oman í móttøkuna. ²Góðan dag, og væl komin. Vit mugu gera skjótt av. Eg fái ikki ISDN-linjuna upp til Útvarpið at rigga. So nú noyðist eg at taka røðuna hjá forsætisráðharranum upp á band ? beint úr hátalaranum² [...] nýmótans digitalu redigeringsútgerðini. ²Eg gjørdi tvær samrøður fyrr í morgun ? áðrenn fólkatingslimirnir og hini fóru til guðstænastu í Slotskirkjuni. Tær má eg seta saman á telduni beinanvegin. So er [...] Højgaard er nú liðugur at seta samrøðurnar saman. Í telefonini hevur hann Útvarp Føroya: ²Tú, Bjarni, eg havi tvey innsløg klár, sum skulu við nú á døgurða. Ert tú klárur at taka ímóti?² Hann trýstur á ein knøtt
XPLORE ?Hetta er fyrstu ferð, at eg havi upplivað, at næmingar møta tíggju minuttir, áðrenn tímin byrjar. Soleiðis sigur ein av næmingunum í 2HH á Handilsskúlanum á Kambsdali. Klokkan er farin av tvey [...] sína farteldu, sum uttan iva er góð at krógva seg undir, men hon kann eisini nýtast til endamálið - ongantíð meira enn nú. Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu tey lata at. Tey flestu keypa í ríkiligan mát u [...] spælinum kunnu fáa eitt innlit í, hvat oljuvinnan inniber. Á Handilsskúlanum í Havn hava tey roynt at arbeitt tvørfakligt, og tað hevur víst seg, at næmingarnir tíma væl. Í stóru bygninginum á Kambsdali, ið
at var í hesum yrkinum. Tað ber tó ikki ordiliga til at venja seg við uppmerksemi frá fólki. Tað havi eg so ikki gjørt enn, men tað kann vera, at tað kemur seinni, sigur Rebekka við einum skeivum smíli [...] Fyriskipararnir av pallframførsluni á sjálvari konsertini høvdu lagt stóran dent á, at áskoðarin ongantíð kundi hvíla eyguni. Allatíðina er okkurt nýtt, ið fangar eygað, og tað ger, at pallframførslan er [...] fólk við til at framleiða fløguna hjá teimum. Framleiðararnir av hesi fløguni hjá Creamy hava fyrr arbeitt við Ace of Base, Me & My og Dr. Bombay, sum øll hava havt væl eydnaðar útgávur. Hørð skrá fyri framman
Laksáfoss. - Vit hava arbeitt við hesi verkætlanini í tvey ár. Men vit renna okkum ímóti allastaðni, og forðingarnar tykjast ongan enda at fáa, sigur Magni Laksáfoss uppgevandi. - Eg havi onga grundaða vón [...] var henda niðurstøðan eitt vónbrot. - Eg var staddur í Týsklandi, tá eg fekk niðurstøðuna frá Vinnumálaráðnum. Ørindini vóru at fáa fíggingina upp á pláss, og eg stóð við eini játtan um 70 prosent av [...] Jarðfeingi hevur forðað VITorku í at seta upp eina orkuskipan. - Eg fái ikki skúgvað allar aðrar ætlanir til viks fyri júst hesari verkætlan. Eg havi snøgt sagt ikki argumentini til at gera tað, sigur Kári Mortensen
kalla javnt stórir. - Eg havi onga fráboðan fingið um, at nakar ætlar at seta samgonguna í váða fyri hetta uppskotið og tað er tann veruleiki, eg havi at halda meg til. - Men eg dugi ikki at síggja, at [...] ikki longur kenna seg bundnar at samgonguskjalinum, men fara í sjálvdrátt? - Eg havi onga fráboðan fingið um nakað slíkt. Eg má halda meg til veruleikan og tað er, at vit hava eina samgongu. Hinvegin mugu [...] ikki. - Og nú ætlanin er at gera Føroyar til eitt valdømi, fær samgongan kanska ein skelk afturat, men eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til at slíta hana fyri tað. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, heldur, at
