Møta 10 minuttir áðrenn tímin byrjar

Spælið Xplore, sum snýr seg oljuleiting og oljuvinnu, verður í hesum døgum spælt av umleið 200 niðnámsskúlanæmingum kring landið. Spælihugurin er stórur allastaðni, og næmingarnir møta bæði áðrenn tíðina og sita eftir skúlatíð

XPLORE

?Hetta er fyrstu ferð, at eg havi upplivað, at næmingar møta tíggju minuttir, áðrenn tímin byrjar.
Soleiðis sigur ein av næmingunum í 2HH á Handilsskúlanum á Kambsdali. Klokkan er farin av tvey seinnapartin, tá vit vitjað á samanfestu skúlunum á Kambsdali. Sama morgun hava vit verið á Handilsskúlanum í Havn.
Á hesum eins og fleiri øðrum skúlum spæla tey hesa vikuna Xplore. Eitt spæl um fyrst og fremst oljuleiting, har luttakararnir koma nærri
Tað ber ikki til at siga annað enn, at hugurin at spæla er framúr góður. Nógvir av næmingunum hava fingið frí kl. 14, men teir sita framvegis og spæla. Á skránni er fyrsta útbjóðingarumfar. Bygnaðurin á spælinum er gjørdur soleiðis, at hann er so meinlíkur veruleikanum sum gjørligt. Tískil skulu luttakararnir í fyrsta umfari finna fram til, hvar sjálvi basengini eru, har oljan er vorðin til. Síðani flytur(migrerar) oljan til onnur grótsløg, og í seinna umfarinum skulu liðini bjóða uppá tað økið, har tey meta tað vera mest sannlíkt, at oljan liggur í rakstarverdum nøgdum. Tey skulu velja ímillum nøkur øki, sum verða bjóðaði út.
Liðini í spælinum eru send út av einum oljufelagi til oyggjalandið Oros Negros(grikst og merkir Fjøllini svørtu), har olja væntandi er at finna. Frá sínum "felagi" hevur hvørt lið fingið 20 milliónir dollarar, sum nýtast til at savna upplýsingar, keypa loyvi og annað í royndunum at fáa hendur á oljuríkidøminum.
Vinnarin gerst tað liðið, ið í síðsta enda, hevur vunnið flestar pengar fyri hvørja brúkta krónu, t.e. eginpeningaavkast.
Liðini skulu keypa kanningar, loyvi, útgerð v.m. Tað kann oftast loysa seg at satsa, tí rakar tú rætt, so kunnu inntøkurnar gerast óendaliga stórar. Eins og í veruleikanum kunnu liðini fara saman í samtøk, ið kunnu enda við at bora eftir olju í einum ávísum øki.
Í fyrstu atløgu snýr tað seg tó bert um at finna basengini, men eftir hetta gerst spælið spakuliga meiri álvarsamt, og tær avgerðirnar eru kritiskar. Í hvørjum umfari verður bjóðað, og liðini hava eitt evstamark hvørt kvøld. Spælt verður til fríggjadagin.

Áðrenn tíman
Venda vit aftur til skúlarnar, so kunnu vit bert staðfesta, at áhugin er stórur fyri spælinum. Í alt luttaka 65 lið í spælinum. Vanliga eru trý fólk á hvørjum liði, soleiðis at samlaða luttakaratalið er um tveyhundrað.
Fyrsta vitjanin er á Føroya Handilsskúla hjá 1HHA. Hesi hava fingið nakrar tímar settar av hesa vikuna til at spæla Xplore. Trý eru á hvørjum liði. Øll hava tey hvør sína farteldu, sum uttan iva er góð at krógva seg undir, men hon kann eisini nýtast til endamálið - ongantíð meira enn nú.
Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu tey lata at. Tey flestu keypa í ríkiligan mát upplýsingar um við seismiskum data og øðrum fyri at bertri at kunna avgera, hvat best er at bjóða.
Marjun Kalsø, ið leggur næmingum á Handilsskúlanum í Havn lag á, sigur, at á skúlanum spæla í alt 59 næmingar spælið. Tveir 1HH flokkar spæla í tímum, og so hava nakrir av næmingunum so góðan hug, at teir spæla spælið í tímunum.
Marjun heldur, at næmingarnir við spælinum kunnu fáa eitt innlit í, hvat oljuvinnan inniber. Á Handilsskúlanum í Havn hava tey roynt at arbeitt tvørfakligt, og tað hevur víst seg, at næmingarnir tíma væl.
Í stóru bygninginum á Kambsdali, ið hýsir bæði Handilsskúla og Studentaskúla, er Xplore vorðið eitt samtaluevni. Tá vit vitja um tveytíðina er trupult at finna nakran, sum ikki spælir spælið á handilsskúlanum.
Her er tað 2HH, sum roynir seg. Klokkan hevur ringt og frælsi er komið hjá teimum flestu, men tey steðga á fyri at spæla.
?Tað ræður seg fyrst og fremst um at vinna móti teimum í flokkinum. Í øðrum lagi móti teimum á skúlanum, ljóðar tað frá Snorra, Leivi og Johannes, sum saman myndað Lagopus Lagopus liðið. Øll liðini hava nevniliga fingið fuglanøvn á latíni.
Teir fingu fult stigatal í fyrsta umfari, og nú skulu teir royna at miðja seg á røttu leiðina, har oljan kann vera. Í øllum flokkinum arbeiða tey av øllum alvi fyri ikki at lata kappingarneytarnar sleppa framvið teimum.
?Tað er fyrst og fremst æran, heldur enn pengarnir, sigur ein, tá spurt verður um orsøkin til nógva stríðið.
Eina gongd longur yvir sita Joan Jógvansdóttir og Maria Hanusson Joensen úr 2X. Vit fiska burturúr einum tíma í samfelagsfrøði. Teir eru ikki á sama liði, og øll kort verða tí beind av vegnum, sum kundu givið ábending um, hvørjar ætlanirnar tær hava.
Báðar lata tær væl at spælinum. Tær hava fingið tímar í geografi og alisfrøði at spæla í, men tað verður hugsað eitt sindur hinar løturnar eisini.
?At byrja við hugsaðu vit, at tað fór vera rotið við at spæla eitt oljuspæl, men tað hevur víst seg at vera ótrúliga spennandi, siga tær báðar. Joan leggur afturat, at tú kanski ikki altíð hugsar so nógv um, hvørjar upphæddir talan er um, tá tað nú bara er eitt "spæl".
Ólavur Ellefsen, frá Tøkni, sum saman við Sonsum og Agip hevur staðið fyri at framleiða spælið, letur væl at áhuganum. Hann heldur, at liðini hava klárað seg nógv betur enn roknast kundi við.
?Hetta vísir, at næmingarnir eru áhugaðir og gera ein innsats, sigur hann.
Spælið er fíggjað við parti av teimum pengunum, ið oljufeløgini skulu lata til førleikamenning í Føroyum.
Fimm tey bestu liðini sleppa í finaluna 29. november. Finalan verður leikt á skrivstovuni hjá Agip í Havn. À oljuráðstevnuni, Faroese Offshore 2002, verður vinnarin kunngjørdur. 15.000 kr. at býta kristiliga er høvuðsvinningurin