enda máls at fáa fyritíðarpensionistar út á arbeiðsmarknaðin. Landsstýrismaðurin ætlar at styrkja deildina soleiðis, at tað skal vera møguligt at fáa fyritíðarpensionistar til arbeiðis. Tað er sjálvandi [...] paralellt uttan at vera forðing hvørt fyri øðrum. Tað er skilagott at styrkja Arbeiðsmarknaðardeildina á Almannastovuni soleiðis, at man har verður betri førur fyri og fær betri stundir til at fáa førleikaskerd [...] hvussu torført tað er at útvega størv til førleikatarnað fólk, tey vita hvussu strilti tað gongur, at fáa arbeiðspláss at taka slík fólk í arbeiði. Fólk, sum kenna økið vita eisini, at primera arbeiðsuppgávan
sunnudagin, og tað má sigast at vera sera flott avrik frá teimum báðum ungu súkklarunum. Ungi Dánjal Michaelsen var so óheppin at fáa pínu í ryggin, og kundi tí ikki vera við sunnudagin. Bergur og Hans eru [...] súkklað í eitt gott ár. Bergur var sera fegin um, at honum hevði eydnast at gjøgnumføra kappingina. - Hósdagin var eg fleiri ferðir við at geva upp, men eg helt á, og tað eri eg sera fegin um í dag, segði Bergur [...] súkklarin nakrantíð at gjøgnumføra Statoil Kring Føroyar kappingina, gjørdist Bergur Johansen, tá hann kom á mál við Statoil- støðina í Gundadali sunnudagin. Bergur er 13 ára gamal, og hann hevur súkklað
varandi orkukeldum. Í framtíðini fer oljuprísurin at vera so høgur, at hvørki Hetland ella Føroyar megna at fylgja við uttan at gera brúk av øðrum orkukeldum. Vit halda at okkara royndir eisini kunnu koma [...] koma føroyingum til góðar og vísir á, at tað átti at borið til at lagt orkukaðal úr Føroyum til Hetlands og víðari inn á skotska meginlandið. Johan Dahl sigur, at ferðasambandið er sjálvandi ein stórur [...] umvegis Aberdeen og Keypmannahavn komu hetlendski løgmaðurin og varaløgmaðurin seint týskvøldið til Føroya. Endamálið við ferðini er at menna samvinnuna millum Hetland og Føroyar. – Tað hevur verið ein
stað, har fólk koma inn at spæla pool ella at leggja kabalir. Tað hava vit í Margarinfabrikkini og tað riggar fínt. Tað, sum eg meini við, er at vit hava tørv á einum diskuteki og live-spælistaði, har ungdómurin [...] ungdómurin undir 18 ár kann koma saman at dansa og flippa út. Staðið skal vera opið frá kl. 22.00 til 03.30, og sjálvt tey, sum eru ávirkað av rúsdrekka, skulu vera vælkomin. Heldur hava tey innan fyri dyrnar [...] eftirlitið av vaksnum fólki, t.d. náttarravnum, sum gera eitt gott arbeiði, enn at tey ganga úti drukkin, uttan vit og skil. Tað skal vera pláss fyri øllum í Tórshavnar Kommunu. Eg havi sjálvur leingi
hittust Søljan og Neistin í høllini á Giljanesi, og teir gott og væl 100 áskoðararnir kundu staðfesta, at tær bláu úr Havn høvdu munin á heimaliðnum. Gamaní gekk tað javnt á fyrsta korterið, men tað var greitt [...] setti Neistin ferð á, og við fimm skjótum málum á rað løgdu tær seg á odda 12-6, og so var ilt at ímynda sær, at heimaliðið skuldi megna at svara aftur. Tað skal tó sigast, at Søljan gav ikki skarvin yvir [...] kvinnum í ár hevur fyrst og fremst verið um, hvørt tað verður Stjørnan ella VB, sum vinnur gull, og um tað verður Neistin ella Søljan, ið fer avstað við bronsuni. Nú sær út til, at kappingin um bronsumerkini
