Tær báðar við sínum sangi og tann ævintýrkenda og litfagra pallmyndin hugtóku manga barnasál, sum hevði leitað sær inn til Runavíkar á konsert hjá teimum leygardagin
Tær báðar Creamy genturnar duga sítt kramm til fulnar. Tað gekk sjón fyri søgn í ítróttarhøllini í Runavík leygardagin, tá Creamy-framførslan tók teir flestu áhoyrararnar á bóli við sínum glaða tónleiki.
? Fólk skulu vera glað av at lurta eftir okkara tónleiki. Tað er eitt av endamálunum hjá okkum. Vit vilja gleða fólk, sigur Rannvá.
Tað er heldur eingin ivi um, at hetta eydnaðist inni í Runavík leygardagin. Tey flestu fóru heim heldur lættari í sinni, enn tá tey komu til konsertina í keðiligum, gráum veðri við vátaslettingi.
Tær báðar Rannvá og Rebekka gjørdust kendar um alt ríkið, tá barnafløgan Æblemand kom á marknaðin fyri hálvumøðrum ári síðani. Eftir at hava givið sína seinnu fløgu út fyri stuttum hava tær nú selt 350.000 fløgur í hálvtannað ár, og tað sigur kanska ikki so lítið um tónleikaligu dygdirnar hjá hálvføroyska bólkinum Creamy.
Tað eru tann 15 ára gamla Rannvá Joensen og tann 14 ára gamla Rebekka Mathew, sum manna bólkin Creamy.
Mamma Rannvá er Annie Joensen (fødd Rasmussen) úr Søldarfirði, og pápin er Godtfred Joensen úr Havn.
Rannvá er fødd í Føroyum í 1986, men familjan flutti av Skálafjørðinum niður til Danmarkar í 1990.
Rebekka er fødd í Danmark, men foreldur hennara eru ættað úr India.
Spennandi yrki
Síðan startskotið til hesa yrkisleiðina dundi, so hava tær javnan verið at sæð og hoyrt í fjølmiðlunum, og tær halda tað vera eitt sindur undarligt, at fjølmiðlar og almenningurin sum heild er áhugað í, hvat tær halda og hugsa.
? Tað er undarligt, at fólk hava áhuga fyri okkum, men samstundis er tað eisini stuttligt. Tað er jú spennandi, at var í hesum yrkinum. Tað ber tó ikki ordiliga til at venja seg við uppmerksemi frá fólki. Tað havi eg so ikki gjørt enn, men tað kann vera, at tað kemur seinni, sigur Rebekka við einum skeivum smíli.
? Tað kemur meira enn so fyri, at heilt ókend fólk steðga okkum báðum á gøtuni og heilsa, ella at onkur rópar ?Creamy? ella ?æblemand? tvørturum gøtuni eftir okkum. Tað er undarligt, men nakað, sum vit bara mugu venja okkum við.
Hóast tær eru kendar og javnan eru eitt heitt evni í fjølmiðlunum, so siga tær seg ikki vera nakað serligt í mun til javnaldrarnar.
? Tað er stuttligt at vera eitt kent andlit, og at fólk steðga upp á gøtuni fyri at heilsa ella at biðja um ein autograf, men vit vilja heldur bara vera vanligir tanáringar sum vinirnir, siga tær báðar.
Ævintýrferð
Fyriskipararnir av pallframførsluni á sjálvari konsertini høvdu lagt stóran dent á, at áskoðarin ongantíð kundi hvíla eyguni. Allatíðina er okkurt nýtt, ið fangar eygað, og tað ger, at pallframførslan er livandi og fangandi.
Sangararnir skiftu klæðir ímillum hvønn sang, og hvør sangur hevði sítt tema, og pallurin varð innrættaður eftir hesum. Sum dømi høvdu á pallinum hvør sítt sterkt blátt lasaraljós, tá sangurin Fantasy Spaceship varð framførdur, so pallmyndin kundi verið fyri tað verið tikin úr einum Star Wars filmi ella okkurt líknandi. Klæðini skiftu alt frá regnklæðum til cowboy-outfit, alt eftir hvør sangurin var.
Konsertin byrjaði hóskandi við ævintýrsanginum ?Never Ending Story? frá nýggju fløguni. Pallurin var eisini karmur um eina sanna ævintýrferð undir konsertini, og tað hugtók børnini, sum trokaðust heilt har frammi. Tað sást í eygunum, at tey vóru ikki her, men í ævintýrheimi við Creamy. Onkur vaksin var eisini sekur í at missa seg sjálvan burtur.
Saman við Rannvá og Rebekku vóru eisini seks dansarar á pallinum. Dansararnir líkasum fullførdu pallmyndina, sum var á tremur við óstýriligum fólki, ið vóru virkin allatíðina.
Lætt at syngja fyri børnum
Hóast tann nýggja fløgan hjá Creamy (We Got The Time) ikki er merkt av at vera ein barnafløga sum tann fyrra tær lótu úr hondum, so vóru tað mest smærri børn, sum fyrst og fremst komu at lýða á Creamy. Tey eldru stóru har afturi í høllini og nutu framførsluna.
Hesum hava Rannvá og Rebekka einki ímóti, tí tær vilja fegnar náa fólk í øllum aldri við nýggju fløguni, og har eru børnini als ikki slept uppá fjall.
? Tað er so stuttligt at syngja fyri smærri børnum. Tey eru so glað og hugtikin av øllum á pallinum, og tað ber til at síggja gleðina strála úr andlitunum hjá teimum. Tí er tað ofta lættari at fáa børnini við í framførsluna, siga tær báðar genturnar.
Hinvegin heldur Rebekka, at tað er ógvuliga stuttligt, at tað nú eisini eru nøkur á teirra aldri, sum hava tikið Creamy tónleikin til sín.
Rannvá og Rebekka hava havt nógv gott fólk við til at framleiða fløguna hjá teimum. Framleiðararnir av hesi fløguni hjá Creamy hava fyrr arbeitt við Ace of Base, Me & My og Dr. Bombay, sum øll hava havt væl eydnaðar útgávur.
Hørð skrá fyri framman
Fram til 1. apríl skal Creamy á pallin 21 ferðir, so skráin er hørð, sum liggur fyri framman. Hesum stúra tær báðar tó ikki fyri, tí konsertirnar eru lagdar í vikuskiftinum, so tær skulu ikki hava frí úr skúlanum fyri at nøkta Creamy-tørvin hjá nógvum hungrandi børnum og ungum.
Longu nú eru tríggjar av hesum konsertum útseldar.
Tær báðar droyma um at gera eitt gjøgnumbrot á altjóða marknaðinum, og arbeiðið við hesum er farið í gongd. Í næstum verður Creamy at fáa í øllum Norðurlondum, Týsklandi, Hollandi og Suðurafrika.
Tær hava fyri stuttum verið í norskum sjónvarpi og í tí finska MTV. Tær halda, at hesin dreymurin er ikki óveruligur, og kanska er tað næsta málið, sum verður nátt.
Rebekka um Rannvá:
Rannvá er ein glað genta og dugir væl at fáa tað góða lagið fram í øðrum. So er hon eisini vøkur og hevur ein humor, sum bara eg dugi at skilja.
Man skal hinvegin ikki leggja ov nógv trýst á hana, tí hon verður so skjótt fjálturstungin og stressað.
Rannvá um Rebekku:
Rebekka er altíð glað, og onkuntíð eisini still. Hon er ein natúrlig genta, sum er løtt at vera saman við, og sum man følir seg væl saman við.
Fyrimyndir: Hanson, Westlife og Jennifer Lopez.










