Móðir og dóttir spæla klovnar

? Hetta dámar okkum sera væl, og onki er so gott sum at síggja glað børn, siga tær báðar Kaktus og Albinus ella Marjun og Silvia, sum sjálvbodnar upptraðka sum klovnar til ymisk tiltøk. Tað byrjaði mest sum av tilvild, men tær eru vorðnar sera vælumtóktar kring landið

Í eina tíð nú hava ein móðir og ein dóttir av Signabø gingið runt og bókstaviliga spælt klovnar. Tær upptraðka íklæddar sum tveir fittir klovnar til barnaføðingardagar og onnur serlig tiltøk. Eisini koma tær av og á á óvæntaða vitjan á stovnum.
? Hetta byrjaði mest sum av tilvild. Tað var ein kona, sum vit kenna, sum so øgiliga fegin vildi finna uppá okkurt stuttligt til føðingardagin hjá dóttrini, og so spurdi hon meg, um eg kundi finna uppá okkurt, greiðir Marjun Gunnarson frá.
Hon ringdi so til dóttrina hjá sær, Silviu, og saman funnu tær upp á at klæða seg út sum klovnar, og so fóru tær í føðingardag. Og tær vaktu mikla gleði millum børnini.
Marjun hevur arbeitt við børnum í mong ár og er námsfrøðingur. Sjálv sigur hon, at henni altíð hevur dámt væl at undirhildið.
? Ein kann siga, at eg havi altíð spælt klovn, bara ikki íklødd sum ein, so tað var so líkatil, heldur hon skemtandi fyri.
Silvia gekk beinanvegin við til tað ? tó við tí treyt, at mamman eisini kom við.
Tann fyrsta framførslan gekk upp á stás, og so var bólturin farin á rull. Tað frættist skjótt, hvat tær gera, og tað kemur ofta fyri, at tað verður ringt eftir teimum.
Kræsna fjøld
Tær báðar siga, at tað var torført í byrjanini at sjálvar skula standa fyri framførsluni. Onki handrit at halda seg til ella nakað.
? Tað verður ofta nokk so tilvildarligt av tí sama, men tað gongur fínt, sigur Silvia, sum hevur roynt seg innan sjónleik.
Báðar leggja tær dent á, at tað er torført at framføra, tá áhoyrarafjøldin eru børn.
? Børn eru sanniliga kræsnir áskoðarar, so tað er ikki bara bara, sigur Marjun.
Tað veldst eisini um, hvat tað eru fyri børn tær vitja. Um tað eru størri børn ella heilt smá.
Tá tað eru størri børn, koma tær inn við einum braki. Tónleik hart frá og harðliga og klossut fram. Men tað kunnu tær ikki, tá tað eru smábørn, tí tey verða bangin. So tær koma heldur varðligari inn og teska. Eisini hava tær funnið upp á at nýta Pingumál, tí tað kenna flestu lítil børn í dag.
? Tað ræður um at vinna álitið hjá børnunum og fáa tey at verða trygg, tá verður tað ofta sera stuttligt, siga tær við ein munn.
Eisini leggja tær seg eftir at fáa tey meiri afturhaldandi børnini við. Ofta velja tær børn út, sum halda seg aftan fyri, soleiðis at hesi síggja, at tey eisini sleppa við, fyri tað um tey ikki halda seg framat.
Barnastøði
Marjun og Silvia siga, at Hannibal er øgiliga vældámdur millum børn. Hvørjaferð tær eru úti, spyrja børn, um tær kenna Hannibal. Og tær svara sjálvandi ja.
Tær royna altíð at halda seg til støðið hjá børnunum. Tær halda seg í millum tey, meðan tær framføra, og taka børnini, sum vilja tað, upp.
Hvør framførsla endar við, at tær geva børnunum okkurt gott.
? Tað er so lívsjáttandi at kunna fáa børn at flenna, sigur Marjun. Og báðar siga tær, at tað er lønin í sjálvum sær.
Eisini hava tær fingið nógv rós fyri teirra framførslur, har tær hava verið. Tað, sum kanska er serliga stuttligt, er, at um tær verða bidnar at koma til eitthvørt, so fara tær ongantíð beina leið heim, tá tað er liðugt. Tá leggja tær altíð leiðina fram við onkrum barnagarði ella líknandi.
? Tá vit eru komnar í klæðini og lagið er í topp, so er tað ikki so lætt at tveita búnan beinanveg. Ein kemur ikki niður aftur á jørðina umgangandi, so tá nýta vit høvi til at fara út til onnur, greiðir Silvia frá. Hon sigur, at tær klára ikki at steðga aftur aftaná bara eina framførslu, og tí fara tær ofta til eini tvey ella trý støð, tá tær eru úti.
