Kári leitar sær avbjóðingar í brennidepli heimsins

Ein av komandi døg?unum fer 22 ára gamli havnarmaðurin Kári Jacobsen til Irak við donsku her?deild?unum. Tað primera endamálið við at fara til Irak er tann persónliga og einastandandi upp?livingin, ið eg kann hava sum bar?last restina av lívinum, segði Kári Jacobsen nakrar fáar dagar undan frá?ferðini til brenni?depil heim?sins, har skot?vápn, spreingievni og check-points fara gerast ein partur av gerandisdegnum

Tað er kalt og illfýsið, tá vit leggja leiðina út á Amager strand at taka myndir av einum ungum havnarmanni í snotiligum hermannabúna eina viku undan fráferðini hjá honum. Men skjótt verð?ur tann óvanliga kaldi kon?tinentali danski veturin skiftur út við brennandi oyði?markarsól skamt sunnanvert Basra, sum liggur í sunnara parti av Irak.
Kári hevur júst lokið eina tólv mánaða útbúgving í danska herinum, og nú er hann klárur at royna sín lær?dóm úti í feltinum. Og hann dettur beint niður í eina krúttunnu í Miðeystri, har hann skal syrgja fyri, at uppreistrarbólkar og aðrir ófriðarkroppar ikki fáa fót?in fastan í sunnara parti av Irak.
Spentur, nervøsur og eitt sindur bangin
Tað er ein óvanliga róligur maður, sum vit fáa orðið á úti á Amager nakrar fáar dagar undan fráferðini til Irak. Atburður hansara boðar ikki frá, at gerandisdagur hansara brátt fær ein heilt annan dám. Um skamma stund verða skotvápn, bumbur og check-points ein fastur partur av gerandisdegnum hjá Kára.
Hóast Kári er púra ró?lig?ur á at líta, er tað eitt ávíst álvarsemi, sum eisini eyð?kennir mannin, tá vit práta um komandi ferð hansara.
Eg eri spentur, nervøsur og eitt sindur bangin, ásannar Kári, tá hann verður spurdur, hvørjar kenslur bylgjast í barmi undan eini slíkari ferð.
Hann hevði sett í seg frá byrjan av, tá hann meldaði seg til herin, at hann skuldi til Irak. Hetta verður óivað ein uppliving, ið fer at mynda og brýna unga havnarmannin, sum er uppvaksin í hjartan?um av Havnini.
Eingin ivi er um, at tann persónliga upplivingin er tað primera endamálið við hesi ferðini, sigur Kári um motivatiónina at gerast partur av danska herinum.
Men tað er samstundis gott, at vit fáa høvi at vera við í humaniterum arbeiði í økinum, har vit halda til. Eg kann ikki broyta heimin einsamallur, ta stuttu tíð eg eri har niðri, men mín inn?satsur er partur av eini størri heild, sum vónandi fer at broyta støðuna til tað betra, heldur Kári fyri.
Hann greiðir frá, hvussu donsku herdeildirnar hava verið við í arbeiðnum at byggja eitt sjúkrahús, og at teir eisini hava gravað ein brunn saman við teimum lokalu íbúgvunum.
Hetta er ikki tað mest spenn?andi, sum ruddar for?síðurnar í Danmark, men tað ger allan munin hjá tí vanliga irakanum, sigur Kári.
Okkara høvuðsuppgáva hevur í veruleikanum ein humani?teran karakter. Vit skulu skapa tryggleika og frið fyri tey lokalu, men vit skulu eisini lata okkara íkast at skapa framburð í økinum sum heild.
Mamman er óttafull
Nú Kári leggur leiðina til Irak, sita foreldrini eftir í Føroyum. Tey eru sjálvsagt bangin um sonin, ið hevur leitað sær persónligar av?bjóð?ingar í einum krígsherjaðum landi.
