Stórur áhugi fyri fyrilestri um strongd

Tað var trongligt á bókasavninum í Klaksvík týskvøldið, tá Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, helt fyrilestur um strongd sum vinnusjúku. Um 200 fólk komu at lurta, og fleiri mátti rýma avstaðaftur, tí øll rúmtust ikki inni

Eyðun Joensen, sálafrøðingur, sigur, at tað var líka við, at hann sjálvur fekk strongd, tá hann týskvøldið skuldi halda fyrilestur um sama evni á Klaksvíkar Bókasavni.
            Nógv fleiri fólk vóru møtt, enn tað, ið tey, sum skipaðu fyri, høvdu roknað við. Tað gjørdi, at Eyðun ikki fekk hildið fyrilesturin soleiðis, sum hann hevði ætlað. Tað gjørdist ov trongligt inn, og tí fekk hann ikki brúkt alt tilfarið, hann hevði við sær, sum t.d. filmbrot og planchur.
            - Tað harmar meg, at so bleiv, tí klakvíkingar eiga nógv góð høli, sum ein slíkur fyrilestur kundi verið hildin í, sigur Eyðun.
            Hann sigur, at evnið um strongd er ógvuliga umfatandi og tí eisini egnar seg betur at taka upp sum tema eina dag ella í minsta lagi einar 5 tímar.
 
Stórt evni
 
Tú fært ikki lýst eitt so stórt evnið nóg væl í einum stuttum fyrilestri
uppá ein til tveir tímar, sigur sálarfrøðingurin.
Men fólk, sum vóru til fyrilesturin siga, at tey fingu væl burturúr. Og fleiri
nýttu eisini høvi at seta spurningar aftaná.
            Eyðun Joensen er føddur og uppvaksin í Klaksvík, og hann viðgekk, at hann hevði verið eitt sindur ?nervøs? fyri at stíga fram sum profetur á egnari heimaleið, sum hann tók til.
            At enda í fyrilestri sínum kom sálafrøðingurin við góðum ráðum í samband við fyribyrging av strongd, sum hann setti upp í 5 punktum:
-          Hjá hvørjum einstøkum er neyðugt at kenna seg sjálvan uppá gott og ilt.
-           At sýna tær veiku síðurnar eins væl og tær sterku, er umráðandi.
-          Ásannan av, hvat vit megna og ikki megna, er alneyðug.
-          Málini, vit seta okkum sjálvum, mugu vera veruleikanær.
-          Í góðari tíð at siga greitt frá, um byrðarnar vaksa upp um høvdið.
            Vit fara í ein grein seinni at viðgera nakað av tí, sum sálarfrøðingurin í sínum fyrilestri førdi fram.