Eilif Gaard, stjóri á Havstovuri, er slett ikki ovfarin av, at línuskipið Sandshavið herfyri gjørdi ein roktúr á Føroyabanka, har teir fingu sløk 134.000 pund á 4-5 setum. Meginparturin av veiðini – ella eini 80.000 pund tilsamans – var hýsa, og síðan vóru 24.000 pund av longu, sløk 20.000 pund av skøtu og 6.600 pund av brosmu.
Merkisvert fyri nógvar fiskimenn er, at Sandshavið fekk lítið og einki av toski, bert 400 pund av toski 1, 400 pund av toski 2, og síðan heilt smáar nøgdir av toski 3 og 4.
- Eg veit ikki, um fiskimenn eru ovfarin av, at so lítil toskur var uppi í veiðini hjá Sandshavinum henda túrin, men tað eri eg slett ikki, sigur Eilif Gaard. Hann vísir á, at allar royndir, sum Havstovan hevur gjørt á Føroyabanka, vísa, at toskurin er ikki komin fyri seg aftur, hóast hesin parturin av Bankanum hevur verið friðaður fyri allari veiði í meira enn tíggju ár.
Eilif Gaard sigur, at tað er meira av hýsu á Føroyabanka nú, enn tað nakrantíð hevur verið áður, og tað hevur eisini víst seg, at her er meira enn tann eini árgangurin. Hann sigur, at royndarloyvið, sum Sandshavið hevur fingið á Føroyabanka, í fyrsta lagi hevur til endamáls at finna út av, um tað ber til at fiska eitt nú hýsu uttan ov stóra hjáveiði av toski.
- Loyvi er givið í útsynningspartinum av Føroyabanka, og her skal Sandshavið fiska bæði við vanligari línu og línu, sum við flotum er lyft nakað upp frá botni. Í aðrar mátar eru royndirnar ikki stýrdar framvið toskinum, soleiðis at toskur ikki eisini kundi komið á línuna.
Eilif Gaard sigur, at royndin hjá Sandshavinum á Føroyabanka er enn ein staðfesting av tí, tey á Havstovuni hava sagt og framvegis siga, at toskurin á Føroyabanka ikki er komin fyri seg aftur enn.
- Ja, vit kunnu siga, at toskurin framvegis letur bíða eftir sær, sum stjórin tekur til. Eililf Gaard sigur, at nú so nógv hýsa er á Føroyabanka, er avbjóðingin sjálvsagt, hvussu hon kann fiskast uttan ov nógva hjáveiði av toski.
Tá royndirnar hjá Sandshavinum eru lidnar, verður tikið saman um, og frágreiðing verður skrivað. Tá fáa vit eisini eina mynd av, hvussu royndirnar við botnlínu eydnast í mun til royndirnar við flotlínu. Stjórin á Havstovuni sigur, at veiðan umborð á Sandshavinum verður hildin sundurskild, soleiðis at neyvt ber til at staðfesta, um onnur línan - botnlína ella flotlína - fiskar reinari hýsu og minni av toski.
- Føroyar liva av at fiska, og tað er ikki til stuttleikar, at Føroyabanki hevur verið stongdur hesi árini fyri at verja toskin, sigur Eilif Gaard.