Mamma er sum mammur flestar. Hon er ræðuliga be?kymrað um meg, og henni dámar tað einki, at eg nú skal avstað. Hon hevur havt eitt hálvt ár at venja seg við tankan, men eg haldi ikki, at hon hevur vant seg við hann enn, sigur Kári um reaktiónina hjá móðir síni um komandi túrin hjá elsta soninum.
Hann leggur tó afturat, at foreldrini ikki eru tik?in av fótum orsakað av ævin?týr?hugi Kára, og at tey ikki hava roynt at forða honum í at royna síni evnir í herinum.
Kári er ikki serliga fjáltur?stungin undan ferðini. Hóast hann nú skal til ein ófriðarligan part av heim?inum, kennir hann seg ikki hóttan.
Vit eru í einum lutfalsliga friðarligum parti av Irak, og av teimum 3000 donsku hermonnunum, ið tilsamans hava verið í Irak, er bert ein deyður av fíggindaligum álop?um, sigur Kári.
Hann vil vera við, at hann kundi verið í nógv størri vanda, um hann eitt nú fjakk?aði úti í heiminum, og tað verður vanliga ikki mett at vera serliga vandamikið.
Umframt tann eina her?mannin, ið doyði av ein?ari bumbu, sum lá við veg?jað?aran, eru tveir aðrir hermenn farnir heim undir kistuloki. Tann eini varð raktur av sínum egnu í einum skot?bar?daga, og hin doyði at natúr?ligum ávum.
Kári koyrir
Ta tíðina, Kári hevur verið í herinum, hevur hann lært seg at koyra Piranha, ið er eitt stórt skepilsi av einum hernaðarakfari. Hetta akfar vigar 16,5 tons, hevur átta hjól og kann í mesta lagi koyra 105 kilometrar um tím??an. Hetta er motormegi, ið fleiri mannfólk óivað droyma um hava ræðið á.
Umframt at koyra Piranha hevur Kári eisini lært at skjóta við einari dysekanón. Hetta er eitt slag av basooka, og hvørt skotið kostar 8.000 krónur. So tað sigur seg sjálvt, at teir ikki hava skotið ser?liga nógv til stuttleikar við hesum vápninum.
Tann danski herurin hev?ur sum oftast ta nýggjastu útgerðina, og ofta eru vit betri útgjørdir enn ameri?kan?arar og bretar, og tað var eg rættiliga ovfarin av at hoyra, sigur Kári.
Uppgávan hjá Kára í Irak verður at sita við róðrið í hes??um akfarinum. Saman við sær í akfarinum hevur hann ein gunnara, ið situr við skotvápninum, ið er ein 12,7 mm maskinbyrsa, og ein bólkaleiðara. Vanliga koyra teir saman í bólkum við seks hermonnum, t.v.s. tvey akfør í hvørjum fylgi.
Høvuðsuppgávan hjá okk?um verður at patruljera í okkara ábyrgdarøki við Basra. Vit skulu máta tempe??ra??turin í økinum fyri at tryggja okkum ímóti álop?um. Tað er eitt fakta, at fleiri vilja hava okkum burtur úr Irak, og tí skulu vit ansa okk??um, sigur Kári um tær dagligu uppgávurnar.
Vandin við at patruljera er, at hermenninir tá kunnu verða álopnir, tá teir eru á ferð. Oftast eru tað fjar?stýrdar bumbur, ið liggja við vegjaðaran. Tær verða goymdar í burturkasti, deyð?um djórum ella dekkum, og tí eru tær torførar at fáa eyga á.
Hetta kann vera ilt hjá okk?um, sum liva eina fjálga og trygga tilveru í Vest?ur?evropa, at ímynda okkum. Men trongd?in eft?ir spenningi og nýggj?um upplivingum hevur eftir øllum at døma fingið fastatøkur á tí unga havnarmanninum, sum nú skal vera til at skapa frið mitt í einum ófriðarligum parti av heiminum.
