Stórsigur til VÍF

Vestmenningar vundu burtur úr kollfirðingum, tá grannauppgerð var mikukvøldið

VÍF-KÍF 29-15 (12-8)


Ofta verður tikið til, at í grannauppgerðum kann alt henda, men kortini mundu tey fægstu rokna við, at KÍF fór at gera nakað sum helst við FM-vónirnar hjá VÍF.

Alt árið hava liðini verið í hvør sínum enda, og tískil var væntandi, at talan fór at verða um ein greiðan sigur til vestmenningar.


Tað varð eisini skjótt greitt, at vestmenningar ikki ætlaðu, at hetta skuldi verða ein av teimum døgunum, har botnliðini sleppa at spæla oddaliðunum eitt puss.


Løgdu nógv fyri

Frá fyrsta bríkslið varð full ferð sett á, og kollfirðingar vóru neyvan vaknaðir, áðrenn vestmenningar høvdu lagt seg á odda við einum tenniseggi.

Eftir hetta megnaðu gestirnir tó at stríða seg nakað upp móti VÍF, men hetta komst helst eisini av, at teir á heimaliðnum nú høvdu sett ferðina nakað niður.

Seinni hálvleikur byrjaði á sama hátt sum fyrri, men eftir einar tíggju minuttir, slakað vestmenningar aftur á. Tað er jú aloftast soleiðis, at tað er torført at halda ferðini uppi, tá eitt lið hevur vunnið sær stóra leiðslu, og soleiðis varð eisini hesu ferð.

Ikki tí, málúrtøkan kann vísa seg at verða avgerandi fyri, hvar FM-heitið skal enda í ár, men hesum viðvíkjandi eru tað vestmenningar, sum standa seg nógv best, og tískil høvdu teir kanska ikki fyri neyðini at vinna við so øgiliga stórum málum.


Ingi í essinum

Fyri vestmenningar man tað vera sera hugaligt, at Ingi Olsen nú tykist at vera komin rættuliga í gongd. Ikki tí, hann hevur verið teimum ein hollur stuðul alt árið, men talan hevur kortini ikki verið um sama stórspæl, sum hann hevur sýnt so ofta fyrr.

Úr Vestmanna frættist, at hann kollfirðingarnir als einki fingu gjørt fyri at steðga honum, soleiðis at hann skoraði nærum eftir vild.

Hinvegin hevði Sámal Joensen ikki ein av sínum bestu døgum, men kanska verður tað øðrvísi, tá onkur annar málverji stendur í málinum. Óla Kristian hevði nevnliga enn einaferð ein góðan dyst, og serliga vóru tað skotini frá Sámali, sum hann hevði hug at taka.

Um venjarin hjá VÍF, Hjalmar Klein Olsen, fær teir báðar, Inga og Sámal, at spæla upp til sítt besta í sama dysti, er ilt at síggja, hvussu mótstøðuliðini skulu steðga teimum, men hinvegin kann FM stríðið gerast sera tungt, um lagið á teimum ikki er hitt rætta.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

VÍF: Ingi Olsen 13 (3), Agnar Joensen 7 (1), Martin Hummeland 5, Sámal Joensen 1, Rógvi Nielsen 1, Sjúrður Holm 1, Johny Joensen 1

KÍF: Eddie Joensen 5 (1), Jákup Dam 2, Per Joensen 2, Vagnur Johannesen 2, Petur M. Poulsen 2 (1), Emil Petersen 1, Jónálvur Johannesen 1

Brotskøst:

VÍF 4, KÍF 4

Útvísingar:

VÍF 1, KÍF 3

Dómarar úr Kyndli:

Hanus Kúrberg og Hans Thomassen