morgunin. Sjógvurin, sum breyt brúgvarútin, hevur tó verið rættiliga stórur, og hann hevur rakt okkum ógvuliga meint, sigur hann.
Skiparin vísir á, at tú gerst rættiliga skakkur, tá ið slíkt hendir.
- Tú vaknar í koyggjuni av brestinum, og tað tekur sína tíð, áðrenn tú rættiliga veitst, hvat er hent. Tíbetur hendi eingin mansskaði, og tað er tað besta av øllum, sigur Sunnleif Fagradal, sum væntar, at tað fer at taka nakrar vikur, áðrenn Vesturleiki verður klárur aftur til fiskiskap.