Vágur: Roc Amadour gjørdi ikki drúgvan túr hesaferð. Men túrurin var góður. Eftir bert einar 5 dagar úti, kom Roc Amadour aftur til lands. Menninir aftanfyri Roc Amadour hava eisini ætlanir um at keypa eitt skip afturat til Vágs, tí fiskiloyvi hava teir á hondum, ið bert bíðar eftir at blíva brúkt.
Mikudagin varð landað í kavarokinum og mett var, at skipið hevði eini 2600 kassar. Talan er um upsa og nakað av hýsu.
Nú er nakað síðani, at vágbingar keyptu Roc Amadour. Heri Godtfred, skipari, sigur, at hesa tíðina hava teir havt ymsar trupulleikar at dragast við. Ein aksil er brotnaður hjá teimum og eisini fór ljósmotorurin.
Nýtt skip til Vágs
Tað var Helgi Augustinussen, saman við brøðrum, ið keypti Roc Amadour til Vágs.
Eisini eiga teir annað fiskiloyvi og hava fleiri ferðir havt ætlanir um keyp av fiskifari. Millum annað hava teir verið í Íslandi og hugt at skipi. Men í løtuni heldur Helgi støðg í reiðaravirkseminum og hevur latið yngri kreftir taka við.
Hann sigur, at sera stórur áhugi hevur verið vístur fyri at keypa fiskiloyvið, ið teir eiga. Tilboðini eru komin úr øllum Føroyum.
Men teir hava ikki vilja selt og hava lagt dent á, at loyvið skal ikki av bygdini.
- Eg havi ikki viljað latið loyvið, hóast mongu tilboðini. Tað skuldi ikki av bygdini. Nú hava Heri Godtfred og aðrir fingið loyvið og tað vóru vit brøðurnir samdir um at gera, so loyvið fór ikki av fjørðinum, sigur Helgi Augustinussen.
Heri Godtfred sigur, at enn er einki ítøkiligt meira at siga um hetta, tí nú verður arbeitt víðari við hesum.
Men greitt er sostatt, at vágbingar í næstum kunnu vænta nýtt fiskifar at stevna inn á Vágsfjørð.