Grækaris Djurhuus Magnussen
²Hevur tú eitt pressukort?²
Ljóshærda gentan innan fyri skottryggu rútarnar í móttøkuni á Christiansborg hyggur undrandi at føroyska gestinum. Fyri eini løtu síðani fór drotningin, saman við øðrum limum í kongshúsinum, fram við móttøkuni. Saman við henni og kongshúskinum var sjálvur formaðurin í fólkatinginum, Ivar Hansen. Og nú, ein tíma seinni, stendur ein vásaklæddur føroyskur journalistur, og ynskir at hitta aðrar føroyskar journalistar. Ikki drotningina. Ikki fólkatingsformannin. Og heldur ikki aðrar framstandandi danskar politikarar.
Tað er týsdagur 5. oktober 1999. Í dag verður fólkatingið sett fyri seinastu ferð hesa øldina. Fólkatingssetanin er eisini orsøkin til, at kongshúsið er so væl umboðað inni á Christiansborg í dag. Hetta er hátíðardagur. Dagurin, tá fólkatingslimir, ráðharrar og starvsfólk á Christiansborg finna fram fínasta skrúð.
Millum áhoyrararnar í fólkatinginum eru mongu journalistarnir, sum dagliga starvast á Christiansborg. Ein teirra er Kári Durhuus, annar av monnunum aftan fyri Føroysku Tíðindastovuna.
Á redaksjónini hjá Føroysku Tíðindastovuni, einum fýrakantaðum rúmi á ²Ríðibananum², sum hesin parturin av Christiansborg verður róptur, situr Per Højgaard. Hann er hin maðurin aftan fyri Føroysku Tíðindastovuna.
Føroyar á skránni
Hesi árini, síðani teir báðir vinmenninir og lestrarfelagarnir, Kári Durhuus og Per Højgaard, settu á stovn egna tíðindastovu, hava teir javnan kunnað føroyingar um viðurskifti í Danmark. Viðurskifti, sum so ella so koma føroyingum við. Og ²timingin² hjá teimum báðum var góð.
Nú fólkatingið verður sett fyri seinastu ferð hesa øldina, eru teir báðir aftur tilreiðar at siga føroyingum, hvørjar ætlanir, danska stjórnin hevur fyri Føroyar. Fullveldisætlanirnar liggja beint fyri framman, og fyrsta dagin byrja fyrstu samráðingarnar millum Føroya landsstýri og donsku stjórnina. Tí ræður um at liggja undir hvørjum orði, danski forsætisráðharrin ber fram í dag.
Hektiskt
Per Højgaard fær boðini um føroyska gestin, stutt eftir at setanarrøðan hjá Poul Nyrup Rasmussen er byrjað. Hann leggur í skundi oyratelefonirnar frá sær, og lítla løtu seinni kemur hann algoystur oman í móttøkuna.
²Góðan dag, og væl komin. Vit mugu gera skjótt av. Eg fái ikki ISDN-linjuna upp til Útvarpið at rigga. So nú noyðist eg at taka røðuna hjá forsætisráðharranum upp á band ? beint úr hátalaranum², greiðir Per Højgaard frá.
Klokkan er farin væl av ellivu føroyska tíð, og heima í Útvarpi Føroya vænta tey sær minst eitt innslag frá fólkatingssetanini til tíðindini á døgverða. Og tíðindini skulu í luftina um ein lítlan tíma.
²Typiskt², letur í Per Højgaard, meðan vit ganga upp á redaksjónina í hesi villiniborgini. ²Sjálvandi skal ISDN-linjan fara í svart, júst tá vit hava mest brúk fyri henni².
Góðskan á tí, tú sendir gjøgnum eina ISDN-linju, er nógv betri enn á eini vanligari telefonlinju. Hon gevur eisini sum heild nógv størri rásarúm at arbeiða. Tí hevur tað so stóran týdning fyri útvarpsarbeiðið júst í hesi løtu, at hon riggar ? ella rættari, at hon ikki riggar.
