Fríðkan
- Eg haldi, at tað er ov lítið gjørt við at planta her í kommununi, men nú er so ætlanin at gera meira við hetta. Fríðkingin hevur verið ov lágt prioriterað, men nýggju kreftirnar í býráðnum ætla eftir øllum at døma at prioritera henda partin væl hægri.
Andre sigur, at í løtuni gera teir fýra smá økir klár at planta í.
- Økið, vit standa við, er tað eina, eitt annað er við Missiónshúsið,
eitt triðja uppi við posthúsbrekkuna, og tað fjórða er inni á Skipanesi. Á fríøkinum í Søldarfirði er nýggj gyrðing nýliga gjørd fram við vegnum. Her eru tað fólk í bygdini, sum saman við børnunum tóku sær av at planta. Fríøkið verður hildið av kommununi.
Hann vísir á, at tað er stórt arbeiði at halda hesi økir um summarið, tá ið grasið veksur skjótt, men her plagar kommunan at fáa hjálp frá skúlaungdómum.
- Tað er ikki smávegis arbeiði um summarið at halda kirkjugarðin og tey fríøkir, sum kommunan hevur. Vit hava nógvar regndagar ? eisini um summarið, og tí er neyðugt at dríva á, tá ið ælaslit er, sigur Andre.
Flag á myllu-húsið
- Fløgini, vit loysa her vestanfyri rundkoyringina, verða løgd
oman takið í myllu-húsunum, sum er bygt við Løkin í Runavík. Síðan verður plantað í moldina.
Nær myllu-húsið verður liðugt, sigur Andre, at tað dugir hann ikki at siga í løtuni.
Hann vísir á, at sjálvt húsið er at kalla liðugt; har vantar bert navur og flag, men enn er ymiskt annað at fáa frá hondini.
- Ein skakt skal gerast, sum skal leiða rennandi vatnið til húsið,
og somuleiðis skal aksilin og myllu-vongurin, sum drívur mylluna, monterast og setast upp.
Andre hevur tveir timburmenn, sum aftrat honum sjálvum taka sær av myllu-húsinum.
Spurdur, um ætlanin er at planta í rundkoyringini, har einans gras veksur, sum er, sigur hann, at hetta hevur ikki verið uppá tal.
Kommunumenninir planta ikki sjálvir longur.
- Nú hava vit samstarv við ein gartnara, Ritu Larsen í Fuglafirði,
sum plantar fyri kommununa. Rita er dóttir Jørleif Hansen, postmeistara, á posthúsinum í Saltangará.
Sum skilst, er tað rættiliga nýtt, at gartnari er uppi í leikinum, tá ið fríðkað verður um í Runavíkar kommunu.
"Sandingurin"
Men hvør er hesin maðurin, sum fólk rópa "sandingurin"?
- Eg eri ættaður úr Ísansgarði á Sandi. Barnaheimið hjá mær, er
gistingarhúsið, sum vit kenna í dag. Tað var abbi mín, Johan, sum bygdi húsini. Hann var ringur av astma, og læknin ráddi honum til at byggja høgt millum loft og gólv. Húsini, hann bygdi, høvdu tvær íbúðir. Pápi mín, Mads Winther Hentze, var tá 14 ára gamal og pápabeiggin 20. Tá ið teir giftust, yvirtóku teir hvør sína íbúð.
Á Ísansgarði var handil, sum omma Andre, Karolina Hentze, dreiv.
Hetta var fyrsti úthandilin hjá Hans Joensen við klædnavørum. Seinni varð handilin útbygdur til eisini at selja matvørur. Í eina tíð seldi Karolina bæði klæðir og matvørur, men sum frá leið, gjørdist hetta ein matvøruhandil burtur av.
- Abbi, sum var so ringur av astma, gjørdi tað, hann orkaði. Tí gjørdist omma forsyrgjari. Abbi gekk henni til handar. Hann koyrdi allar vørur, sum handilin hevði, við hestavogni. Sumt kom uppá land í Skopun, sumt á Støðni. Her vóru tunnur við petroleum og siroppi og 200 punds sekkir.
Eitt konubrot
Andre sigur, at omman var eitt rættiligt konubrot.
- Hon helt hús, rak handil og seymaði fyri fólk. Omma átti fimm børn og tók haraftrat tvey børn til fosturs.
Tá ið Karolina gavst at handla, tók pápabeiggi Andre, Eisenberg Hentze, handilin á seg.
- Pápi og Eisenberg vóru bara tveir brøður. Systrarnar vóru tríggjar; Gretha, sum giftist Jógvani Petersen Undir Brekkuni og stovnaði handilin á Eldhús á Sandi, Frida, sum var gift við Karl Johannesen, skipara og Katrina, sum giftist einum steinhøggarameistara í Danmark, Knud Knudsen, av navni. Eingin teirra er á lívi í dag.