vtaluni fer tað í stóran mun at snúgva seg um, hvør er kappingarførur og hvør ikki er tað. - Tað verður tann, sum kann geva besta prísin, ið vinnur. Tí ræður um at vera kappingarførur fyri at fáa sum mest [...] heldur, at hon verður eitt gott amboð hjá vinnuni, serliga fiski-og alivinnuni í Føroyum. - Eg veit ikki í løtuni, hvørjar rávørur kunnu keypast og flytast á ES-marknaðin uttan toll og uttan loft. Tað vita [...] Hann heldur, at avtalan kann fáa stóran týdning fyri tey virkir tað veri seg bæði laksavirki, rækjuvirki og fiskavirki, sum hava møguleika at keypa rávøru úr eitt nú Noregi og Íslandi og flyta góðskaðu
pengarnar inn, sum tað kostar at fáa oljuna upp og lítið meira enn tað. Og tá er ikki nógv eftir at skatta. Tað kundi sæð út til, at gongdin er tann vegin. Regin Hammer vísir á, at vil illa til, og oljuprísurin [...] Regin, at tað verður avmarkað, hvat vit fáa inn av skatti frá seismikkmanningunum. Henda skattingin er kanska meira at meta sum ein roynd at testa okkara skattaskipan. -Eg haldi tað er gott, at hetta kemur [...] projekt, sum miðjar móti at finna olju og gass her. Og vit skulu sjálvandi skatta alt tað projektvirksemi, sum er í gongd á føryskum øki og harvið eisini tey, sum arbeiða við tí. Og tey, sum arbeiða her kanska
føroysku fyritøkuna. Og so mugu vit brúkarar góðtaka, at IP-telefoni krevur eitt gott internetsamband, og at tað rýkur, tá streymurin fer. So, fyri vanliga føroyingin, sum bara hevur brúk fyri at tosa sum longst [...] i, greiðir frá, at av tí, at talan er um eina internetloysn, so er treytin altíð, at sambandið hjá kundanum er somikið gott, at góðskan er hundrað prosent. - Fólk góðtaka ikki, at tað skurrar í ella brýtur [...] brýtur av. Og tað er altíð vandin, um internetsambandið ikki er nóg gott. Okkara kundar vilja lyfta hornið av og fáa gott samband beinanvegin, og tað fáa tey við fastneti. So, í løtuni er ljóðgóðskan á
orðaskifti um umhvørvi og dálking er, at Móðir Jørð hevur tað ikki gott. Altjóða samfelagið er vorðið tilvitandi um, at tað ber ikki til at halda fram at dálka við vakstrarhúsgassum, tí so fer alt út av lagi. [...] SEV andøvt ímóti so tað forslær, samstundis sum vindmylluskógir hava skotið seg upp kring alt Evropa. SEV hevur ikki gingið á odda at í at royna og at granska, sum felagið átti at havt moralska skyldu [...] ein monopolstovnur. At el-felagið nú setir fleiri vindmyllur upp er at fegnast um. Men vit eiga ikki at steðga her og í royndini at gera ett alduverk í Sandoynni. Vit eiga eisini at krøkja okkum upp í
eftirtektar og sum vit hava umrøtt í aðrari grein her í blaðnum. Eisini landsstýrismaðurin heldur, at tað er umráðandi at tryggja, at listaverkini hjá bankanum ikki fara av landinum. Hann sigur, at Mentamálaráðið [...] hann heldur, at tað er eitt frálíkt uppskot Listasavnið fær listaverkini. Jógvan á Lakjuni sigur, at Mentamálaráðið fer fyrsta dagin at koma við einum uppskoti um, hvussu vit kunnu tryggja, at listaverkini [...] grunninum hevur ikki viðgjørt málið enn og tí dugir hann ikki at siga, hvørja støðu, Fíggingargrunnurin fer at hava til áheitanin frá Listasavninum. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá sjálvari b