Ávegis gjøgnum longu gongina á Ríðubananum ganga vit fram við millum øðrum hølunum hjá Kristiliga Fólkaflokkinum. Longur inni í gongini, mitt millum TV2-regiónirnar og Grønlandspostin, liggur Føroyska Tíðindastovan.
²Vit mugu ganga varisliga um dyrnar inn á redaksjónina, tí annars kemur larmurin upp á bandupptakaran², letur í Peri.
Vit fara innar.
Fyrstu innsløgini heim
Ongin tíð er at geva út. Um trý korter skal fyrsta innslagið úr fólkatinginum út til føroysku útvarpslurtararnar. Úr hátalarunum hoyra vit Poul Nyrup Rasmussen tosa um framhaldandi vælferðina hjá dønum. Ímeðan setist Per Højgaard við telduna við nýmótans digitalu redigeringsútgerðini.
²Eg gjørdi tvær samrøður fyrr í morgun ? áðrenn fólkatingslimirnir og hini fóru til guðstænastu í Slotskirkjuni. Tær má eg seta saman á telduni beinanvegin. So er tað ikki eftir, tá Kári kemur úr fólkatingssalinum,² sigur Per mestsum fyri seg sjálvan.
Samrøðurnar eru við teir báðar, Jóannes Eidesgaard og Óla Breckmann. Um teirra meting, nú fullveldissamráðingarnar standa fyri framman. Kann vera, at hetta ikki einans er seinasta fólkatingssetanin í hesi øldini, men eisini tann seinasta hjá teimum báðum føroyingunum. Um fullveldið verður veruleiki so skjótt.
Per Højgaard er nú liðugur at seta samrøðurnar saman. Í telefonini hevur hann Útvarp Føroya:
²Tú, Bjarni, eg havi tvey innsløg klár, sum skulu við nú á døgurða. Ert tú klárur at taka ímóti?²
Hann trýstur á ein knøtt, og so fara innsløgini heim ? um ISDN-linjuna, sum nú er raknað við aftur. Í tí sama loypir hann úr stólinum, og starir upp á hátalararnar. Jú, nú er hann, forsætisráðharrin, komin til tað týdningarmesta: Framtíðar viðurskiftini við Føroyar. Telefonin á borðinum ringir, men hon má bíða. Nú er tað Poul Nyrup Rasmussen, ið hevur fremstu raðfesting.
Smellir við koyrlinum
Tað er deyðatøgn á redaksjónini. Teir gott og væl fýra minuttirnar, forsætisráðharrin tosar um viðurskiftini við Føroyar, fært tú teg illa nokk at anda. Tí ongantíð áður hevur forsætisráðharrin verið so bersøgin sum hesaferð. Hann hevur tikið ullina úr munninum. Og fyrsta fatanin, tú fært, er, at hann hevur hug at reiggja við koyrlinum.
²Vit fara at virða avgerðina, koma føroyingar til ta niðurstøðu, at teir ynskja at loysa frá Danmark. Men tað kostar. Bæði búskaparliga, umsitingarliga og á øðrum økjum!²
Poul Nyrup Rasmussen er liðugur við Føroyar á hesum sinni. Inni í fólkatingssalinum reisist Kári Durhuus, og leggur leiðina í skundi móti Ríðibananum. Løtu seinni bresta dyrnar inn á føroysku redaksjónina upp, og Kári kemur stunandi innar.
²Óluksáligt, sum tað gjørdist hektiskt í dag. Eg var eisini so seinur til arbeiðis í morgun. Á veg inn í býin koyrdi ein bilur við einum eldri manni við rattið beint út fyri meg. Út fyri hávatenn,² letur í Kára Durhuus, sum ristir á høvdinum.
Nú eru tíggju minuttir eftir, til tíðindini skulu í luftina heima í Føroyum. Í Útvarpinum bíða tey eftir týdningarmesta innslagnum frá Kára og Per. Innslagnum við Poul Nyrup Rasmussen.
