Løgmansrøða við biti í

Løgmaður nýtti í seinastu løgmansrøðu síni hetta valskeiðið høvið at fílast á eftirlønarskipanina fyri landstýrismenn og at leggja eftir donsku stjórnini í hørðum vendingum fyri síðan at koma við einari langari og ikki so hvassari frágreiðing um hví einki bleiv av fráboðaðu fólkaatkvøðuni í mei

 

Sjálvstýrismál hava fylt nógv á dagsskránni hjá sitandi landsstýri, og hetta sást aftur í røðuni hjá løgmanni ólavsøkudag, har sjálvstýrismál fingu nógv orð við á vegnum.

 

Tað var eisini í hesum partinum av røðuni, at løgmaður feldi tey hvassastu orðini og kom við teirri longstu frágreiðingini.

 

Løgmaður segði um donsku stjórnina, at hon ger fullveldistilgongdina so trupla sum gjørligt, og at hon leggur allar hugsandi løgfrøðiligar og politiskar fótonglar, sum hann orðaði seg.

 

Tann parturin av løgmansrøðuni, ið snúi seg um sjálvstýrismál, byrjaði annars við einari gjøgnumgongd av sjálvstýrisgongdini, sum hon hevur verið, síðan Føroya Landsstýri sleit samráðingarnar við donsku stjórnina 26. oktober 2000.

 

 

 

Grundgav fyri avlýsingini

 

Her nýtti løgmaður eisini høvi at geva Føroya fólki eina frágreiðing um, hví tann fráboðaða fólkaatkvøðan um sjálvstýri ongantíð gjørdist til nakað.

 

Grundgevingin, sum løgmaður førdi fram í røðu síni, fyri at avlýsa fólkaatkvøðuna var, at hann ikki vildi vera við til at innlima Føroyar í danska ríkið.

 

Løgmaður segði, at »av tí at danska stjórnin tulkaði fólkaatkvøðuna, sum eina endaliga atkvøðu um fult sjálvstýrið her og nú, um føroyingar atkvøddu ja, og eina innliman í danska ríkið, um føroyingar atkvøddu nei«, varð fólkaatkvøðan avlýst.

 

Hetta var egna grundgeving løgmanns, og hann kom ikki inn á tað álvarsligu ósemju, sum var í landsstýrinum um avlýstu fólkaatkvøðuna.

 

 

 

Tunnil undir Leirvíksfjørð

 

Annars nýtti løgmaður høvið at finnast at samtyktu eftirlønarskipanini fyri landsstýrismenn og segði seg hava tikið stig til at »hesi viðurskiftini aftur koma í rættlag«.

 

Líkt er eisini til at løgmaður eisini brúkti røðuna sum høvi at seta tann í løtuni nógv umtalaða undirsjóvartunnilin um Leirvíksfjørð longur fram á dagsskránna. Í innleiðandi partinum av røðuni segði løgmaður: »fyrireikingar eru byrjaðar til ein tunnil undir Leirvíksfjørð«. Higartil hevur bert verið tosað um at kanna umstøðurnar, men orðing løgmanns bar brá av meira.

 

Hendan løgmansrøðan var tann seinasta hjá Anfinni Kallsberg, løgmanni, hetta valskeið.