Skúlablaðið:
Aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag verður leygardagin komandi, 9. mai. Tríggir gestarøðarar flyta fram røðu, og Veðurlagsvirðislønin verður handað á sjeynda sinni.
Útivið 300 lærarar hava boðað frá, at teir vera við á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag leygardagin. Gestarøðararnir á aðalfundinum verða Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður við skúlamálum, og Rúna í Skála og Hans Harryson, námslektarar á Námsvísindadeildin. Yvirskriftin á røðuni hjá Rúnu og Hans er Námsfrøðilig teinkipausa – eitt sindur um lærarastarvið í dag og eftirútbúgvingarmøguleikar í framtíðini.
Eftir middag verður Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags handað. Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, handar veðurlagsvirðislønina.
Tveir nevndarlimir standa fyri vali; teir eru Tórhallur við Gil, sum er næstformaður í Lærarafelagnum og lærari í Runavíkar komunuskúla, og Eyðbjartur S. Skaalum, skrivari í Lærarafelagnum og lærari í skúlanum á Argjahamri. Báðir stilla upp, og av tí at eingi onnur stilla upp, eru teir afturvaldir. Á aðalfundinum skal ein fyrri tiltakslimur og ein seinni tiltakslimur veljast til nevndina.
Nevndin í Føroya Lærarafelag er Jacob Eli S. Olsen, formaður, Tórhallur við Gil, næstformaður, Jona Højsted, kassameistari, Eyðbjartur S. Skaalum, skrivari, og Bergur Samuelsen, nevndarlimur.