Kári Durhuus hyggur upp á Per: ²Nú, hvat heldur tú, vit skulu senda heim? Hvat hevði størstan týdning av tí, Poul Nyrup segði?²
Teir tosa saman eina løtu. Stundir eru ikki at klippa stórvegis burtur úr teimum gott og væl fýra minuttunum, sum viðvíktu Føroyum. Samstundis eru teir samdir um, at forsætisráðharrin ongantíð áður hevur verið so bersøgin, og tað er jú tað, føroyingar hava bíðað eftir leingi. Teir semjast tí um at senda teir fýra-fimm minuttirnar heim uttan at klippa nakað burturúr.
Teir leypa upp úr stólunum, og yvir at sendiútgerðini, sum stendur í einum horni á redaksjónini. Klokkan er nú 12.20 heima í Føroyum, og útvarpstíðindini fara í luftina. Fyrsta innslagið eru samrøðurnar við Óla Breckmann og Jóannes Eidesgaard.
At teir hava arbeitt tætt saman fyrr, Kári og Per, ja, tað er sjón fyri søgn. Kári Durhuus setur seg við mikrofonina, og Per Højgaard tekur oyratelefonina, og stillar seg við tøknisku knøttarnar. Og meðan samrøðurnar við Óla og Jóannes verða sendar út í hvønn krók heima í Føroyum, fer innslagið við Poul Nyrup Rasmussen ? við ISDN-linjuni, av redaksjónini á Ríðibananum á Christiansborg, og norður í hav. Tað eydnaðist sostatt teimum báðum á Føroysku Tíðindastovuni at fáa alt heim til tíðina. Eina ferð enn. Og uttan at nakar lurtari hevði minsta varhugan av, at tað var við tógvið stríð.
Kári Durhuus reisist frá lestrarborðinum, turkar sveittan av pannuni, og sessast aftur so tungan aftan vert skrivaraborðið:
²Hetta verður ein minniligur dagur², letur í honum.
Spennandi umhvørvi
Tað var longu meðan teir báðir gingu á journalistaháskúla í Århus, at teir spældu sær við tankan, at seta á stovn egna tíðindastovu í Danmark. Og hon skuldi halda til á Christiansborg. Teir vistu, at fleiri donsk bløð, tíðindabløð og fakbløð, høvdu smærri redaksjónir á Christiansborg. Teir vistu eisini, at Grønlandsposturin helt til á Christiansborg.
- Vit gjørdu tí av at kanna møguleikan fyri føroyskari umboðan millum journalistarnar, sum dagliga siga frá gongdini á fólkatingi og í stjórnini. Og tað eydnaðist, greiða Kári Durhuus og Per Højgaard frá.
Í dag hava teir atgongd til skrivstovuna á Christiansborg alt samdøgrið. Teir hava atgongd til stórtsæð somu hentleikar, sum fólkatingslimirnir hava. Til dømis kunnu teir brúka stóra bókasavnið á borgini. Hava teir brúk fyri at leita okkurt fram, kunnu teir seta ein av bókavørðunum í gongd at leita, so verður arbeiðið gjørt fyri teir.
- Vit fáa eisini allan post, t.e. tíðindaskriv, lógaruppskot og líknandi, sum viðkoma fólkatinginum, so hvørt tey síggja dagsins ljós. So vit byrja hvønn morgun við at lesa postin, sigur Per Højgaard.
Teimum dámar eisini væl umhvørvið á Christiansborg, sum teir halda vera bæði øðrvísi og spennandi.
- Tú livir tætt upp at politikarunum í gerandisdegnum, og teir upp at tær. Av tí sama fært tú eitt óvanliga gott og tætt samstarv við politikararnar. Og hetta, at journalistar liva so tætt upp at politisku myndugleikunum ger ivaleyst eisini sítt til at styrkja fólkaræðið. Tað er jú heilt óvanligt aðrastaðni, at fjølmiðlarnir dagliga arbeiða so tætt saman við landsins politikarum. Aðrastaðni rópa tey hetta ²Christiansborg-effektin².
