Margretha drotning varð í dag útskrivað av Rigshospitalinum og fer aftur til Fredensborg slott.
Tað skrivar kongshúsið í tíðindaskrivi.
Komandi tíðina verður drotningin at binda frið, og ætlaða vitjanin á Pantomime-teatrinum leygardagin 23. mai er avlýst.
Drotningin varð hósdagin innløgd á Ríkissjúkrahúsið við hjartatilburði.
Fríggjadagin kunngjørdi kongshúsið, at Margreta drotning hevði verið undir ballónanvíðkan av krúnulívæðrini. Eisini varð sagt, at drotningin "klárar seg væl".
Ein ballónvíðkan tekur burtur smalking ella blóðtøpp í krúnulívæðrini, og betrar um blóðveitingina til hjartað.











