VITorka riggar av

- Tað er syrgiligt at sleppa eini ætlan, sum vit hava arbeitt við í tvey ár. Men vit renna okkum bara í forðingar í Føroyum, og royna nú í staðin okkara verkætlan í Danmark, sigur Magni Laksáfoss, ein av stigtakarunum til VITorku, sum vil bjóða vindorku til upphiting.

Jón Brian Hvidtfeldt

- Ja, vit vaska talvuna reina.
Magni Laksáfoss ljóðar sannførdur og sorgblíður í senn, tá hann bókstaviliga førir svampin eftir whiteboard’inum á skrivstovuni hjá VITorku í J. C. Svabosgøtu 8 í Havn.
Talvan hevur síðstu løtuna verið brúkt til at tekna upp søguna og gongdina hjá hesum lítla, alternativa orkuveitara, ið hevur sett sær so ambitiøs mál, at til ber at tosa um eina kollvelting av øllum tí føroyska orkumarknaðinum.
Málið hjá VITorku hevur í stuttum verið at fáa føroyingar at hita síni hús við vindorku, heldur enn olju. Hevur verið, tí nú er málið slept, sambært Magna Laksáfoss.
- Vit hava arbeitt við hesi verkætlanini í tvey ár. Men vit renna okkum ímóti allastaðni, og forðingarnar tykjast ongan enda at fáa, sigur Magni Laksáfoss uppgevandi.
- Eg havi onga grundaða vón um, at her hendir nakað skilagott á økinum. Hvussu leingi skulu vit tosa og leggja til rættis, áðrenn tíðin er komin til at fara ígongd, spyr Magni Laksáfoss retoriskt.
Gjøgnum sína fakligu bakgrund sum búskaparfrøðingur hevur Magni Laksáfoss í áravís tosað um oljuna sum eina hóttan móti føroyska búskapinum. Føroyska samfelagið innflytir olju fyri 1,2 til 1,3 milliardir krónur um árið, og hækkandi oljuprísir á heimsmarknaðinum vilja bara gera somu litrar enn dýrari. Magni Laksáfoss metir seg hava granskað somikið í altjóða oljuprísum, at hann við vissu kann siga, at oljan fer at vera munandi dýrari at keypa. Tí er eftir hansara tykki alneyðugt at føroyska samfelagið ger seg so leyst av oljuni sum yvirhøvur tilber.
- Her er vindorkan eftir mínum tykki besta boðið, sigur Magni Laksáfoss, sum hevur eina ítøkiliga ætlan um at seta vindmyllur upp, sum skulu framleiða streym til upphiting.
Saman við sær hevur hann Thormann Kruse, ið er útbúgvin veikstreyms-verkfrøðingur, og Torkil Zachariassen, civilverkfrøðingur innan maskintøkni.
Lagnunar speisemi vildi tað soleiðis, at verkætlanin hjá VITorku fekk mønustingin, tá málið kom á borðið á gamla arbeiðsplássinum hjá Magna Laksáfoss úti í Fíggjarmálaráðnum á Argjum.
- Fíggjarmálaráðið setir høvuðsfokus á prísin, og at allar uppgávur skulu bjóðast út í fríari kapping. Og áðrenn orkuveitingin kann bjóðast út, skulu sonevndar ESCO-kanningar gerast av øllum bygningum. Tá misti eg mótið, sigur Magni Laksáfoss og slær uppgevandi út við ørmunum.
Hóast fyrrverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur seg skilja sjónarmiðið við at bjóða uppgávur út, so hevur hann ilt við at skilja argumentatiónina fyri at gera nýggjar kanningar av øllum almennum bygningum fyrst.
- Vit vita longu í dag, niður í smálutir, hvussu nógv olja verður brúkt til at hita stóru, almennu bygningarnar, argumenterar Magni Laksáfoss.
Stóru, almennu bygningarnir hava ein avgerandi leiklut í verkætlanini hjá VITorku. Bara Landssjúkrahúsið brúkar eina millión litrar av olju um árið, ið er tað sama sum eini 300-350 sethús.
- Tí gevur tað meining at byrja har, men vit mugu hava aðrar almennar bygningar har í nærumhvørvinum við beinanvegin. Neyðugt er at fáa fleiri stórar brúkarar við beinanvegin, sigur Magni Laksáfoss.

