eftir at avhøvda Elektron 1993, men vit minnast eisini, at danski stjórin tapti tann dystin. Tá slapp hann ikki at flyta virksemið, sum Elektron dagliga tekur sær av, til Danmarkar. Fáum dáma at tapa, [...] sum serliga illa vilja lata sær lynda at vera við undirlutan. Og tað sær heldur ikki út, sum hevur maðurin givið upp. Hann vil framvegis, og hann ætlar framvegis at senda arbeiðið hjá Elektron út av landinum [...] Og tað sær út sum leiðslan á Elektron ikki ætlar at forða honum í hesum. Tað sær út sum fær Astrup stuðul frá ávísari politiskari síðu. Tað sær út sum, at teir sum ikki taka undir við ætlanunum ella seta
eg ikki at finna meg í at hann leggur mær orð í munnin. "?????..Tá Bill Justinussen landsstýrismaður vildi stramma upp og kunnaði okkara læknar, at hann vildi hava lógina hildna, kenna øll, at eingin úr [...] einaferð alment hevur boðað frá, at hann als ikki tekur undir við fríari fosturtøku. Leygardagin royndi maðurin at sníkja seg burturúr ósannindunum aftur. Ikki við at bakka. Ein nýggjur offensivur verður [...] niðurskrivað og lagt út á heimasíðu tingsins. Ynskir Immi at eftirkanna síni ósannindi, so vænti eg, at hann vendir aftur, tá ið hann hevur staðfest, at undirritaði ikki hevur nevnt fosturtøku við einum orði
vóru til fyrilesturin siga, at tey fingu væl burturúr. Og fleiri nýttu eisini høvi at seta spurningar aftaná. Eyðun Joensen er føddur og uppvaksin í Klaksvík, og hann viðgekk, at hann hevði verið eitt sindur [...] Eyðun Joensen, sálafrøðingur, sigur, at tað var líka við, at hann sjálvur fekk strongd, tá hann týskvøldið skuldi halda fyrilestur um sama evni á Klaksvíkar Bókasavni. Nógv fleiri fólk vóru møtt, enn tað [...] filmbrot og planchur. - Tað harmar meg, at so bleiv, tí klakvíkingar eiga nógv góð høli, sum ein slíkur fyrilestur kundi verið hildin í, sigur Eyðun. Hann sigur, at evnið um strongd er ógvuliga umfatandi
hava eisini ætlanir um at keypa eitt skip afturat til Vágs, tí fiskiloyvi hava teir á hondum, ið bert bíðar eftir at blíva brúkt. Mikudagin varð landað í kavarokinum og mett var, at skipið hevði eini 2600 [...] upsa og nakað av hýsu. Nú er nakað síðani, at vágbingar keyptu Roc Amadour. Heri Godtfred, skipari, sigur, at hesa tíðina hava teir havt ymsar trupulleikar at dragast við. Ein aksil er brotnaður hjá teimum [...] verið í Íslandi og hugt at skipi. Men í løtuni heldur Helgi støðg í reiðaravirkseminum og hevur latið yngri kreftir taka við. Hann sigur, at sera stórur áhugi hevur verið vístur fyri at keypa fiskiloyvið, ið
miðvallarnar at barndómsfelagnum komandi árið, og Allan dylur ikki fyri, at tað er við stórum spenningi, at hann nú aftur fer til barndómsfelagið. Spennandi við Kurt Ikki minst er tað tann sannroynd, at stóribeiggin [...] stendur við stýrisvølin, sum ger, at hugrin at koma til Klaksvíkar er góður. - Jú sjálvandi hevur tað nógv at siga. Kurt og hava tosað nógv saman um hetta, og eg veit, at eg stóð ovastur á ynskislistanum [...] hevur hetta við Kurt sjálvandi nógv at siga, men eg haldi eisini, at KÍ hevur eitt spennandi lið. Kanska manglar eitt sindur av rutinu, men tað kann eg so vera við til at geva liðnum, og tað gleði eg meg
