Eitt samfelag fyri øll

Í grein 7 í stevnuskrá Sambandsfloksins stendur, at flokkurin vil arbeiða fyri, at sosiala lóggávan verður soleiðis skipað, at tey gomlu, tey sjúku, tey brekaðu og onnur, sum hava hjálp fyri neyðini fáa stuðul og viðgerð, ið ikki stendur aftanfyri tað, sum fæst í hinum Norðanlondum.

 

Eitt øki, sum hevur verið nógv umrøtt hesi seinastu árini, er pensjónsøkið. Til tess at veita okkara pensjonistum ein bata, legði Sambandsflokkurin í august mánað uppskot fyri løgtingið hesum viðvíkjandi. 400 mió. krónur í ár, og aftur 400 mió. krónur næsta ár skuldu leggjast í ein grunn, og avkastið av hesi upphædd skuldi síðani gjaldast øllum pensjónistum afturat grundupphæddini í fólkapensjónini. Skotið varð upp, at fyrsta útgjaldið skuldi verða 1. januar komandi ár.

Sambandsflokkurin vildi á henda hátt tryggja pensjonistum eitt hægri gjald. Av tí at bert avkastið av hesum peningi skuldi gjaldast út, meðan stovnsfæið bleiv liggjandi, hevði hetta ikki økt skattatrýstið hjá fólki.


Tey eldru gerast fleiri í tali

Sambært hagtølum eru stívliga 6.000 pensjonistar í Føroyum nú, men roknað verður við, at talið fer upp um 9.000 áðrenn 20 ár eru liðin. Tí metir Sambandsflokkurin tað vera alneyðugt at gera nakað munagott nú, tí tað er ikki vist, at peningur verður tøkur, um vit útseta málið til seinni.

Sum kunnugt varð uppskotið felt av samgonguni.

Um so var, at uppskot Sambandsfloksins varð samtykt, hevði hetta økt um útgjaldið til pensjónistar við umleið 1.000 krónum um mánaðin. Hetta vísir, hvussu nógvur peningur skal til fyri at nøkta tørvin á pensjónsøkinum.

Vit, í Sambandsflokkinum, eru av tí áskoðan, at tað er av størsta týdningi, at stórur partur av landskassavlopinum verður nýtt til at tryggja okkara eldru ein virðiligan aldurdóm. Tað eru tey, sum hava bygt upp hetta samfelagið, sum vit nú nýta gott av.

Nú kann onkur siga, at hetta við pensjónum hevur einki við eitt fólkatingsvalið at gera. Tað er møguligt, men tað hevur nógv at gera við okkara støðu til ríkisfelagsskapin, tí fullveldispolitikkurin kostar hópin av peningi, sum annars kundi verið nýttur skilagott m.a. til frama fyri tey eldru í samfelagnum.

Veljarin kann stuðla okkara politikki við at atkvøða fyri Sambands-flokkinum 20. november.