Tilgongdin
Tað eru júst tvey ár síðani at VITorka bjóðaði sær til at hita eina røða av almennum bygningum við vindorku, sum felagið skuldi útvega sær frá vindmyllum á Glyvursnesi og føra oman í Havnina við egnum neti. Longu í upprunaliga tilboðnum, dagfest 2. apríl 2013, lá ein trygd um, at prísurin ongantíð skuldi fara upp um dagsins oljuprísur. Í fyrsta tilboðnum vóru nevnd Landssjúkrahúsið, Læraraskúlin, Venjingarskúlin, Havstovan, Vinnuháskúlin, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Fróðskaparsetrið og fleiri aðrir almennir bygningar í nærumhvørvinum.
Fyri fyritøkuna hevði tað týdning at fáa fleiri stórar brúkarar við beinanvegin, tí annars vildi íløgan í vindmyllur ikki loysa seg.
Á sumri í 2012 fær VITorka fyrstu metingina frá Jarðfeingi, sum staðfestir at yvirskipða er ætlanin sameinilig við tilmælini í heildarætlanini hjá Vinnumálaráðnum, ið mælir til at elektrifisera upphiting á landi. Men Jarðfeingi vísir samstundis á stórar avbjóðingar, sum felagið stendur frammanfyri. Bæði viðvíkjandi loyvum til vindmyllur, tøkniligar avbjóðingar, fígging til verkætlanina, umframt at útvega kundar. Hetta seinasta, kundarnir, skuldi vísa seg at gerast eitt kardinalpunkt í víðari tilgongdini.
Fyri nýggju og ambitiøsu fyritøkuna var neyðugt at fáa ein stóran kunda, ið kundi geva verkætlanini neyðuga grundarlagið at standa á. Upplagdi, stóri kundin vóru almennu bygningarnir við og kring Landssjúkrahúsið.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, vísir ætlanini áhuga og biður Landsverk, sum umsitur allar bygningar hjá tí almenna, um eina meting av tilboðnum frá VITorku. Metingina fær landsstýrismaðurin í apríl 2013, eitt ár eftir at VITorka fyrstu ferð bjóðar seg fram.
Eisini Landsverk vísir á stórar óvissur. Einki fyrireikingararbeiði er gjørt fyri at útvega loyvi og lendi á Glyvursnesi, og talið á vindmyllum sveiggjar úr 15 til 50, alt eftir hvør stødd á myllum verður vald. Eitt nýtt distributiónsnet krevur stórar útbyggingar og nógv graviarbeiði fram við vegunum í høvuðsstaðnum. Ein røð av loyvum skulu útvegast frá ymsum myndugleikum, sum á einhvønn hátt hava eitt orð at skula siga. Samanumtikið ber verkætlanin brá av, at hon er á byrjanarstøði, metir Landsverk, sum við ávísum fyrivarni eisini gevur verkætlanini rósandi orð við á vegnum:
-Landsverk mælir til at gera eitt ”letter of intent” við VITorku um, at almennir landsbygningar, har tað verður mett hóskandi, verða knýttir at vindorkuskipanini hjá teimum, soleiðis eisini Landssjúkrahúsið.
Fyrivarni hjá Landsverki eru, at landið ikki skal gera stórvegis íløgur fyri at binda bygningarnar í skipanina, og eisini skal landið fáa ein fastan prís í 10 til 20 ár.
Tá frágreiðingin hjá Landsverki kemur á borðið, liggja longu tvær aðrar frágreiðingar og metingar á borðinum.
Jarðfeingi er komið við síni endaligu meting av umsóknini hjá VITorku. Og Vinnumálaráðið hevur gjørt sína niðurstøðu.
Í frágreiðing til Vinnumálaráðið, dagfest 3. desember 2012, mælir Jarðfeingi mælir frá at landið ger langtíðarsáttmála við felagið VITorka um upphiting av almennum bygningum. Niðurstøðan hjá Jarðfeingi er, at hvørki tøkniliga ella búskaparliga er loysnin hjá VITorku tann besta fyri elframleiðsluna.
Dagin eftir, 4. desember 2012, mælir Vinnumálaráðið frá at taka av tilboðnum frá VITorku.
-Harumframt kann ein avtala um einkarveiting í 20 ár, sum ikki hevur verið í almennum útboði, ikki metast at vera í tráð við innkeyps- og útboðspolitikk landsins, skrivar Vinnumálaráðið í brævi til Fíggjarmálaráðið, dagfest 4. desember 2012.

