Tað verður steypafótbóltur í kvøld. Á skránni eru fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Teir fýra vinnararnir í kvøld halda fram í hálvfinalunum.
Tríggir dystir eru í kvøld, og í annaðkvøld hittast 07 Vestur og NSÍ. Eftir síðsta bríksl í Sørvági verður lutur drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í hálvfinalunum.
Í kvøld fer KÍ út á Svangaskarði. Hjá B68 er liðformaðurin og lyklaspælarin Hanus Højgaard tøkur aftur. Hann var ikki við í 2-2 javnleikinum í Gøtu, tí hann var sjúkur.
Hjá KÍ verður Mark Fabricius málmaður í kvøld. Tað var hann eisini í fyrsta umfari í steypakappingini, tá ið KÍ á heimavølli vann 6-0 ímóti ÍF.
Higartil í ár hevur Sebastian Linnet John vart KÍ málið í landskappingini. Nú er tað greitt, at hann verður ikki aftur í KÍ málinum í ár. Tað kemst av, at hann í gjárkvøldið varð illa skaddur undir venjing. Hann sleit hælsinina og verður harvið ikki førur fyri at spæla meiri í 2026. Sebastian John er annar KÍ spælarin í ár, sum er raktur av hesum skaðanum. Hin er álopsspælarin Patrik Johannesen, sum 11. apríl sleit hælsinina. Tað var fýra minuttir undan steðginum, tá ið B68 var í Klaksvík og spældi landskappingardyst, og KÍ vann 6-1.
KÍ miðvallarin René Shaki Joensen er eisini langtíðarskaddur. Í 2-0 sigrinum í Gundadali noyddist Gaston Tellechea beinanvegin skaddur av vøllinum.
Í Gundadali verður grannauppgerð. Spurningurin er, um tað verður HB ella B36, sum í kvøld vrður varpað úr steypakappingini. Tá ið tað 6. apríl var grannadystur í Gundadali í landskappingini var úrslitið 2-2.
Í Sarpugerði fær Víkingur í kvøld vitjan av FC Hoyvík í næstbestu deildini.
LØGMANSSTEYPIÐ
Fjórðingsfinalur
Mikudagin 29. apríl
Víkingur – FC Hoyvík: Rúni Gaardbo kl. 18.30
B68 – KÍ: Høgni Madsen kl. 18.30
HB – B36: Dagfinn Forná kl. 18.30
Hósdagin 30. apríl
07 Vestur – NSÍ: Rani Andrasson Skaalum kl. 18.30











