Grindaboð

Tann serligi speningurin, ið hongur við grindaboðum, fánar líkasum eitt sindur, tá boðað verður frá, at hendan grindin skal ikki haldast til, tí sendarar skulu setast á nakrar hvalir vísindini at frama

Grindaboð! Hon liggur fyri Syðradali, og rákið ber hendanveg.
Tað er ikki at leggjast á boðini. Rigga til sum skjótast og vera klárur. Tað verður helst á sandinum í dag.
So koma næstu boðini. Hon skal ikki haldast til, tí sendarar skulu setast á.
Tá minkar hugurin beinanveg hjá fleiri, og fremmandamenninir, sum ringja at fregnast, siga sum við ein munn, at so tíma teir ikki vestur.
Men hetta tykist áhugavert kortini. Nú er nakað síðan, at hetta varð gjørt seinast. Eisini ta ferðina í Sandavági, so kanska verður hetta høvuðsstøðin fyri slíkum royndum.
Út á Trøð at forvitnast, hvussu man ganga. Jú, teir liggja har fyri Nípuni. Einki sæst til nakara grind, men nakrir bátar eru kortiini, og onkur kemur afturat.
Men skjótt er, so eru teir á Klovningi við henni. Reka hana inn um og steðga so á, meðan bíðað verður eftir vísindamonnunum, sum skulu gera sendarar og aðra útgerð klára.
Tað gongur ein løta, so koma boð frá formonnunum um, at nú verður farið at reka. Bara nakrar fáa hvalir á land, siga teir. Vit mugu royna at skaða sum minst.
Grindin er ikki so øgiliga stór, so gott pláss skuldi verið á sandinum. Og tað gongur eisini rímiliga væl, hóast eitt sindur striltið er at fáa teir fyrstu á land. Farast skal varisliga við teimum, og tann nógva ferðin og øðin, ið plagar at vera, tá soleiðis er, er ikki í dag.
Fremmandafólkini, sum standa uppi á landi og hyggja at, fáa eina øðrvísi grindasøgu at siga heima, enn ta, sum vanliga verður søgd um hetta fyritakssemi føroyinga.
Fyrstu hvalirnir eru komnir á sandin, og menninir renna út til teirra við hesi góðu útgerð, sum setast skal á teir.
Eitt festi, ella beslag, við nógvum holum í, sum boltað verður fast í hornið á hvalinum. Verður lagt niðuryvir. Síðan verður ein síl rend ígjøgnum, og bolturin settur í holið. Skrúvað verður fast við einum hondsvingið.
Meðan hetta verður gjørt av summum, eru aðrir, sum taka royndir av spiki, máta longd á hvalinum og kanna eftir, hvat kynið er. Sendarin hevur eitt nummar, sum skrásett verður saman við restini av upplýsingunum, sum fingnir eru um hvalin.
Tá nokk er fingið av hvalum at seta sendarar á, verða hinir, sum hava gjørt landgongd, beindir útaftur. Summir fara beinanveg. Men onkur er, sum líkasum heilt hevur mist staðsansin og er aftur á sandinum við tað sama.
Men sjáldsama góðir eru teir at fáast við hóast teirra stødd og veldi. »Godmodig er han, som han er stærk, han kender slet ikke sit vælde....«, kann við Grindavísuni sannast.
Eitt tak í bøkslið, og so verður hann leiddur sum kúgv útaftur.
Grindin varð rikin út aftur av Sandavági og helt við sjógv á baki til havs. Sendararnir virkaðu, og skjótt frættist frá henni, at hon var einar sjey fjórðingar vestur úr Høvdanum.