helst mangt annað at takast við enn at fara undir at tveita runubløk eftir hvørjum øðrum, men tá tú skírir grein mína orðaskvaldur, ósakliga og beinleiðis ósanna, dugi eg ikki rættiliga at fylgja tær; Vígdis [...] rættiliga) fór tá at ballast á Hafnia saman við semingsmonnunum. At enda: er tað veruliga so, at FA ynskir lønarmun? Í slíkum førum verða tað altíð - tað hevur víst seg aðrastaðni og fer eisini at vísa seg her [...] var íblást av Ingeborg og Vígdis. At tjakast um formenn og nevndarlimir og hvør skal, má, ikki skal osfr. úttala seg vegna felagið fari eg at lata liggja. Við ta, at limirnir velja nevnd og formann, hevur
spildurnýggjan Smyril at sigla við. Á kunnandi fundinum um nýggju suðuroyarferjuna mikudagin, fekst at vita, at nýggja suðuroyarskipið verður liðugt í 2004. Ætlanin er at brúka árið í ár til at fyrireika byggingina [...] nevnast, at Smyril, sum nú er, er 92,7 metrar langur, 16,52 metrar breiður, stingur 4,65 metrar, siglur 16,5 míl, tekur 800 ferðafólk og110 bilar. Nýggja Skipið er mett at kosta 305 milliónir at byggja. [...] og næsta ár verður kjølurin bygdur. Síðani tekur tað gott tvey ár at byggja skipið. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at felagið Knud E. Hansen, sum hevur projekterað skipið, hevur givið
fólkaatkvøðuna var, at hann ikki vildi vera við til at innlima Føroyar í danska ríkið. Løgmaður segði, at »av tí at danska stjórnin tulkaði fólkaatkvøðuna, sum eina endaliga atkvøðu um fult sjálvstýrið her [...] nýtti løgmaður høvið at finnast at samtyktu eftirlønarskipanini fyri landsstýrismenn og segði seg hava tikið stig til at »hesi viðurskiftini aftur koma í rættlag«. Líkt er eisini til at løgmaður eisini brúkti [...] av røðuni, at løgmaður feldi tey hvassastu orðini og kom við teirri longstu frágreiðingini. Løgmaður segði um donsku stjórnina, at hon ger fullveldistilgongdina so trupla sum gjørligt, og at hon leggur
eisini við góðum vónum, at teir fara í holt við dystin móti VB, og tað er helst eisini ein eyka motivatiónsfaktor, at talan er um verandi meistararnar. Rúnavíkingar hava so at siga alt fólkið tókt, sum [...] skaða at dragast við. Dánjal Hansen, sum hevur verið lítið at sæð á besta liðnum seinastu dystirnar, hevur tvey vikuskifti upp í slag spælt við aðru deild, og møguliga er hann nú somikið væl fyri, at talan [...] Upptakt Runavíkingar hava lítið annað enn æruni at spæla fyri, tá teir sunnudagin taka ímóti VB. Hinvegin hevur tað áður víst seg, at júst í hesari støðu eru runavíkingar vandamiklastir, og millum annað
nú, men roknað verður við, at talið fer upp um 9.000 áðrenn 20 ár eru liðin. Tí metir Sambandsflokkurin tað vera alneyðugt at gera nakað munagott nú, tí tað er ikki vist, at peningur verður tøkur, um vit [...] pensjónsøkinum. Vit, í Sambandsflokkinum, eru av tí áskoðan, at tað er av størsta týdningi, at stórur partur av landskassavlopinum verður nýtt til at tryggja okkara eldru ein virðiligan aldurdóm. Tað eru tey [...] sum vit nú nýta gott av. Nú kann onkur siga, at hetta við pensjónum hevur einki við eitt fólkatingsvalið at gera. Tað er møguligt, men tað hevur nógv at gera við okkara støðu til ríkisfelagsskapin, tí