Sigmundur Mørkøre stendur uttanfyri tinghúsið, umboðandi felagsskapin Frælsisfylkingina Anarkistanna. Felagsskapurin hevur fríða fosturtøku sum eitt av sínum stríðsmálum.
Sigmundur vónar at fosturtøkulógin, sum er til 3. viðgerð í dag, verður samtykt. Sigmundur heldur kortini, at fosturtøkulógin er ov avmarkandi, og kundi hugsa sær at tað gjørdist enn lættari at fáa fosturtøku.
- Hóast lógin verður samtykt, er stríðið ikki liðugt. Frælsisfylkingin Anarkistana vísur til tilmælini hjá altjóða heilsustovninum, sum sigur at abort tablettir eiga at fáast til keyps í handlum, soleiðis at tú kanst taka tær heima. Tað skal ikki vera neyðugt at tosa við nakran áðrenn. Vit eggja til at tú skal kunna keypa tað á netinum, frá tryggum felagsskapum.
##med2##
##med3##
##med4##














