Svend Thulesen 80 ár

Í morgin 27. september verður Svend Thulesen 80 ár. Hóast føddur dani var hann í nógv ár ein lyklapersónur í føroyska samfelagnum.

Svend kom til Føroyar sum smádrongur í samband við, at pápi hansara Erik Thulesen gjørdist prestur í Vági. Mamman æt Margretha, og tey vóru trý systkin.

Miðskeiðis í 40-árunum var Svend á handilsvirkinum hjá J. Dahl, Gørðum í Vági, sum tá framvegis var ein av stóru fyritøkunum í Føroyum.

Haðani gekk leiðin til Danmarkar á handilsháskúla. Hann gjørdist siviløkonomur í 1954 og arbeiddi á ymiskum handilsvirkjum í Keypmannahavn til 1960.

Hetta ár gjørdist hann fyrst skrivstovuleiðari hjá Nordafar í Keypmannahavn. Síðan gjørdist hann stjóri, og kom hann tískil at virka í Føroyinghavnini um sumrini. Hetta er nú søga, men tá var Føroyingahavnin ein føroyskur miðdepil við virksemi av øllum møguligum slag. Tað størsta var eitt tá nýggja flakavirkið, har tað var nógv virksemi summarhálvárið. Her vóru fleiri hundrað mans sum róðu út og sum arbeiddu á landi, og sum bjargaðu sær ársinntøkuna. Her skuldi alt av fiskinum koma til sættis. Tí var eisini fiskamjølsvirki bygt. Svend gjørdi nógv fyri at effektivisera raksturin hjá Nordafar, og hetta gekk eisini væl hansara tíð.

Tó var ein sera dramatisk hending í 1963, tá ið týski trolarin München gekk burtur eftir at vera farin úr Føroyingahavnini, og 24 av manningini komu aftur sum lík. Aftaná fekk Svend bræv frá týska reiðarínum, sum takkaði fyri ta hjálp Nordafar hevði veitt og fyri ta góðu móttøku, teir sum komu frá vanlukkuni við lívinum, fingu.


Lívsstarvið hjá Kjølbro


Í 1966 tekur Svend við sum stjóri á J.F. Kjølbro, sum tá var í eini kreppu. Hann gjørdist eisini nevnarlimur. Hetta var ein fyritøka, sum umfataði ein heilt stóran part av handilsvirkseminum í Klaksvík, og hon var størsta privata fyritøka í landinum.

Nógv av virkseminum gav tó ikki nóg nógv av sær. Tí var tað uppgávan hjá Svend at fáa tilpassa virksemið, so tað aftur kundi koma at bera seg.

Hetta varð partvíst gjørt við at leggja niður ein part av fyritøkuni, og hetta var fyrst og fremst handlarnir hjá Kjølbro. Umframt átti fyritøkan ein hóp av útróðrarbátum. Hesar kundu útróðrarformenninir yvirtaka uppá lagaligar treytir. Bátarnir komu framvegis at landa til Kósavirkið, so virksemið kom ikki at minka av hesi orsøk. Heldur var tað hinvegin.

Fyrst í 1970-unum fer Svend undir eina rættuliga endurnýgging av trolaraflotanum hjá Kjølbro. Teir vóru tá síðutrolarar, men nú skuldi satsast uppá hekkutrolarar, sum bæði vóru effektivari og meira arbeiðsligir fyri fólkið. Í 1971 kom tann 850 t. stóri Sjúrðarberg, annar við hesum navni, í 1974 Sundaberg, eisini nr. 2, og í 1976 tann triði Skálaberg. Síðan fekk fyritøkan sær smærri skip til feskfiskaveiðu at landa til flakavirkið. Í 1983 vóru tískil 9 størri skip í flotanum hjá Kjølbro. Flakavirkið gjørdist eitt tað størsta í landinum, sum gav arbeiði til nógvar hendur. Tað tók ímóti upp til 16.000 tonsum av fiski. Trolararnir góvu nógv arbeiði í saltfiskinum. Tá ið teir landaðu, kundu vera upp til 450 fólk til arbeiðis á Kósini.

Ein sum arbeiddi saman við Svend í nógv ár var virkisleiðarin á Kósini John Høj. Víst var Svend stjóri, men teir tosaðu nógv saman um, hvussu arbeiðið skuldi skipast, og teir høvdu eitt frálíkt samstarv. Tað var ikki altíð at teir vóru samdir, men tað skilti teir ikki. John tekur eisini til, at Svend var erligur, og tað kundi roknast við tí, sum hann segði. John vil fegin endurgevast fyri at siga, at hann metti Svend høgt bæði sum stjóri og menniskja.

Tað gekk sjálvsagt upp og niður, men Kjølbro var framvegis ein sera stór og týdningarmikil fyritøka, tá ið Svend fór haðani.


Formaður i Reiðarafelagnum


Svend gjørdist formaður í Reiðarafelagnun nakað samstundis, sum eg gjørdist formaður í fiskimannafelagnum. Svend var í hesum starvi í 12 ár. Tey vóru merkt av, at vit høvdu virðing fyru hvørjum øðrum, og at vit vildu hava loysnir.