Fólk heilsa
Meðan prátið gongur sást væl á bæði móður og dóttur, at teimum dámar væl at gera hetta. Somuleiðis tosa tær næstan um kapp, og harvið fær ein ta fatanina, at her eru tvær, sum sampakka væl. Tær halda, at tað er ein fyrimunur, at tær kennast so væl, tí so megna tær at lofta mest sum einum hvørjum óvænta, sum kann henda, tá framført verður so spontant.
Tær greiða frá, at fólk altíð eru so blíð og glað, tá tær koma. Tær koyra við egnum bili frá staði til stað, og tær uppliva ferð eftir ferð, at fólk kenna bilin aftur og vinka til teirra.
? Summi hyggja øgiliga nógv, tá tey síggja tveir klovnar, sum koyra bil, men flestu smílast ella flenna, tá tey síggja okkum, sigur Marjun.
Silvia nikkar samtykkjandi, meðan hon sigur, at tað, at tær eru smurdar og hava eitt slag av masku, ger tað munandi lættari at spæla.
Vitjaðu barnadeildina
Marjun og Silvia hava sum sagt verið nógvastaðni og vitjað nú. Tær hava fleiri stuttligar og góðar løtur at greiða frá. Men tær eru á einum máli um, at ein tann stuttligasta og besta løtan, sum tær hava havt var, tá tær vitjaðu menningartarnað.
? Tey vóru so glað og dansaðu allatíðina, fløgan spældi umaftur og umaftur, greiðir Silvia flennandi frá.
? Slíka lívsgleði áttu vit øll at havt, sigur Marjun við eitt sindur av álvarsemi aftanfyri.
Herfyri vóru tær eisini og vitjaðu barnadeildina á Landssjúkrahúsinum.
Hesa vitjanina løgdu tær meira tilrættis enn aðrar. BR stuðlaði teimum við pakkum til børnini.
Marjun greiðir frá, at tað var nakað heilt serligt at uppliva gleðina hjá sjúku børnunum. Tey livnaðu upp.
? Eg minnist serliga væl tann eina drongin. Hann var júst komin av skurðborðinum, og hann græt illa. Men tá vit høvdu verið har og fjasað saman við teimum og so skuldu avstað aftur, sat sami drongurin vælnøgdur í seingini og flenti. Mamma hansara smíltist so hjartansfegin til okkum og segði, at vit høvdu bjargað degnum hjá honum. Slíkt fløvar, sigur Marjun.
Børnini íblástur
Tær báðar siga, at tað hava altíð verið nógv børn rundan um tær, og tað er frá teimum, at íblásturin til hetta "starvið" er komið.
Tá tær skulu út, er tað ein hurlivasi rundan um tær. Tær rokast við at broyta seg sjálvar frá at vera Marjun og Silvia til at verða Kaktus og Albinus.
Tær hava tónleikin sera hart frá, fjasa nógv sínámillum og rýma frá øllum rokilsinum í rúminum, tá tær eru tilreiðar.
Og so fara tær avstað við bilinum. Ein dagin hevði Marjun ella Kaktus gloymt at keypt okkurt, so tær steðgaðu í Mylnuni, og hon leyp inn.
? Fólk stóðu bara og gløddu at mær, tá eg kom inn. Ein klovnur kom at keypa, tað var stuttligt. Og ongin kendi meg aftur heldur, greiðir Marjun stórflennandi frá.
Hvussu longi tær fara at halda fram við hesum, duga tær ikki at siga.
? So longi sum vit tíma, siga tær í senn. Tær leggja dent á, at hetta er ikki nakað, sum tær gera fyri at vinna pening. Tær eru glaðar, tá børnini eru glað. Og meginpartin av útreiðslunum, sum hava staðist av hesum, rinda tær sjálvar fyri. Higartil hava tær lánt búnarnar, sum tær eru í, men skjótt fara tær at fáa egnar búnar, sum Sonja Design fer at gera og lata teimum sum stuðul.
? Um hetta var nakað, sum vit gjørdu fyri pengar, ella tí vit vórðu settar at gera tað, so hevði hetta blivið til eitt starv sum øll onnur. Nevniliga tað, at hetta er sjálvboðið, ger, at tað er so ótrúliga stuttligt, sigur Silvia ella Albinus, sum hon eitur, tá hon er klovnur. Og mamma hennara Marjun ella Kaktus nikkar smílandi.
? Kaktus og Albinus eru nøgdir, tá fólk smílast og eru glað, siga teir báðir klovnarnir úr Signabø.