Men tað, sum ger at eg nú seti meg at skriva er, at eg síggi á Sandportalinum, at vit eru strikað av Føroyakortinum. Tá haldi eg, mann kann tala at.
Á Sandportalinum skrivar Gerhard Lognberg um Suðurøkið, sum sambart honum, ella Sandportalinum, er Sandoy og Suðuroy.
Skúvoyggin og Dímun eru eftir hesum ikki til meir, í hvussu so er ikki annað enn tveir blettir á kortinum.
Fyri umleið einum mánaði síðani ringdi skrivarin hjá sama manni til mín, og spurdi um eg vildi vera við, saman við hinum bygdarráðsformonnunum í sýsluni, at senda eina á heitan, til avvarðandi politikarar, um Sandoyartunnilin.
Eg játtaði, men viðmerkti kortini, at eg vónaði, hann eisini hugsaði hendanvegin, tí eg meini, at vit eru ein partur av hasum sambandinum, tí verður okkara ferðasamband ikki bøtt, er tað okkum líka mikið, um Sandoyingar fáa tunnil ella ei.
Tað er ymiskt við okkara atløgu- viðurskiftum, sum eg eftirhondini haldi er eitt sindur ullint, frá ymsum mynduleikum.
Tá verkætanin, sum nú hevur verið klár í nøkur ár, var klár at bjóða út, segði Landsverk, at hon kostaði 26 milliónir. Tað var í dýrastu tíðum, tá vit so fingu eina játtan á 7 milliónir, segði Landsverk, tað verða ov lítið til at byrja við.
Havnin kostaði 30 milliónir, segði Landsverk tá, og minst helvtin mátti játtast um arbeiðið kundi byrjast. Tað seinasta teir hava sagt fyri Anniku Olsen landstýriskvinnu er, at havnin kostar 35 milliónir.
Hvat ið er rætt havi eg ikki fakligan møguleika at meta um, men tá Landsverk sigur verkætlanina kosta kr. 26 milliónir í allar dýrastu tíðum, og nú ið allir prísir eru falnir, leggja 9-10 milliónir omaná, so er okkurt, sum ikki ruggar rætt.
Tað er eisini fitt av pengum nýttir til verkætlanina longu nú. Projekteringin er gjørd, eisini hevur ljóðað, at grótið, sum skal nýtast, liggur bæði sprongt og goldið uppi í Hundsarabotni, so tann írestandi játtanin kann ikki verða so ógvuslig.
Tað eru nokk umleið 5 milliónir goldnar higartil, so tað skuldu eftir tí verið á leið 21- 22 milliónir eftir, og ikki 35.
So sum hetta hevur gingið fyri seg, haldi eg tað vera rætt, at man ger, sum nú skal gerast við almennar vegir, latið privat feløg siga tykkum politikarum, hvat slíkar verkætlanir kosta, so fáa tit tann verðuliga prísin.
Nú eru onkrir politikarar, Anfinn Kallsberg og Gerhard Lognberg, farnir at tosa um, at tað er betur at sita sum teir sita, og so royna at ávirka eina komandi langtíðar ætlan.
Vónandi hugsa tit tá um okkum eisini. Minnist til, at okkara havn er ein verkætlan, sum er BYRJAÐ, hon skal bara gerast liðug.
Annars vil eg ynskja øllum, kendum og ókendum eini gleðilig jól.
Harry Jensen úr Skúgvi, sum saman við Dímun liggur ímillum syðru og norðaru helvt av Suðurøkinum










