Noreg og Stórabretland hava gjørt avtalu um nýtt verjusamstarv landanna millum.
- Málið er, at Noreg og Stórabretland skulu knýtast enn tættari saman hernaðarliga, samstundis sum støðan hjá Nato í norðara parti av Norðuratlantshavi eisini verður styrkt.
Tað sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, í tíðindaskrivi, og hann leggur aftrat, at avtalan fer at geva Noregi, Stórabretlandi og sameindum ein størri tryggleika í einari ófriðarligari tíð.
Avtalan verður undirskrivað av norsku og bretsku verjumálaráðharrunum, Tore O. Sandvik og John Healey, tá teir hittast í London í dag.
Í dag fara eisini forsætisráðharrarnir í báðum londunum, Jonas Gahr Støre og Keir Starmer, at hittast.
- Vit hava eitt tætt verjusamstarv, sum røkkur heilt aftur til seinna heimsbardaga, men henda avtalan styrkir samstarvið innan alt verjuøkið - heilt úr havbotninum og út í alheimin, sigur norski verjumálaráðharrin.
Ein týdningarmikil partur av avtaluni er, at bretskar herdeildir skulu hava ein størri leiklut í verjuni av Noregi, og tað er eisini upp á tal, at bretsk verjuútgerð og lóður skulu kunna goymast á norskari jørð.
Í avtaluni er eisini, at dronur skulu mennast og framleiðast, sum skulu hava eftirlit við aktiviteti í Norðuratlantshavinum og norðurøkinum annars.
Herfyri gjørdist tað eisini kent, at Noreg - eftir langa umhugsunartíð - hevði gjørt av at keypa nýggjar fregattir úr Stórabretlandi. Nú skulu londini saman eisini byggja upp felags útbúnað til anti-kavbátaátøk.
- Vit vija, at norsk og bretsk marina verður knýtt tættari saman enn nakrantíð áður, og málið er, at vit skulu menna ein norsk-bretskan herskipaflota, sum kann samstarva, sigur norski verjumálaráðharrin.
Tore O. Sandvik leggur aftrat, at hetta merkir, at Noreg og Stórabretland skulu deila skip, manningar og tøkni, og ætlanin er, at londini skulu hava fleiri felagsvenjingar í nærumhvørvinum.
Hetta skrivar www.tv2.no í dag.











