- Arbeiðið at gera nýggja brúgv um Kirkjuá er farið í gongd, og hetta arbeiðið fer eftir ætlanini at taka eitt hálvt ár.
Soleiðis siga tey í Sørvágs kommunu, og her verður lagt aftrat, at brúgvin skal verða liðug hin 3. juni í 2026.
Arbeiðið varð boðið út, og fleiri boð komu inn. Tað var Sp/f Stroyður, sum vann útboðið og fer at standa fyri at gera nýggju brúnna.
Í eina tíð hevur ikki verið koyrandi um brúnna, men nú arbeiðið er farið í gongd, er øll ferðing um brúnna bannað, eisini til gongu.
- Víst verður til brúnna við Gamla skúla og brúnna við Dungasand.
Í skjølum hjá Sørvágs kommunu kann staðfestast, at tað eru 160 ár síðan, at fyrsta brúgvin varð bygd um ánna.
- Tað hava verið fimm brúgvar øll hesi árini, og tær fyrstu vóru úr træ og høvdu tískil avmarkaða livitíð.
Hendan seinasta varð bygd í 1933.
- Tíðin er sostatt væl og virðiliga farin frá brúnni, sum er í ringum standi, og tann nýggja brúgvin fer eisini at hava ein gonguteig, sum ger ferðsluna eftir henni tryggari.










