Einmansherurin Immi

   

Immi Dam legði harðliga frá landi nú val til Føroya løgting varð útskrivað. Sum ein einmansherur sveiggjar hann slíðraspjótið, og tað man kennast mongum undarligt, at tað serliga eru tjóðveldismenn, ið skula stingast niður hiðani og fram til 20. januar.
Fyrsta blóðoffurið var Høgni Hoydal. Immi legði hann undir at taka undir við fríari fosturtøku. Eitt høgg í blindum og av órøttum, tá ið formaður Tjóðveldisfloksins meiri enn einaferð alment hevur boðað frá, at hann als ikki tekur undir við fríari fosturtøku. Leygardagin royndi maðurin at sníkja seg burturúr ósannindunum aftur. Ikki við at bakka. Ein nýggjur offensivur verður royndur. Alternativa blóðoffurið er undirritaði.
Tað er bara Immi Dam, sum avger, hvørjum hann atkvøður fyri á valinum og á valum frameftir. Hevur hann einaferð latið mær sína atkvøðu takki eg honum fyri tað. Men harfyri farið eg ikki at finna meg í at hann leggur mær orð í munnin.
"?????..Tá Bill Justinussen landsstýrismaður vildi stramma upp og kunnaði okkara læknar, at hann vildi hava lógina hildna, kenna øll, at eingin úr Tjóðveldisflokkinum kom honum til hjálpar, heldur tvørturímóti. Hugsa bert um orð Tórbjørns á Danatingi. Tobbi, um eg livi og havi heilsuna, tú fært ikki atkvøðu mína aftur????..". Endurtøka úr leygardagsdimmuni.
Eg krevji av sannleikavitninum Imma Dam, at hann sigur mær og øllum Føroya fólki hvat og nær undirritaði hevur tosað um fría fosturtøku á Danatingi?
Alt tað sum sagt verður á Fólkatingi verður niðurskrivað og lagt út á heimasíðu tingsins. Ynskir Immi at eftirkanna síni ósannindi, so vænti eg, at hann vendir aftur, tá ið hann hevur staðfest, at undirritaði ikki hevur nevnt fosturtøku við einum orði í danska parlamentinum, tíansheldur á Føroya løgtingi.
Tað ber til at vera ímóti fríari fosturtøku uttan at misnýta málið í politiskari spekulatión. Hetta er mín støða. Og hon broytist ikki, líkamikið hvussu harður ágangurin verður.