Setið dagsskránna hjá Astrup Hansen undir luppin

   

Vit, sum minnast, vit minnast hvussu áltráður Jørgen Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka var eftir at avhøvda Elektron 1993, men vit minnast eisini, at danski stjórin tapti tann dystin. Tá slapp hann ikki at flyta virksemið, sum Elektron dagliga tekur sær av, til Danmarkar. Fáum dáma at tapa, og man Astrup teljast millum teir, sum serliga illa vilja lata sær lynda at vera við undirlutan.
Og tað sær heldur ikki út, sum hevur maðurin givið upp. Hann vil framvegis, og hann ætlar framvegis at senda arbeiðið hjá Elektron út av landinum. Og tað sær út sum leiðslan á Elektron ikki ætlar at forða honum í hesum. Tað sær út sum fær Astrup stuðul frá ávísari politiskari síðu. Tað sær út sum, at teir sum ikki taka undir við ætlanunum ella seta spurnartekin ja, teir fáa sekkin.
Nú skal ein ikki loypa á leistum, tá ein ikki kennir málið fult og helt frá øllum síðum. Men tað sær alt annað líka út, sum sleppur Astrup at gera sum honum lystir við Elektron. Tað sær út sum sleppur hann at niðurgera og til einkis gera føroyska ekspertisu á økinum. Havi frætt um kanningar, ið gjørdar eru av kostnaðarstøðinum hjá Elektron og so donskum fyritøkum. Og at tulkingin av hesum kanningum tykist vera bæði ørkymlandi og ósakligar, donsku fyritøkunum til fyrimunar.
Kann sjálvandi ikki pástanda, at Jørgen Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka og nevndarformaður í Elektron ætlar at oyðileggja og knúsa føroyska ekspertisu, sum er uppbygd á Elektron. Tað kann eg ikki, tí eg havi eingi prógv fyri tí. Men er tað ongin, sum hevur myndugleika og ikki minst dirvi til at seta dagsskránna hjá Jørgen Astrup Hansen undir luppin. Sleppa sambandsmenn og javnaðarmenn at valdinum eftir 20. januar 2004, tá verður valla nakað gjørt við málið.