Umframt patruljering skulu donsku hermenninir seta upp mobil checkpoints, sum verða sett upp, tá teir skulu leita eftir vápnum og narkotika, ið verða flutt ígjøgnum økið. Eisini skulu teir samskifta við teir lokalu sjeikarnar og royna at savna upplýsingar um møgu?lig álop á tær sameindu her?deild?irnar.
Ein annar partur av upp?gávuni er at venja irak?isk?ar hermenn, so at tann fremmanda hermegin einaferð kann taka seg aftur úr Irak. Fleiri operatiónir verða í dag framdar í fe?lag við teimum irakisku her?monnunum.
Tilafturskomið øki
Í einum landi, ið hevur verið merkt av kríggi, ófriði og einum harðrendum tyranni seinastu 20-30 árini, kann ein hermaður koma út fyri nógvum veruleikafjarum hend?ingum, ið vit vestur?lend?ing?ar als ikki kunnu ímynda okkum.
Ein hending, ið stendur á heimasíðuni hjá danska herinum, kann møguliga geva okkum eina hilling av, hvussu tað er at vera staddur í einum ófriðarligum landi.
Nakrir danskir her?menn komu fram á eitt ferðslu?óhapp uttanfyri Basra. Fleiri børn vóru rakt av ein?um persónbili, og tey høvdu øll tørv á bráfeingis hjálp. Donsku hermenninir gera seg til at hjálpa, tá tað brád?liga verður skotið eftir teimum.
Hermenninir verða noydd?ir at taka seg aftur uttan at hava hjálpt øllum teimum skaddu frá ferðsluóhappinum. Teir fingu tó flutt nøkur av børn?unum á sjúkrahús.
Økið, sum vit koma til, er ómetaliga fátæksligt, hava vit fingið at vita. Fólk?ið hevur so at siga ongar hentleikar, ið eru sjálvsagdir hjá okkum í vesturheiminum, sigur Kári og leggur afturat, at eitt nú kunnu tey saniteru viðurskiftini mangan vera út av lagi vánalig.
Stutt frá Basra liggur Ku?wait, ið beinleiðis flýtur í oljumilliardum. So skjótt tú fert um markið inn í Kuwait hevur tú fult upplýstar vegir, háhús og framkomna tøkni, men Irak liggur framvegis í sori orsakað av kríggi og vánaligari politiskari leiðslu.
Av tí at Irak hevur verið í fleiri kríggjum, síðan Sad?dam Hussein tók valdið, liggja stórar mongdir av spreingi?evni og rekast runt í land?inum. Ein av upp?gávunum hjá Kára og teim?um verður at finna og til?einkis?gera slíkt lóður, ið kann vera ein stórur bági hjá tí van?liga irakanum.
Skerpað tilbúgving
Danmark hevur ongantíð ver??ið sjónligari á altjóða pall??inum enn seinastu vik?ur?nar. Hetta er sjálvsagt or?sakað av teimum famøsu tekningunum av profetinum Muhammed, ið vórðu prent?aðar í Jyllands-Posten. Eisini hevur Danmark júst fingið sæti í trygdarráðnum í ST, og tað merkir, at tann danski uttanríkispolitiski profilurin brádliga er vorðin meira sjón?ligur.
At støðan hevur verið álv?arslig sæst á teimum lond?um, ið danska uttan?ríkis?málaráðið mælir dønum frá at vitja. Fleiri av londunum í Miðeystri verða beinleiðis mett at vera vandamikil hjá dønum at vitja.
Tí hevur herleiðslan eis?ini økt um tilbúgvingina hjá teimum donsku hermonn?un?um í Irak og Afghanistan. Hetta er tó ikki nakað, ið Kári hevur merkt nakað beinleiðis til enn, tí hermenninir hava ikki fingið nakrar ávísar leið?beiningar í sambandi við nýggju støðuna hjá dønum í Miðeystri.
