Spurningurin um at gera Føroyar til eitt valdømi, verður uttan iva eitt av teimum glóðheitu eplunum á politiska leikpallinum í heyst.
Meiningarnar eru ymiskar, men í landsstýrinum er ongin ivi, tí stórur meiriluti í landsstýrinum vil hava, at Føroyar verða eitt valdømi.
Eitt spurnarumfar í landsstýrinum vísir, at tað eru bara Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kals, sum ikki tekur undir við at gera Føroyar til eitt valdømi.
Ongin orsøk at slíta
- Tað stóð nógv á samgonguni, tá ið broytingarnar í 266b í revsilógini vóru fyri. Men hon slitnaði ikki.
- Og nú ætlanin er at gera Føroyar til eitt valdømi, fær samgongan kanska ein skelk afturat, men eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til at slíta hana fyri tað.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, heldur, at tað vildi burturvið, at slitið samgonguna upp á málið um eitt valdømi.
- Spurningurin um at gera Føroyar til eitt valdømi er ikki eitt samgongumál og tí er tað ongin orsøk til at gera tað til eitt samgongumál, sum kann slíta samstarvið, sigur hann.
Hann staðfestir, at uppskotið hevur býtt samgonguna í tveir partar, sum eru at kalla javnt stórir.
- Eg havi onga fráboðan fingið um, at nakar ætlar at seta samgonguna í váða fyri hetta uppskotið og tað er tann veruleiki, eg havi at halda meg til.
- Men eg dugi ikki at síggja, at nøkur orsøk er til, at samgongan skal betala prísin fyri at Edmund Joensen hevur lagt uppskot fram um at gera Føroyar til eitt valdømi.
Men skuldi samgongan slitnað, kann løgtingið halda fram at virka og tí er tað ikki neyðugt, at tað skal forða løgtinginum at virka.
Men fer samgongan so at virka víðari, skuldi tað hent, at fleiri samgongulimir ikki longur kenna seg bundnar at samgonguskjalinum, men fara í sjálvdrátt?
- Eg havi onga fráboðan fingið um nakað slíkt. Eg má halda meg til veruleikan og tað er, at vit hava eina samgongu. Hinvegin mugu vit bara síggja, hvussu leikur ferð og taka støðu útfrá tí, so hvørt sum tíðin líður, leggur Jóannes Eidesgaard afturat.
Eitt valdømi
Annars heldur Løgmaður, at Føroyar eiga at verða eitt valdømi.
Hann sigur, at kommunurnar verða færri og størri, samstundis sum undirstøðukervið bindur næstan alt landið saman og harumframt er støðan tann, at tingmannabýtið samsvarar ikki við atkvøðutalið.
- Eg haldi tí at landið allar Føroyar eiga at verða eitt valdømi.
Hinvegin skilir hann væl sjónarmiðini hjá teimum, sum ikki taka undir við hesum.
Hann heldur, at tað er ein stór og grundleggjandi broyting at skipa Føroyar sum eitt valdømi og tí heldur hann, at tað er rætt at leggja málið til fólkaatkvøðu.
Hinvegin staðfestir hann eisini, at eftir uppskotinum, sum nú er frammi, er ikki lagt upp til eina fólkaatkvøðu.
Ongantíð ov skjótt
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, er heitur talsmaður fyri at gera allar Føroyar til eitt valdømi.
- Tað hevði verið eitt stórt framstig fyri føroyskan politikk, heldur hann.
Í hansara tíð í politikki hevur hann tvær ferðir lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera Føroyar til eitt valdømi, men hvørga ferðina fekk hann undirtøku.
Bjarni Djurholm heldur, at verða Føroyar eitt valdømi, hevði tað gjørt føroyskan politikk nógv ruddiligari.
Hann vísir á, at tá ið val er, royna valevnini í teimum ymsu valdømunum sjálvsagt, at føra ein boðskap fram, sum skal vinna teimum valið í teirra egna økjum.