Tað eru børnini hjá Grethu, sum dríva handilin á Eldhúsi í dag.
Andre sigur, at børnini, sum omman tók til fosturs, vóru Senita Hansen úr Skopun og Mads Winther Djurhuus, sum eisini var úr Skopun.
- Senita fór til Danmarkar, og Mads til Noregs, har hann sigldi, til hann keypti jørð har yvir og setti seg niður har.
Sjálvur var Andre eitt ár í Noregi hjá Mads, har hann gekk í framhaldsskúla. Hann fylti 15 ár har yviri. Í Noregi arbeiddi Andre eisini á garðinum og í skógini um veturin.
Leiðin higar
Men hvussu kom so "sandingurin", sum hevur verið her í 36 ár, higar til økið.
Andre sigur, at hann í sínari tíð kom til Søldarfjarðar at stoypa garð, kantar og tún hjá einum mammubeiggja Marjun, konu Andre. Tá leigaðu tey bæði í Havn, men 15. apríl 1967 fluttu hann og konan, sum er úr Havn, inn higar at búgva.
Mamma Marjun, Anna, er úr Søldarfirði, og tey vóru 12 systkin. Ikki so fá av familjuni hjá Marjun búgva við Skálafjørðin.
- Okkum dámar væl at búgva á Skálafjørðinum, og tað hevur ongantíð verið uppá tal at flyta burtur aftur, sigur hann.
Í mai í ár hevur Andre starvast sum arbeiðsformaður hjá Runavíkar kommunu í samfull 28 ár.
Í mong ár fevndu arbeiðsuppgávurnar hjá honum og hansara monnum um alt møguligt.
- Vit fingust við vatn, vegir, kloakkir og viðlíkahald. Í dag hava vit framvegis við alt at gera uttan vatnið.
Andre sigur, at fyrst í desember síðsta ár beyð býráðið honum til fundar, tí kommunan vildi hava hann at halda fram í sínum starvi, til hann er fyltur 70.
- Eg fylli 67 í desember í ár og ætli mær at gevast, tá ið hetta árið er úti.
Sandingurin hevur drúgvar royndir við bori-og spreingiarbeiði, og nú sonurin, Jákup Andrias, er farin undir egna fyritøku, sum tekur sær av slíkum, ætlar Andre at verða spreingimeistari hjá honum.
- Mær dámar væl at fáast við slíkt arbeiði, tí tað er ein nýggj og spennandi avbjóðing hvørja ferð - ikki minst, tá ið arbeitt verður ímillum húsanna, sigur hann.
Skiftandi arbeiði
Sum arbeiðsformaður, hevur Andre 6 mans undir sær í løtuni. Í áttatiárunum vóru teir fleiri í tali, men gongdin seinastu árini hevur verið hon, at fleiri og fleiri uppgávur verða keyptar.
- Vit taka okkum av nógvum ymiskum uppgávum. Vit rudda vegirnar og halda kloakkirnar reinar og opnar, grava fyri kaðlum, stoypa fundament og seta upp ljóssteyrar og taka okkum av viðlíkahaldi kring um í kommununi.
Andre vísir á, at fleiri teirra, sum arbeiða hjá kommuni, hava verið leingi í starvi og tann, sum hevur verið longst, hevur verið í 12 ár. Onkur annar hevur verið í 8 ár.
- Ein av monnunum koyrir og røkir maskinurnar, sum kommunan eigur. Hesin hevur nógv at gera, og tað kemur næstan ikki fyri, at maskinurnar fara í smiðju.
Sum arbeiðsformaður roynir Andre at skipa so fyri, at menninir ikki alla tíðina gera tað sama.
- Øll hava brúk fyri variantum í lívinum, og tí royna vit sum frægast at skiftast um ymisku uppgávurnar, sigur hann.
Á Lambareið
Tað gleðir arbeiðsformannin, at Runavíkar kommuna í hesum árinum fær eina høll, sum skal setast upp á Lambareiði til eitt nú verkstað og kantinu. Somuleiðis er ætlanin at flyta ruskplássið við Fjøruvegin inn á Lambareið.
- Sum eg havi skilt, fer kommunan at yvirtaka grótbrotið hjá Landsverkfrøðinginum. Henda yvirtøka fevnir um alt uttan smiðjuna og skrivstovurnar hjá stovninum, sum annars flytir síni amboð niðan á Hústoft.
Andre veit at siga, at Runavíkar kommuna hevur bílagt eina høll, sum verður einar 600-700 fermetrar stór.
- Ætlanin er, at vit skulu stoypa fundamentið, og síðan verður høllin sett upp, sigur fryntligi sandingurin, Andre Hentze.