Eta grind á ellisheimum

Hóast landslæknin hevur mælt frá, verður á fleiri eldraheimum í landinum borðreitt av og á við grind og spik. Tey gomlu eru von við at eta grind, siga nøkur ellisheim

Landslæknin ger regluliga ófráboðaðar vitjanir á ellis- og røktarheimunum, og í frágreiðingunum frá hesum vitjanum í ár, var viðmerkt, um heimini fylgdu almennu kosttilráðingunum ella ikki.
Summi heim søgdu, at tey høvdu grind og spik sum døgurðamat, og tey heimini fingu hesa viðmerking:
- Opmærksomheden henledes på, at grind kan være uegnet som menneskaføde, og bostedet bør derfor overveje om det er hensigtsmæssigt at servere dette for beboerne.

Akta ikki
Men henda óbeinleiðis átala, rein ikki við allastaðni.
Sosialurin hevur spurt seg fyri á ellis- og røktarheimum og eldrasambýlum, og á teimum flestu heimunum fáa tey gomlu grind av og á.
Summi heim tora ikki at siga tað alment, at tey borðreiða við grind, og okkurt heim er so nýtt, at spurningurin um at eta grind ongantíð hevur verið uppi og vent.
- Vit hava havt grind til døgurða, men nú er langt síðan, at nøkur grind hevur verið her. Tá ið grind kemur aftur, vænti eg, at tey fara at fáa grind, sigur Elspa Lützen, leiðari á Norðoya Ellis- og Røktarheimi.
Hon er eisini leiðari fyri sambýlini í Klaksvík.
- Eg vænti eisini, at kemur ein grind, fara tey at biðja um at fáa grind til døgurða, og tað kunnu vit ikki nokta teimum, sigur Elspa Lützen.

Mørkin aktar
Á røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi fáa búfólkini ikki grind.
- Sum útgangsstøði fylgja vit almennu tilráðinini, men tað kann vera, at vit fara at endurskoða tað, sigur økonoman Rikka Joensen.
Hon viðgongur, at tey gomlu vóru hørm, tá ið tey fingu at vita, at tey ikki fingu grind aftur.
Annars hava tey ta skipan, at um onkur avvarðandi kemur við grind, kunnu búfólkini velja, um tey vilja hava grind ella annan mat. Men tá er tað so ikki heimið, sum bjóðar.
Eldrasambýlið hevur nakað av tvøsti í boksini, og eina ferð um mánaðin verður borðreitt við stoktum tvøsti. Øll troysta sær kki líka væl hendan mat, tí tey eru so gomul, og tí verður lítið etið teir dagarnar.
Mamy Dahl Sørensen er leiðari fyri trý sambýli í Suðurstreymoy.
- Á hesum heimum eta vit grind, men ikki so ofta. Fólkunum dámar at fáa ein grindabita av og á. Vit eta allan føroyskan vanligan mat, sum hesi fólkini hava etið alt lívið. Einki við at kroysta aðrar matvanar niður yvir tey.

Veitslumatur
Á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi hava tey heldur einki ímóti at eta grind.
- Jú, vit gera tað. Hesi fólkini hava altíð etið grind, og fyri tey er tað veitslumatur, sigur Sigrun Arnoldsen, leiðari á heiminum.
Hon heldur, at ungar kvinnur kanska kunnu lata vera við at eta grind og spik, men hon dugir ikki at síggja nakra orsøk til, at gomul fólk, sum eitt langt lív hava etið grind, nú skulu gevast við tí.