Vónbrot
Fyri Magna Laksáfoss var henda niðurstøðan eitt vónbrot.
- Eg var staddur í Týsklandi, tá eg fekk niðurstøðuna frá Vinnumálaráðnum. Ørindini vóru at fáa fíggingina upp á pláss, og eg stóð við eini játtan um 70 prosent av fíggingini fyri eina rentu á tvey prosent, sigur Magni Laksáfoss og heldur fram:
- Jú, eg fortaldi teimum um boðini úr Vinnumálaráðnum. Hetta skuldu jú vera okkara samstarvsfelagar, so tílík boð kundu ikki haldast loynilig. Svarið var, at hatta var ein støða, sum kundi broytast. Útvega tú tær eitt ”commitment”, so eru vit við, vóru boðini frá íleggjaranum til mín, sigur Magni Laksáfoss.
Sambært Magna Laksáfoss er tað ein orsøk til, at hann ikki vil upplýsa navnið á týsku fyritøkuni:
-Tey vilja ikki setast í samband við verkætlanir, sum ikki gerast veruleiki. Men tey vildu sjálvandi hava sítt navn fram, so skjótt verkætlanin bleiv til nakað.
Tað var serliga niðurstøðan hjá Jarðfeingi, 3. desember 2012, sum sveið fast hjá VITorku.
- Her steðgar Jarðfeingi reelt okkara ætlan, sigur Magni Laksáfoss ídag.
Kortini helt fyritøkan fram við sínum arbeiði, og í fjørsummar vórðu royndir gjørdar við vindmyllurnar í Neshaga, saman við SEV. Sambært Magna Laksáfoss vóru úrslitini góð.
Samstarvið við SEV gongur tó ikki betri enn væl, sambært stjóranum í VITorku.
- So hvørt sum vit fingu ábendingar um, at myndugleikarnir helst ikki vilja hava eitt alternativt distributiónsnet, afturat netinum hjá SEV, so rættaðu vit okkara verkætlan eftir tí. Men tað hevur higartil verið vónleyst hjá okkum at sleppa inn á netið hjá SEV, hóast vit ikki meta okkum at vera í beinleiðis kapping við SEV, tí vit brúka streymin til upphiting, sigur Magni Laksáfoss.
Tað markið vil tó, við verandi gongd innan orkuøkið, hvørva so líðandi. Tí yvirskipaði orkupolitikkurin leggur upp til eina sonevnda elektrificering av okkara samfelag. Tað merkir millum annað, at upphiting í størst møguligan mun skal gerast við loysnum, ið brúka streym, heldur enn olju.
Eftir at Innlendismálaráðið varð niðurlagt er tað nú Fíggjarmálaráðið, sum hevur ábyrgdina av øllum almennum bygningum. Eitt aðalmál hjá ráðnum er, at keyp av øllum vørum og tænastum skal bjóðast út í fríari kapping. Hetta er álagt øllum stovnum við rundskrivi frá 1. oktober í fjør, og skal partvís praktiserast á nýggja keypsportalinum.
Tað setir VITorku í eina vónleysa støðu, sambært Magna Laksáfoss.
- Yvirskipað haldi eg, at sjálvandi skal øll vindorka bjóðast út. Men tú kast ikki hava ymiskar, konkurrerandi loysnir úti í bygningunum kring landið. Tá missir tú stýringina, og tí gevur tað onga meining at bjóða út orkuveitingina til hvønn einstakan bygning, argumenterar Magni Laksáfoss.
Hann trýr snøgt sagt ikki uppá, at nakað sum helst fer at henda, um orkuveitingin til almennar bygningar skal bjóðast út í fríari kapping.
- Hetta er óseriøst tos. Nú er hálvt ár gingið, síðani rundskrivið um útbjóðing kom í gildi, og framvegis er einki at frætta um, nær orkuveitingin til almennar bygningar verður bjóðað út. Eg kann snøgt sagt ikki fyrihalda meg til tað, sigur Magni Laksáfoss vónbrotin.