Men avleiðingin er, at tað er ikki altíð, at tann boðskapurin er samskipaður við eina landspolitiska ætlan, hjá flokkunum.
- Tað merkir, at eftir hvørt val, standa allir flokkar eftir við lokalpolitiskum vallyftum, sum hvør sær kunnu vera skilagóð, men sum tað kanska illa ber til hjá flokkinum at halda í eini landspolitiskari ætlan, serliga um hann kemur í samgongu.
Bjarni Djurholm sigur, at tað kann elva til stórar trupulleikar í flokkum, í samgongum og í politikkinum, sum heild.
- Sum støðan er nú, gera lokalpolitisk vallyfti tað serstakliga torført at gera heildarætlanir fyri samferðsluøki, eins og fyri onnur øki.
Bjarni Djurholm vísir eisini á, at so hvørt, sum kommunur verða lagdar saman, er tað ógjørligt at hava sjey valdømi, uttan at sama kommuna mangan kemur at liggja í minst tveimum valdømum. Og tað ger politikk óneyðuga torføran, at valdømi ikki samsvara við kommunumark.
Bjarni Djurholm sigur, at verða allar Føroyar eitt valdømi, verða flokkarnir noyddir at samskipa síni vallyfti og sostatt mugu floksleiðslurnar og floksskrivstovurnar styrkjast og virka landspolitiskt við einum felags baklandi í staðin fyri sum nú, har hvør flokkur ikki virkar sum ein eind, men sum sjey lokalfeløg.
- Við einum valdømi stendur tað til hvønn flokk sær at syrgja fyri, at teir hava ein boðskap og valevni, sum skaffar teimum undirtøku um alt landið.
Hann nevnir sum eitt dømi, at vóru Føroyar eitt valdømi, ivast hann onga løtu í, at vit langt síðani høvdu samst um at byggja ein tíðarhóskandi framtíðar flogvøll í Føroyum, sum hevði verið nógv longri og enn tann vøllurin, sum, vit nakrantíð kunnu gera í Vágum.
Hinvegin heldur hann eisini, at uttan iva er tað skilagott at styrkja kommunurnar. Men hann heldur ikki at vit skulu bíða við at gera Føroyar til eitt valdømi, til kommunurnar eru styrktar.
- Besti mátin at styrkja kommunurnar er kanska nettupp at taka stigið og gera landið til eitt valdømi, men finna kommunurnar ikki sjálvar útav at leggja saman, kann nettupp eitt Løgting, sum er valt í einum valdømi, megna at leggja tær saman í einar sjey kommunur.
Ongin dettur niður ímillum
Verða Føroyar gjørdar til eitt valdømi, hevði tað tryggjað, at allir føroyingar høvdu fingið líka góðar tænastur frá tí almenna.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður heldur avgjørt, at tað er skilagott, at Føroyar vera eitt valdømi.
Hann sigur, at á teimum málsøkjum, hann umsitur í landsstýrinum, sum eru almanna- og heilsumál, er tað fremsta uppgávan at fáa samstarv ímillum stovnarnar í teimum ymsu landspørtunum, so at øllum borgarum verður tryggjað javnbjóðis tænastur.
-Tað týdningarmiklasta er at fáa teir stovnar vit hava í landinum á teimum ymsu málsøkjunum, at samvirka sum eina eind, sum veitir øllum borgarum landsins javnbjóðis tænastur, sama, hvar í landinum, borgarin býr.
Hans Pauli Strøm heldur, at tað er ein forðing fyri hesum, at Føroyar eru sjey valdømi, tí sum støðan er nú, verður politisk støða ofta tikin eftir, hvat tænir tí einstaka valdøminum best, heldur enn hvat gagnar heildini best.
Tí væntar hann, at verða Føroyar eitt valdømi, fer almanna-og heilsuverkið at fáa eina betri politiska viðgerð, tí tá sleppa politikarar undan at hugsa í einstøkum valdømum, men kunnu hugsa landspolitiskt.
Tað verður mangan ført fram, at verða Føroyar eitt valdømi, fara summi øki í landinum at detta niðurímillum. Her verður mest hugsað um útjaðaran?