Svend var ein persónir, ið ein kundi hava álit á. Hetta sá eg longu við fyrstu samráðingarnar, vit høvdu saman í 1971. Aftaná, at sáttmálin var undirskrivaður, komst eftir, at ein roknifeilur var gjørdur fyri ein sáttmála, sum gav 1% minni til manningina, enn vit høvdu ætlað. Hetta var í samband við umlegging av øllum sáttmálunum. Svend fekk hetta fyrilagt, og hann segði í stundini, at hann fór ikki at hanga seg í nakran slíkan feil. So vit gjørdu eitt ískoyti til sáttmálan, sum rættaði hetta. Tað kundi eins væl verið sagt, at undirskrivað er undirskrivað og tit um tað.

Svend hevði eisini aðrar álitisssessir. Millum annað var hann í nógv ár nevndarformaður í Fiskasøluni við Birgir Danielsen sum stjóra.


Tá ið Svend var javnaðarmaður


Svend kom eisini inn í kommunalpolitikk í Klaksvík. Hetta hendi einaferð, javnaðarflokkur skuldu prógva, at hann var ikki so vinstrahallur, sum hann varð lagdur undir at vera! So teir stillaðu upp til kommunuvalið ta fremstu ímyndina av kapitalismuni í Klaksvík, sum kundi hugsast, nevniliga Svend Thulesen. Hann hevði nú ongantíð bekent seg til nakran politiskan flokk. Men hann tók av hesi avbjóðingini.

Hann gjørdist varalimur í býráðnum og møtti eisini rættuliga fitt fyri Vilhelm Johannesen, sum hevði so nógv annað um at vera. Svend var neyvan nakað serliga reyður. Men hann brúkti vit og skil til at fáa loysnir, og tá hevur tað ikki so nógv at siga, hvør floksliturin er. Svend varð eisini í Klaksvík herfyri í samband við 100 ára haldið hjá kommununi.


Asta var eitt skilafólk


Svend var giftur við Astu, sum var úr Vági. Hon var dóttir Ellu og Jógvan Martin Gaard, sum var ættaður úr Oyndarfirði. Eg kom eisini at kenna hana. Asta var eisini ein persónligheit, sum ein fekk virðing fyri. Hon var sera fyrikomandi, og tað var altíð ein serligur hugni at koma inn á gólvið hjá teimum. Tað sama sigur John Høj, sum kom at kenna hana væl. Hon arbeiddi eisini á eini deild hjá Kjølbro. Har var hon sera lítillátin. Hon vildi ikki, at tað skuldi merkjast, at hon var kona stjóran.

Tey fingu dóttrina Randi, sum giftist við Hans Paula Johannesen úr Klaksvík. Tey búgva í Keypmannahavn og eiga tveir synir. Randi arbeiðir sum sosialráðgevari og hevur eisini arbeitt fyri føroyingar í Keypmannahavn.



Tá ið Svend kom til pensjónsaldur, legði hann frá sær á Kjølbro. Hann og Asta avráddu at flyta til Danmarkar, har dótturin við familju longu var. Tey fingu eini frálík hús úti á Amager. Men her gekk ikki eftir vild. Asta gjørdist illa sjúk longu áðrenn tey fluttu, og hon kom bert at búgva í nýggju húsnum nakrar vikur, tá ið hon andaðist.


Verið við til at skriva løgtingssøguna


Hetta var sjálvsagt ein stórur smeitur fyri Svend, men lívið skal livast víðari. Hann hevur framvegis samband við sínar vinir í Føroyum, og hann fylgir væl við í tí, sum gongur fyri seg. Hann hevur eisini eina meining um skilið í Føroyum!

Hann hevur fingið tíðina at ganga. Hann eigur nevniliga ein part av løgtingssøguni, sum kom út í samband við, at 150 ár vóru liðin, síðan tingið var endurreist. Svend er kringur við tølum og teldu. Hann hevur til hesa søgu gjørt upp øll valtøl frá 1906-2002. Hetta er eisini eitt framhald av tí arbeiði, sum Einar Waag gjørdi í síni tíð. Tað er neyvan ivi um, at Svend dagførir hesi tøl, so tey eru dagførd fram til valið í ár.

Vit hava hildið sambandið okkara millum. Svend plagdi altíð at koma inn á gólvið á FF, tá ið hann var í Føroyum, og eg havi eisini verið inni hjá honum úti á Amager. Tá er tað hugnaligt saman við einum drekkamunni at kunna tosa um hesar gomlu dagar, sum eru so nógv øðrvísi enn í dag.

Svend var danin sum gjørdist føroyingur sum nakar, og sum kom at hava ein týdningarmiklan leiklut í føroyskari fiskivinnu í eini 40 ár.

Tað skal verða ynskt Svend Thulesen hjartaliga tillukku við teimum 80 árunum, sum hann ber sera væl.


ó.