Teir báðir vísa kortini á, at tað kann eisini verða ov mikið av tí góða. Tað ganga nakrir journalistar á Christiansborg, sum hava arbeitt har í mong harrans ár. Og tá kann tað vera torført at síggja, hvør teirra er journalistur og hvør er politikari.
- Karmarnir, arkitektururin er eisini spennandi. Her eru nógv spennandi høli, t.d. hevur drotningin móttøkuhøli á Christiansborg. Og so er forsætismálaráðið bygt saman við Christiansborg, soleiðis at til ber at ganga inn at heilsa upp á forsætirráðharran, uttan at fara útum, vísir Per Højgaard á.
Í kjallarahæddini undir Ríðibananum er stallurin, sum hýsir rossum og karetum hjá kongshúsinum. Og lívgardin hjá drotningini er ongin ókend sjón kring Christiansborg.
- Onkuntíð, tá tú kemur í prát við ein dana úti í býnum, og hann frættir, hvar eg arbeiði, kann hann hyggja upp á meg og siga: ²Det lyder skam spændende. Der har jeg aldrig været², flennir Kári Durhuus.
Hendingaríkar løtur
Arbeiðið, teir á Føroysku Tíðindastovuni gera, er fyrst fremst journalistiskt arbeiði fyri Útvarp Føroya. Og í hesum arbeiði hava teir havt nógvar hendingaríkar løtur.
Ein løta, teir báðir minnast serliga væl, var tá Ivar Hansen varð valdur til fólkatingsformann við lutakasti. Tað var rættiliga spennandi, og hýrurin á fólki var eisini heilt serligur tann dagin.
- Úrslitið av seinasta fólkatingsvali var eisini nakað heilt serligt. Vit sótu á redaksjónini og fylgdu við, og vit løgdu til merkis, at TV2 alla tíðina var ein hálvan tíma aftan fyri Danmarks Radio. Danmarks Radio fekk føroysku úrslitini frá Útvarpi Føroya, meðan TV2 fekk úrslitini frá SvF. Og Útvarpið hevði endaliga úrslitið í Føroyum umleið hálvan tíma áðrenn Sjónvarpið. Danmarks Radio visti so at siga, at Jóannes Eidesgaard varð valdur saman við Óla Breckmann, meðan TV2 vildi verða við, at uppteljingin var ikki heilt liðug.
- Tá gekk táverandi næstformaðurin í Vinstra, Anders Fogh Rasmussen, sum í dag er formaður í flokkinum, inn til okkara at spyrja um úrslitið. Og úrslitið var jú avgerandi fyri, um Uffe Elleman-Jensen kundi gerast næsti forsætisráðharrin í Danmark, greiða teir frá.
Tá Kári Durhuus og Per Højgaard bóðu Uffa Elleman-Jensen um eina viðmerking seinni um kvøldið, tá úrslitið var greitt, heitti hann á teir um at telja ²ordiliga² upp. Og so legði hann skemtandi aftrat:
²Kanska liggur eitt ílat við atkvøðum eftir onkunstaðni í Fuglafirði, sum ikki eru taldar við enn².
Danski forsætisráðharrin viðgekk eisini nakrar mánaðir seinni, at valkvøldið ? við avgerandi atkvøðunum úr Føroyum, var ein ²gysari av eini aðrari verð².
Nelson Mandela
Kári Durhuus og Per Højgaard hava eisini havt aðrar áhugaverdar og spennandi løtur í arbeiði sínum. Teir nevna millum annað dystin millum Poul Nyrup Rasmussen og Jóannes Eidesgaard eftir fólkatingsvalið. Teir báðir javnaðarformenninir skuldu gera upp, og spenningurin í Føroyum var stórur.
- Men tann dagin, tá suðurafrikanska reystmennið Nelson Mandela vitjaði í Keypmannahavn, gloymi eg ongantíð. At síggja hendan sterka mannin, sum hevur sitið fongslaður stóran part av lívinum, men sum ikki sær út at bera agg, og sum hevur havt so nógv gott at geva øðrum, eftir at hann varð latin leysur; ja, tað er fantastiskt, heldur Kári Durhuus.