- Eg haldi, at tað fer at verða beint øvugt. Skulu vit tryggja, at mismunur ikki verður gjørdur á borgarum, alt eftir hvar ið teir búgva, eiga Føroyar at vera eitt valdømi, tí tá sleppa vit frá at taka útgangsstøði í lokalpolitiskum sjónarmiðjum, men kunnu leggja til rættis útfrá einum heildarsjónarmiði.
Hinvegin er Hans Pauli Strøm sannførdur um, at verða Føroyar gjørdar til eitt valdømi, er eisini neyðugt at styrkja kommunurnar.
Tey fýra viðurskiftini: Føroyar sum eitt valdømi, fyrisitingarliga, politiskt og búskaparliga sterkari kommunur, kommunal útjavning og greitt ábyrgdarbýtið ímillum land og kommunur, hoyra óloysiliga saman, tí tey eru ein treyt fyri hvørjum øðrum.
Men akkurát í hvørjari raðfylgju hetta skal gerast, heldur hann kanska hevur minni týdning, men tey treyta hvørt annað.
Tíðin ikki búgvin til eitt valdømi
- Tað er skilagott at gera Føroyar til eitt valdømi.
Tað heldur Jacob Vestergaard.
Men hann heldur ikki, at tíðin er búgvin til at gera tað beint nú.
- Eg haldi, at tað fyrst er neyðugt at styrkja tann kommunala bygnaðin, sigur hann.
Hetta merkir, at Jacob Vestergaard vil hava, at Føroyar verða lagdar saman í sjey kommunur og at vit fáa eitt greitt ábyrgdarbýti ímillum landið og kommunurnar, áðrenn Føroyar verða eitt valdømi.
Hetta merkir eisini, at kommunurnar skuldu fingið ábyrgdina av fleiri málsøkjunum.
- So kunnu kommunurnar føra veruligan økispolitikk ímeðan Løgtingið førir veruligan landspolitikk, sigur Jacob Vestergaard.
Hann heldur, at verða Føroyar gjørdar til eitt valdømi, sum kommunala støðan er nú, er vandi fyri, at øki detta niður ímillum og ikki verða útbygt, sum tey eiga.
- Tann vansin hevði minkað, vóru kommunurnar færri og sterkari so at tær kundu ført veruligan økispolitikk, sigur Jacob Vestergaard.
- Landið er lítið, so í grundregluni eiga vit at duga at síggja alt landið sum eina heild, heldur landsstýrismaðurin.
Lokalpolitikkur er øgiliga positivur
- Tað er ikki satt, at tinglimir kring landið bara føra lokalpolitikk.
Tað staðfestir Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður.
Hann sigur, at tað vera nógvar landspolitiskar avgerðir tiknar í Løgtinginum og tað verður sanniliga nógvur landspolitikkur førdur í Løgtinginum.
Hinvegin heldur hann eisini, at tað er onki løgi í, at teir ymsu tinglimirnir arbeiða fyri sínum valdømi.
- Er tað ikki tað, sum er eitt endamál við politikki, spyr hann.
Hann heldur í hesum sambandi, at tað er als ikki sagt, at undirsjóvartunnilin til Vágar og Norðoyggjar vóru komnir við ongum vágamanni og ongum norðoyingi á Løgtingi, spyr hann.
Jógvan á Lakjuni er ímóti at Føroyar verða skipaðar í eitt valdømi og hann heldur ikki at grundgevingarnar fyri at gera Føroyar til eitt valdømi, eru ikki haldgóðar.
Í øllum førum heldur hann, at tað er alt ov knappligt at gera Føroyar til eitt valdømi á løgtingsvalinum, sum verður um eitt hálvt ár.
- Verður uppskotið um at gera Føroyar til eitt valdømi, samtykt, kann tað í hvussu so er ikki koma í gildið fyrrenn á næsta løgtingsvali um fýra ár, tí, sum er, eru flokkarnir undir ongum umstøðum til reiðar til tað uppundir hetta valið.
