Havn: Ruba Reinsarí er eini 50 ára gamalt. Nógv hava ofta hildið, at reinsaríið hevur verið afturlatið, men so er ikki. Tað hevur alla tíðina verið opið.
Reinasaríið er tó ikki tað einasta í Føroyum, tí eitt er eisini í Klaksvík.
Fyrr vóru tað heilt upp í níggju fólk, sum arbeiddu á Ruba Reinsarí. Nú eru tað bert Jógvan Berg, sum saman við konuni, Hansinu, sum reka reinsaríið einsamøll.
? Vit kundu vaskað nógv meira, sigur konan, Hansina. ? Sum er í løtuni, koyra vit bert við 20 % av orkuni, so har eru 80% vit kundu brúkt afturat, og tað er nógv.
Tey bæði vísa á, at tað er ikki nóg mikið bara at hava reinsarí, tí so verður inntøkan ov lítil. Tí hava tey eisini Bed & Breakfast uppi á reinsarínum, sum verður leigað út. Og av tí, at reinsaríið liggur mitt í Havnini er skjótt til allar hentleikar.
Góðir kundar
? Vit hava nógvar góðar kundar, sigur Jógvan. ? Og tað eru tey somu fólkini sum ganga aftur. Summi koma hvørja viku, onkur annar einaferð um mánaðan og so er onkur, sum bara kemur einaferð um árið.
Juli er tó mánaðin har mest er at gera. Men tað ber framvegis væl til hjá Hansinu og Jógvani at taka meira klæðir inn.
? Tann størsti parturin av klæðunum eru føroysk klæði. Skjúrt, troyggjur, møtlar, fyrikløð, kot og ja, snøgt alt, sum eitur føroysk klæði.
Og juli er eisini háárstíð fyri brúdleyp, so nógvir brúðarkjólar hyggja eisini inn um dyrnar á reinsarínum um hesa tíðina.
Hinar mánaðirnar á árinum er eisini nakað at gera, tó ikki so nógv, sum kundi verið at gjørt.
? Við maskinunum sum vit hava, kundu vit havt upp í 20 fólk arbeiðandi her á reinsarínum, men sum er nú, so eru tað bar vit bæði, sigur Jógvan.
Tænasta
Nakað annað, sum tey hjá Ruba leggja seg eftir er, at veita kundunum so góða tænastu sum møguligt.
? Um onkur kemur til dømis úr Suðuroy um morgunin ber væl til hjá viðkomandi at fáa klæðini við aftur um kvøldið, sigur Hansina.
Eisini senda tey pakkar kring alt landið við einum sømiligum eykakostnaði.
Nú summar er hevur reinsaríið annars átikið sær at vaska klæðir fyri ferðafólk. Ferðafólkini kunnu koma á reinsaríið við klæðunum, og fáa tey vaskað fyri 35 krónur fyri kilo.
Umframt at reinsa klæðir og annað, so verða teppi eisini reinsað. Øll teppi, sum viga upp í 14 kg kunnu vaskast á reinsarínum Ruba.
Reinsarí Ruba er tað, sum enskttalandi kalla fyri Dry/Clean.
? Her ber til at reinsa kemiskt reinsarí og vátreins, umframt vanligar vaskimaskinur. Kemisk reinsan er tað vit fáast mest við, greiðir Jógvan frá.
Hansina og Jógvan keyptu reinsaríið frá Helge Nielsen. Tey vórðu upplærd av fyrrverandi eigarunum áðrenn tey tóku yvir.









