Van Wilder er hin atypiski college-næmingurin. Hann hevur gingið á skúlanum í sjey ár, og hevur sum so ongar ambitiónir um at gera seg lidnan. Babba sendir feita check?in, ið rindar fyri lívsins uppihald, og annars er tað bara ball, ball, ball.
Ikki fyrr enn babba skrúvar fyri heita vatninum, gerst støðan álvarslig hjá Van. Megnar hann ikki at útvega nógvar túsund dollars, sleppur hann ikki at halda fram á Coolidge College. Alternativar loysnin gerst at skipa fyri feitum festum saman við vinmanninum Hutch og indiska AFS-næminginum Taj, sum hetta árið gjørdist tann hepni at fáa arbeiði sum persónligi hjálparmaður hjá Van.
Filmurin Van The Man er ein filmur um lívið á einum amerikanskum college. Kanska ikki óvæntað er hann ikki um lívið í skúlatímunum, men heldur um lívið eftir skúlatíð og tey mongu ballini.
Mótsetningurin til ball-leyvuna Van er Grace. Hon er seriøs í skúlanum og skrivar m.a. fyri skúlablaðið. Hon fær til uppgávu at skriva eina forsíðu um Van Wilder ? mannin, ið øll á skúlanum dyrka. Tað skal vísa seg at vera truplari enn av fyrstan tíð væntað, men sum frálíður fáa tey bæði, Van og Grace, hug á hvørjum øðrum. Trupulleikin er bara, at Grace gongur saman við einum yvir-seriøsum og yvir-nørdutum læknalesandi, ið ikki hevur hugskot til at hugsa um nógv annað enn seg sjálvan og sína karrieru. Hansara leiklutur verður spældur nærum til tað ekstrema, og sum hyggjari spyr tú kanska teg sjálvan, hvat tað í grundini var sum gjørdi, at tað av fyrstan tíð blivu tey bæði.
Van The Man er ikki ein filmur við djúpum morali, og enn minni einum manuskripti, ið stingur djúpt. Tvørturímóti er hann ein filmur um at ball, og um at hava tað stuttligt ? men tað er nú ikki so galið kortini. Skal ein allíkavæl tosa um moral í filminum, so má tað vera, at øll eru vit góð til okkurt og at tá vit møta tí rætta, so broytir tað okkara lív. Tá Van møtir Grace opnar hann seg, og aftan fyri eina coola facadu síggja vit ein mann, ið ikki torir at taka stigið út í veruliga heimin. Hann stórtrívist á college, og har kundi hann gott hugsað sær at verið verandi. Men tá tað veruliga umræður, so er dugur í honum kortini.
Veit ikki rættuliga, men eitt ella annað stað líkjast teir allir, hesir amerikansku skemtifilmarnir um lívið og ballini á college. Men kortini keðir tú teg ikki, tann góða hálva annan tíman, filmurin varir. Filmurin verður hildin uppi við stuttligum brotum og fínur replikkum, ið kortini ikki krevja tann stóra heilafimleik.
Fakta um Van The Man
Leikarar: Ryan Reynolds, Tara Reid, Tim Matheson, Kal Penn o.o.
Longd: 93 min.
Stað: Havnar Bio, um tú ert 12 ár ella eldri