Hann staðfestir, at eitt endamál við at hava fleiri valdømi, er at øll øki skulu vera umboðað á Løgtingið. Tað er ikki uttan orsøk, tí tað er meiningin við fólkaræðinum, at øll skulu hava eina rødd, eisini tey veikastu.
Tí heldur hann, at vit eiga framvegis at hava eina skipan, sum tryggjar, at øll økini fáa umboðan á Løgtingi.
Jógvan á Lakjuni spyr, hvussu uppstillingin skal vera, skuldi tað hent, at Føroyar verða eitt valdømi.
Ein spurningur er, hvønn leiklut tey ymsu valfeløgini fáa.
- Floksapparatini eru veik í øllum flokkum og verða Føroyar eitt valdømi, stúri eg fyri, at tað verður ein miðsavnað nevnd í Havn, sum ger av, hvør skal stilla upp úti um landið. Ein vansi við tí er, at í summum økjum í landinum verður kanska als onki valevni.
- Sostatt fara grasrøturnar at følna, heldur Jógvan á Lakjuni.
Eggjar fólki at hugsa um heildina
Føroyar eiga at vera eitt valdømi.
Tað ivast Magni Laksáfoss onga løtu í.
- Størsti fyrimunurin við at gera alt landið til eitt valdømi, er fyrst og fremst, at tað hevði eggjað fólki at hugsa landspolitiskt, heldur enn lokalpolitisk.
Hann heldur ikki, at vandi er fyri, at tey ymsu økini fara at detta niður ímillum, verða Føroyar eitt valdømi.
- Sum støðan er í dag, eru tað politikarar úr Suðuroy, sum hugsa mest um Suðuroy, men verða Føroyar eitt valdømi vænti eg, at tann støðan fer at broytast, so at eisini onnur fara at føla tað sum eina skyldu at hugsa um Suðuroynna.
Magni Laksáfoss sigur kortini, at sum støðan er í dag, eru tað veruliga eisini politikarar, sum arbeiða fyri økjum, har teir als onki kunnu fáa burturúr í atkvøðum á einum vali.
- Og tá ið politikarar undir skipanini í dag kunnu fáast at arbeiða fyri einum øki, har teir onki fáa burturúr, er væl hugsandi, at enn fleiri høvdu fingið uppaftur størri áhuga at arbeitt fyri einum ávísum øki, nú teir eisini kunnu hava vónir um at fáa atkvøður afturfyri.
Magni Laksáfoss heldur lítið um at summi halda, at Føroyar kunnu ikki verða eitt valdømi, fyrrenn kommunurnar eru styrktar.
- Tað einasta, slíkur hugsunarháttur førur við sær, er at øll bíða eftir hvørjum øðrum: Ein kommunal útjavningarskipan kann ikki verða sett í verk, fyrrenn kommunurnar eru styrktar – men kommunurnar kunnu ikki styrkjast, fyrrenn ein útjavningarskipan er sett í verk. Summi siga, at alt hetta má avgreiðast, áðrenn Føroyar verða eitt valdømi, men onnur halda, at tað er neyðugt at fáa allar Føroyar til eitt valdømi, áðrenn nakað kann henda á kommunala økinum.
- Soleiðis sita øll og bíða eftir hvørjum øðrum og tí er tað meiningsleyst at bíða,
- Velur tú at ganga eina kós, er neyðugt at halda kósina, hóast øll ikki akkurát ganga í takt, sigur Magni Laksáfoss.
Miðsavnar valdið
Bjørn Kalsø er ikki fyri at gera Føroyar til eitt valdømi, tí hann heldur, at sum frálíður fer tað at miðsavna alt valdið í miðstaðarøkinum.
Nógv av teimum framstigum, sum eru gjørd kring landið, eru gjørd, tí at landið er fleiri valdømi. Í øllum heldur hann, at kommunurnar eiga at styrkjast, áðrenn valskipanin verður broytt so grundleggjandi.