sambandið okkara millum. Svend plagdi altíð at koma inn á gólvið á FF, tá ið hann var í Føroyum, og eg havi eisini verið inni hjá honum úti á Amager. Tá er tað hugnaligt saman við einum drekkamunni at kunna [...] haðani. Formaður i Reiðarafelagnum Svend gjørdist formaður í Reiðarafelagnun nakað samstundis, sum eg gjørdist formaður í fiskimannafelagnum. Svend var í hesum starvi í 12 ár. Tey vóru merkt av, at vit [...] hvørjum øðrum, og at vit vildu hava loysnir. Svend var ein persónir, ið ein kundi hava álit á. Hetta sá eg longu við fyrstu samráðingarnar, vit høvdu saman í 1971. Aftaná, at sáttmálin var undirskrivaður, komst
gleði millum børnini. Marjun hevur arbeitt við børnum í mong ár og er námsfrøðingur. Sjálv sigur hon, at henni altíð hevur dámt væl at undirhildið. ? Ein kann siga, at eg havi altíð spælt klovn, bara ikki íklødd [...] øgiliga fegin vildi finna uppá okkurt stuttligt til føðingardagin hjá dóttrini, og so spurdi hon meg, um eg kundi finna uppá okkurt, greiðir Marjun Gunnarson frá. Hon ringdi so til dóttrina hjá sær, Silviu, [...] sum kanska er serliga stuttligt, er, at um tær verða bidnar at koma til eitthvørt, so fara tær ongantíð beina leið heim, tá tað er liðugt. Tá leggja tær altíð leiðina fram við onkrum barnagarði ella líknandi
verkstað og kantinu. Somuleiðis er ætlanin at flyta ruskplássið við Fjøruvegin inn á Lambareið. - Sum eg havi skilt, fer kommunan at yvirtaka grótbrotið hjá Landsverkfrøðinginum. Henda yvirtøka fevnir um alt [...] Fríðkan - Eg haldi, at tað er ov lítið gjørt við at planta her í kommununi, men nú er so ætlanin at gera meira við hetta. Fríðkingin hevur verið ov lágt prioriterað, men nýggju kreftirnar í býráðnum ætla [...] verður um í Runavíkar kommunu. "Sandingurin" Men hvør er hesin maðurin, sum fólk rópa "sandingurin"? - Eg eri ættaður úr Ísansgarði á Sandi. Barnaheimið hjá mær, er gistingarhúsið, sum vit kenna í dag. Tað
í sosialu miðlunum. - Eg fekk fleiri áheitanir um at stilla upp, og tá eg gjørdi av at taka av, læt eg eisini fólk vita, at eg var til reiðarar at seta meg við borðendan, um eg fekk stuðul til tess. Brosandi [...] hjá henni í dag. - Eg haldi, at borgarstjórastarvið í Húsavíkar kommunu hevur brøkin 0,4, og tað merkir, at eg framvegis fari at arbeiða sum útbúgvingarsamskipari, samstundis sum eg røki borgarstjórastarvið [...] smærri økjunum umboðan í einari samanlagdari kommunu. - Eg havi varhugan av, at vit hava eitt gott samstarv millum kommunurnar í sýsluni, og eg vænti, at hetta samstarv kemur at mennast enn meira, sum
fáa høvi at vera við í humaniterum arbeiði í økinum, har vit halda til. Eg kann ikki broyta heimin einsamallur, ta stuttu tíð eg eri har niðri, men mín inn?satsur er partur av eini størri heild, sum vónandi [...] Hon er ræðuliga be?kymrað um meg, og henni dámar tað einki, at eg nú skal avstað. Hon hevur havt eitt hálvt ár at venja seg við tankan, men eg haldi ikki, at hon hevur vant seg við hann enn, sigur Kári um [...] uniformi Tá Kári hevur verið teir seks mánaðirnar í Irak, ætlar hann sær ikki at halda fram í herinum. Eg havi ætlanir um at fara á HF í Føroyum, og seinni er ætlanin at søkja inn á politiskúlan í Dan?mark, greiðir