Tú kanst ongantíð fyri?reika teg 100 prosent til eina slíka uppgávu. Vit hava fingið frágreiðingar frá fleiri hermonnum, ið eru aft?urkomnir úr Irak, men hetta eru bert hent ráð at hava við sær. Tú mást uppliva tað á egnum kroppi, áðrenn tú kanst siga við vissu, um tú ert klárur til uppgávuna, sigur Kári avgjørdur, tá hann verður spurdur um, hvussu fyrireikingarnar hava verið.
Kári greiðir frá, at tað kem?ur fyri, at hermenn verða sendir heim, tá tað gerst teimum greitt, at teir ikki megna uppgávuna, ið teimum er litin í hendur. Um tú ikki ert nóg væl fyri sálarliga og ikki megnar at handla í kritiskum støðum, kanst tú seta felagar tín?ar í stóran vanda. Tí er um?ráð?andi, at hermenninir eru ár?vaknir allar tíðir á sam?døgrinum.
Trupulleikar í Basra
Eitt er Muhammeds-tekning?arnar, ið geva trupulleikar, men vikuskiftið undan frá?ferðini hjá Kára og hansara vinmonnum í herinum, sá ein nýggj gøla dagsins ljós.
Talan er um eina video-upptøku, ið vísir bretskar hermenn buka nakrar irak?iskar unglingar. Hendingin er eftir øllum at døma farin fram í Basra fyri umleið tveim?um árum síðani, og hon vísir greitt, at bretskir hermenn fara sera illa við nøkrum ungum monnum, ið hava tveitt við steinum eftir bretsku hermonnunum.
Av tí at danska hernaðar?legan, Camp Danevang, ligg?ur í tí bretska økinum kann hetta møguliga eisini geva teimum eitt verri umdømi, men spurningurin er, hvørja ávirkan upptøkurnar í veru?leikanum fara at fáa fyri her?setingina hjá teimum sam?eindu har suðuri í Irak.
Tað seinasta nýggja er, at býráðið í Basra krevur, at donsku hermenninir fara úr Irak, um teir ikki biðja um umbering fyri tekningarnar av Muhammed í Jyllands-Postinum. Harumframt eru mótmælisgongur ímóti harðligu framferðini hjá teimum bretsku hermonn?un?um á upptøkuni, ið hev?ur verið víst í irakiskum sjón?varpi.
Hóast øktu hóttanina ímóti donskum hermonnum og ríkisborgarum hevur for?sætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen gjørt greitt, at hetta ikki fer at hava nakra ávirkan á hernaðarligu um?boð?anina hjá dønum í Irak.
Framtíð í uniformi
Tá Kári hevur verið teir seks mánaðirnar í Irak, ætlar hann sær ikki at halda fram í herinum.
Eg havi ætlanir um at fara á HF í Føroyum, og seinni er ætlanin at søkja inn á politiskúlan í Dan?mark, greiðir Kári frá, tá hann verð?ur spurdur um fram?tíðar?ætlanir sínar. Royndirnar í Irak kunnu óivað koma hon?um til góðar til eina møgu??liga upptøkuroynd til politi?skúlan.
Kári hevur kastað seg útí nakað, sum tey allarfæstu høvdu havt dirvi til. Hetta ber boð eisini um ein mann, sum ikki er bangin fyri at ferðast á markinum, har tann grái massin ongantíð hættar sær. Eingin ivi er um, at tað krevst ein ávís sálar?lig styrki og javnvág, um tú til fulnar skalt røkja uppgávuna sum hermaður í einum ófriðarligum landi, og Kári hevur eisini valt ta ultimativu avbjóðingina.

Føddur 27. desember 1983
Foreldur: Óli og Kirsten (fødd Nielsen)
Útbúgving: FHS á Føroya Handilsskúla
Harumframt arbeitt hjá timburmanni og verið til skips
Fleiri upplýsingar um donsku herdeildirnar í Irak eru at finna á www.hok.dk