Kirsten Jacobsen og Robin Hood
Hesa tíðina, Per Højgaard og Kári Durhuus hava starvast á Christiansborg, eru teir komnir at kenna fleiri politikarar heilt væl. Mesta sambandið hava teir havt við Piu Larsen, í flokkinum Vinstra, Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, og leiðaran í Framburðsflokkinum, Kirsten Jacobsen. Og avgjørt litríkasta politikaran á Fólkatingi halda teir báðir vera Kirsten Jacobsen.
- Kirsten Jacobsen er ein politikari, sum í eini handavending kann banka eitt kjak upp í tingsalinum. Hon setur seg altíð avbera væl inn í ymsu málini á tingi, og aðrir politikarar hava stóra virðing fyri henni. Og í veruleikanum er hon eitt fólk, sum tú bara kanst hava virðing fyri, tá tú kennir hana. Ikki minst eftir at hava lisið bókina ²Um Kirsten², eru teir báðir samdir um.
Teir vísa á, at hon millum annað hevur avdúkað fíggjargølur sum fáur, og á tí økinum er hon suveren. Hon er eisini ein politikari, sum tosar nógv við ²mannin á gøtuni².
- Hon er í veruleikanum eitt slag av Robin Hood, heldur Per Højgaard.
Onkrari skemtiligari hending hava teir eisini verið úti fyri á Christiansborg. Ein dagin, stutt eftir at teir vóru byrjaðir við Føroysku Tíðindastovuni, og útgerðin fylti nógvar ferðir meira enn í dag, skuldu teir senda beinleiðis út tinginum. Einasta, teir kundu gera, var at fara inn í eina lítla telefonboks, ið stendur beint uttan fyri sjálvan tingsalin.
- Tað var áðrenn vit fingu digitalu útgerðina, vit arbeiða við í dag. Telefonboksin er rættiliga lítil ? valla pláss fyri meira enn einum fólki undir vanligum umstøðum. Men vit høvdu fyrst ein stóran spolabandupptakara, eitt stórt tól, at senda heim við (eina reportofon), fleiri káplar, - og so vit báðir. Vit sótu næstan oman á hvørjum øðrum.
- Ein lítil rútur er í sjálvari hurðini inn til telefonboksina. Og júst tá vit vóru lidnir at senda heim til Útvarpið, síggja vit eyguni í Poul Nyrup Rasmussen, sum forvitin hyggur inn gjøgnum rútin. Hann letur hurðina upp, og skal spyrja okkum, hvat tað er, ið hendir inn í boksini. Men plássið var so lítið, at tá forsætisráðharrin letur hurðina upp, meira ella minni bólta vit fyri føturnar á honum. Tað var ein stuttlig løta, halda teir báðir skemtandi fyri.
Víðka virksemið
Umframt arbeiðið fyri Útvarp Føroya, hava Per Højgaard og Kári Durhuus eisini gjørt annað arbeiði. Teir hava millum annað gjørt eitt álit fyri Føroya landsstýri um kunningarpolitikkin hjá almennu fyrisitingini. Og nú fer Føroyska Tíðindastovan at økja virksemið.
Í næstum fara teir at bjóða virkjum, feløgum og einstaklingum ráðgeving í førum, har journalistiska fakið kann koma væl við. Tað kann verða at orða tíðindaskriv og ráðgeving í skrivligum tilfari sum heild. Teir fara at bjóða skeið í viðurskiftum, ið hava við fjølmiðlar at gera. Hvussu orðar tú teg t.d. stutt og greitt til loftmiðlarnar?
Klokkan er nú vorðin 16.00, og føroysku journalistarnir á Christiansborg skulu aftur í eldin.
- Vit skulu hava viðmerking frá føroysku fólkatingslimunum og løgmanni til tað, forsætisráðharrin segði í setanarrøðuni, siga teir báðir, Kári Durhuus og Per Højgaard.
Teir lata seg í hábærsligu jakkarnar, stramma slipsini, og fara til gongu eftir gongini í Ríðibananum. Yvir aftur móti fólkatingssalinum.