Men, tað kann hann ikki sambært amerikansku grundlógini.
Ein forseti í USA kann í mesta lagi sita í tvey skeið. So skal hann geva embætið frá sær. Tað er tó ikki vist, at Donald Trump ikki kann finna út av einum ella øðrum, so hann kann sita eitt triðja skeið eisini.
Fyrrverandi ráðgevin, Steve Bannon, heldur, at Donald Trump hevur eina ætlan.
- Hann fer at fáa eitt triðja forsetaskeið. Fólk mugu bara venja seg við tankan, sigur hann. Sambært fyrrverandi ráðgevanum fyriliggur longu ein ætlan um, hvussu hetta skal gerast.
Umborð í Air Force One-flogfarinum á veg til Japans í gjár varð forsetin spurdur, um hann fyrireikar eitt triðja forsetaskeið. Hann er annars bara inni í fyrsta árinum av fýra í øðrum forsetaskeiðnum.
- Eg hevði elskað tað, sigur Donald Trump sambært ABC News, og tá sipar hann altso til, at hann hevði elskað at fingið eitt triðja forsetaskeið í USA.
Hann svaraði ongantíð spurninginum ítøkiliga, men segði nakað soleiðis:
- Um eg útiloki tað? Tað mást tú svara uppá. Alt, sum eg kann siga, er, at vit hava sera góð fólk - nakað, sum Demokratarnir ikki hava, segði amerikanski forsetin.











