Strandferðsla
Um trý ár fáa suðuroyingar, og allir aðrir føroyingar ein spildurnýggjan Smyril at sigla við.
Á kunnandi fundinum um nýggju suðuroyarferjuna mikudagin, fekst at vita, at nýggja suðuroyarskipið verður liðugt í 2004.
Ætlanin er at brúka árið í ár til at fyrireika byggingina og næsta ár verður kjølurin bygdur. Síðani tekur tað gott tvey ár at byggja skipið.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at felagið Knud E. Hansen, sum hevur projekterað skipið, hevur givið Strandferðsluni eitt yvirlit yvir 20 skipasmiðjur um allan heimin, sum felagið heldur eru førar fyri at byggja skipið við teimum dygdarkrøvum, sum sett verða.
Síðani verður tilfar sent hesum skipasmiðjunum við fyrispurningi um, hvatr skipið kann byggjast fyri og um áhugi er fyri at byggja tað yvirhøvur.
Tá ið tað tilfarið er innkomið, verða nakrar fáar pilkaðar burturúr, tær sum ljóða mest áhugaverdar og so verður samráðst víðari við tær. At enda verður so sáttmáli gjørdur við ta einu skipasmiðjuna, sum so byggir skipið.
Nýggi Smyril er 135 metrar langur, 22,7 metrar breiður og hann stingur 5,60 metrar. Hann siglur 21 míl, tekur 800 fólk um veturin og 976 um summarið, og hann tekur 200 bilar.
Til samanberingar kann nevnast, at Smyril, sum nú er, er 92,7 metrar langur, 16,52 metrar breiður, stingur 4,65 metrar, siglur 16,5 míl, tekur 800 ferðafólk og110 bilar.
Nýggja Skipið er mett at kosta 305 milliónir at byggja.
Nýggja skipið er sostatt eitt munandi framstig, men Strandferðslan heldur, at tað er neyðugt, tí nú er tað næstan dagligur kostur, at bilar standa eftir, tí Smyril er fullur.
Hóast hetta skipið er nógv størri enn Smyril, sum nú er, er hann heldur bíligari í rakstri, tí hann brúkar tungolju.