Mvg skal lækkast men undantøkini skulu burtur

Undantøkini máa støðið undan lógini og eru ein stórur trupulleiki, bæði hjá vinnulívinum og hjá umsitingini

 

Nú skal mvg lógin broytast. Endamálið við broytingini er, at undantøkini skulu burtur.

Men samstundis er ætlanin at lækka mvg-satsin.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Hann sigur, at tá ið mvg lógin kom, var tað stór semja um, at hon skuldi vera so einføld sum gjørligt at umsita.

Men ein fortreyt fyri, at hon kundi vera so einføld sum gjørligt at umsita, var, at t að vóru so fá undantøk gjørd í henni, sum gjørligt.

Men síðani lógin kom, eru fleiri og fleiri undantøk komin.

Landsstýrismaðurin sigur, at undantøkini eru ein stórur trupulleiki hjá teimum, sum skulu umsita skattalógina.

Men hon er eisini ein stórur trupulleiki hjá vinnulívinum, tí mangan er tað fløkt og ógreitt at vita, hvørji undantøkini eru.

Í mongum førum er mvg lógin blivin eitt sjálvtøkuborð, at gera av, hvat er mvg frítt og, hvat ikki er og tað var neyvan hetta, sum var ætlanin við lógini, tá ið hon kom.

Eitt tiltikið dømi er um ein mann, sum ætlar at fáa ein snikkara at gera sær eina nýggjar trappur upp á loft.

? Ger snikkarin trappurnar á verkstaðnum og fer síðani heim til mannin at seta tær upp, skal maðurin gjalda mvg av arbeiðnum.

? Men tekur snikkarin hinvegin amboðini heim til mannin, og ger trappurnar á staðnum, og setir tær upp, skal maðurin ikki betala mvg.

Karsten Hansen sigur, at endamálið við teimum broytingum, sum ætlanin nú er at gera í mvg lógini, er ikki at útvega landskassanum fleiri inntøkur

? Endamálið er, at lógin skal vera munandi greiðari at umsita, bæði hjá skattavaldinum og hjá vinnulívinum.

Ein máti at røkka hesum endamáli, er at taka undantøkini úr lógini.

?Sostatt verður mvg grundarlagið breiðari. Men afturfyri fer tað so at bera til at lækka sjálvan mvg satsin, so at fólk yvirhøvur sleppa bíligari í mvg og tað er ein møguleiki, sum verður umhugsaður.

Hetta fer at koma einum størri parti av borgarunum til góðar, sigur hann.

Karsten Hansen sigur, at samstundis verður umhugsað at lækka punktgjøld á t.d. hvítvørum og elektronikki.

Væntar tú veruliga, at allar vørur verða bíligari av teirri orsøk. Tað er jú hent fyrr, at avgjøld eru tikin av vørum, t.d. timburi, men tað er ikki blivið bíligari fyri tað?

?Kappingin átti forða fyri, at vørurnar blivu bíligari. Men tað er rætt, at vit hava sæð dømi um, at vørurnar ikki eru blivnar bíligari, men at tað, sum vøran átti at blivið bíligari, ístaðin er endað uppi á vinninginum og tað fer ikki at bera til

? Vit ætla so at finna útvegir fyri, hvussu hetta kann koma fólki til góðar. ? Ein annar máti er lata fólk fáa ágóðan yvir skattin upp á onkran máta, kanska í sambandi við pensjónsskipanina, sum ætlanin er seta í verk.