Farvæl
Tí er VITorka farin at rigga av í Føroyum. Talvan er viskað rein, og teir tríggir menninir í fyritøkuni miðsavna seg nú um danska marknaðin.
- Fyri okkum hevur hetta verið ein lærurík tíð, og vit hava fingið nógv sambond uttanlands. Vit eru tí í ferð við at fremja okkara verkætlan í verki í Danmark, sigur Magni Laksáfoss og heldur fram:
- Eg eri sannførdur um, at tað er ein framtíð í at brúka vindorku til upphiting. Hetta er ein máti at gera okkum leys av oljuni, og harumframt liggja nógv arbeiðspláss í eini tílíkari verkætlan. Men vit koma ikki víðari í Føroyum, og tí vaska vit nú talvuna reina.




SÍÐUSØGA:
(Mynd av Magna við hitatangan)

Hugskotið
Grundtankin í hugskotinum hjá VITorku er at stýra orkunýtsluni eftir framleiðsluni. Princippið er, at vatntangar úti í hvørjum einstøkum húsi verða brúktir til at goyma hitan, ið eitt hitalikam framleiðir úr bíligari vindorku.
- Verður nógv orka framleidd, so kunnu vit á einfaldan hátt stýra ketlunum, soleiðis at orkan verður brúkt júst tá. Vit flyta okkum frá at stýra framleiðsluni eftir nýtsluni til at stýra nýtsluna eftir framleiðsluni. Tað er ein týðandi fortreyt, tá arbeitt verður við vindorku, sigur Magni Laksáfoss.


..

VITorka má prógva sítt virði

Verkætlan hjá VITorku er áhugaverd, men fyritøkan kann ikki vænta at fáa Jarðfeingi til at viðmæla, at tað almenna bindir seg til júst hesa loysnina nógv ár inn í framtíðina. Vit mæla til, at fyritøkan byrjar í smáum, við eini royndarverkætlan, sigur Kári Mortensen

Jón Brian Hvidtfeldt

- Jú, hatta er eitt gott hugskot. Og jú, tað gongur ov seint við at gera okkum sum samfelag leys av oljuni og í staðin velja grønar orkuloysnir.
So langt er Kári Mortensen, orkuserfrøðingur hjá Jarðfeingi, samdur við Magna Laksáfoss. Teir báðir hava samskift nógv um ætlanina hjá VITorku, og tá Jarðfeingi er at rokna sum serkunnleikin á orkuøkinum, so kom frámæli frá Kára Mortensen illa við hjá VITorku.
- Her steðgar Jarðfeingi reelt okkara ætlan, sigur Magni Laksáfoss í aðrari grein her á síðunum.
Kári Mortensen hevur eina aðra fatan av støðuni.
- Trupulleikin er, at VITorka biður um atgongd til allar almennar bygningar, sum tey skulu hita við teirra alternativu orkuloysn. Tað kann eg sum myndugleiki ikki viðmæla, sigur Kári Mortensen.
Sambært orkuserfrøðinginum á Jarðfeingi er bitin hjá VITorku snøgt sagt ov stórur at gloypa í einum.
- Verkætlanin hevur ikki prógvað seg enn. Alt ov fáar royndir eru gjørdar, og vit mangla at síggja í verki, at verkætlanin eisini virkar. Áðrenn tað verður gjørt, kunnu vit ikki leggja upphiting av eini røð av almennum bygningum upp í hendurnar á fyritøkuni, sigur Kári Mortensen.
Tí hevur hann mælt Magna Laksáfoss til at byrja í smáum.
- Eg haldi at Jarðfeingi hevur gjørt nakað fyri at stuðla undir verkætlanini hjá VITorku. Men okkara tilmæli er, at tey byrja við eini minni royndarætlan. Tað kundi til dømis verið ein royndarætlan við einum hitaketli á Landssjúkrahúsinum, sigur Kári Mortensen.

