Lítil viðmerking til Harry Benjaminsen

Vit báir hava helst mangt annað at takast við enn at fara undir at tveita runubløk eftir hvørjum øðrum, men tá tú skírir grein mína orðaskvaldur, ósakliga og beinleiðis ósanna, dugi eg ikki rættiliga at fylgja tær; Vígdis og Ingeborg duga helst at svara fyri seg um tær hava hug til tess. Har skal eg ikki leggja nakað afturat í løtuni.

 

Eyðbjørn Jakobsen

Havn, tann 5. juli 2001

?????????????????????


Vit báir hava helst mangt annað at takast við enn at fara undir at tveita runubløk eftir hvørjum øðrum, men tá tú skírir grein mína orðaskvaldur, ósakliga og beinleiðis ósanna, dugi eg ikki rættiliga at fylgja tær; Vígdis og Ingeborg duga helst at svara fyri seg um tær hava hug til tess. Har skal eg ikki leggja nakað afturat í løtuni.

Grein mín var skrivað sum eitt slags aftursvar til sjenskt uppsettu greinina á forsíðu Sosialsins, og sum sambært sama var íblást av Ingeborg og Vígdis.

At tjakast um formenn og nevndarlimir og hvør skal, má, ikki skal osfr. úttala seg vegna felagið fari eg at lata liggja. Við ta, at limirnir velja nevnd og formann, hevur eitthvørt felag júst tað nevnd og tann formann tað hevur uppiborið!

Um samráðingarupplegg okkara veit tú "frá álítandi keldu" at einki var niðurskrivað! Býttislig illgiting, heldur tú ikki tað sjálvur? Ella vánalig kelda.

Hetta er helst sama "álítandi" kelda sum beinleiðis av fundi hjá FA og HAK í Kollafirði (meðan verkfallið var) visti at siga frá, at tá ið Klaksvíkingar og Havnarmenn hevði skrivað undir sáttmálan, fekk Carl tvær vínfløskur (um tað var frá arbeiðsgevarum ella semingsstovni, var ikki heilt greitt) og nevndin (- um Klaksvíkingar vóru við ella ikki, visti "keldan" heldur ikki rættiliga) fór tá at ballast á Hafnia saman við semingsmonnunum.

At enda: er tað veruliga so, at FA ynskir lønarmun? Í slíkum førum verða tað altíð - tað hevur víst seg aðrastaðni og fer eisini at vísa seg her - feløgini í høvuðstaðar- og miðstaðarøkjunum sum fáa mest burturúr meðan útjaðaraøkini verða við skerdan lut.

Yvir og farin - hav eitt gott summar.