Jólini verða hildin heima hjá foreldrunum

- Tað er altíð ein ávísur friður yvir jólunum - ein friður, ið vit ikki so væl duga at geva okkum stundir til aðrar tíðir á árinum, sigur Eyðstein Zachariasen

Hvar verða jólini hildin í ár?

 

- Jólini verða - eins og undanfarin ár - hildin heima hjá foreldrunum í Streymnesi.

 

Tað sigur Eyðstein Zachariasen.

 

Hvat verður etið um jólini?

 

- Jólaaftan fáa vit altíð dunnu, 1. jóladag er tað vanliga fleskasteik - og so gott ræst kjøt 2. jóladag.

 

Hevur tú eitt jólaynski?

 

- Mítt størsta jólaynski er - eins og øll undanfarin ár - at familjan er samlað á jólum og hevur tað gott. At vit njóta friðin og nærveruna, og at øll hava tað gott.

 

##med2##

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

 

- Jólini hava stóran týdning fyri meg. Bæði tí, at vit verða mint á tey kristligu virðini, og at Jesus varð føddur.

 

Eyðstein Zachariasen sigur, at tað er altíð ein ávísur friður yvir jólunum. 

 

- Hetta er ein friður, ið vit ikki so væl duga at geva okkum stundir til aðrar tíðir á árinum, leggur hann aftrat.

 

(Fleiri svar eru í VikuskiftisSosialinum - jólablaðnum - sum fæst til keyps í blaðsølunum)