Far ígongd
Grundleggjandi heldur Kári Mortensen tó, at tað má vera upp til fyritøkuna sjálva at prógva sítt virði.
- Tað ber til at søkja um loyvi til seta upp vindmyllur, eins og onnur, neyðug loyvi. Hava tey eina fantastiska orkuloysn, fíggingina upp á pláss og eina røð av kundum, so er bara at fara ígongd. Men harfrá og til at gera atgongdina til eina røð av almennum bygningum til eina fortreyt er eitt rímuliga langt stig at fara, sigur Kári Mortensen.
Hann vísir tí staðiliga aftur, at Jarðfeingi hevur forðað VITorku í at seta upp eina orkuskipan.
- Eg fái ikki skúgvað allar aðrar ætlanir til viks fyri júst hesari verkætlan. Eg havi snøgt sagt ikki argumentini til at gera tað, sigur Kári Mortensen og heldur fram:
- Men hevur VITorka sera góð gott argument fyri síni ætlan, so er bara at fara ígongd. Ein fyritøka má prógva sítt virði, og í tí liggur eisini at útvega sær kundar. Tað kann ikki vera okkara uppgáva á Jarðfeingi at gera tað arbeiðið.

Verkætlanin
Kári Mortensen gevur samstundis til kennar, at hann setir spurnartekin við tann háttin, ið VITorka ætlar at brúka til at hita bygningar. Eftir hansara tykki eru hitapumpur framvegis ein betri loysn. Tó so at hitapumpurnar kunnu ikki nýta yvirskotsorku á sama hátt sum vatntangarnir í orkuloysnini hjá VITorku.
Í tilgongdini hevur VITorka eisini søkt SEV um loyvi at keypa teirra yvirskotsorku. Tað er tann framleiðslan, ið annars hevði farið til spillis. Men heldur ikki tað ber til, sambært Magna Laksáfoss, tí SEV sigur seg ikki hava nakra slíka.
- Eg skilji argumentatiónina hjá SEV, tí í dag arbeiðir felagsskapurin bara við einum slagi av streymi. Og sjálvt tá tøknin um stutta tíð ger tað møguligt at differentiera streymframleiðsluna, so vil tað eisini vera trupult hjá orkufelagsskapinum at lata einum einstøkum keypara bíligan yvirskotsstreym. Tí tá mugu atlit eisini takast til aðrar stórbrúkarar, sum kanska eisini vilja keypa yvirskotsstreym. So ja, myndin er eitt sindur meira kompliserað, sigur Kári Mortensen.

Politikkurin
Hóast VITorka einki viðmæli fær frá Jarðfeingi til sína ambitiøsu verkætlan, so tekur Kári Mortensen sum nevnt partvís undir við Magna Laksáfoss.
- Tí hevur Jarðfeingi sagt seg vera sinnað til at vera við í eini minni royndarverkætlan. Og vit vilja á ongan hátt seta okkum í vegin fyri teirra verkætlan. Men í síðsta enda er tað upp til fyritøkuna sjálva at prógva sítt virði.
Sambært Kára Mortensen gongur rætta vegin, hóast hann er samdur við Magna Laksáfoss í, at tað gongur ov seint.
- Vit vildu ynskt, at tað gekk skjótari. Men tað er ikki rætt, at einki hendir, sigur Kári Mortensen og vísir á vindmyllulundina hjá SEV í Húsahaga sum dømi.