- Tað er eitt gott hugskot at tryggja, at listaverkini í Føroya Banka ikki enda aftur á privatum hondum.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í Mentamálum hevur tikið áheitanina frá Listasavni Føroya til eftirtektar og sum vit hava umrøtt í aðrari grein her í blaðnum.
Eisini landsstýrismaðurin heldur, at tað er umráðandi at tryggja, at listaverkini hjá bankanum ikki fara av landinum.
Hann sigur, at Mentamálaráðið arbeiðir í løtuni fyri at finna útav hvussu farast kann fram fyri at trygga at listaverkini hjá Føroya Banka verða varðveitt á føroyskum hondum.
- Ein máti kundi verið at stovna ein grunn sum fekk listaverkini.
Men hann heldur, at tað er eitt frálíkt uppskot Listasavnið fær listaverkini.
Jógvan á Lakjuni sigur, at Mentamálaráðið fer fyrsta dagin at koma við einum uppskoti um, hvussu vit kunnu tryggja, at listaverkini ikki gleppa okkum av hondum, tí í løtuni eru tey almenn ogn.
- Her eru sannar perlur og tí eiga vit at tryggja, at listaverkini ikki gleppa okkum av hondum, sigur landsstýrismaðurin.
Hann væntar, at niðurstøðan hjá Mentamálaráðnum verður, at Listasavnið fær ognarrættin til listaverkini hjá bankanum.
- Men Listasavnið hevur ikki pláss fyri teimum og tí kunnu vit væl hugsað okkum eina loysn, har tey verða hangandi í bankanum, leggur hann afturat.
Eyðun á Rógvi er formaður í Fíggingargrunninum, sum eigur bankan. Hann sigur, at nevndin í grunninum hevur ikki viðgjørt málið enn og tí dugir hann ikki at siga, hvørja støðu, Fíggingargrunnurin fer at hava til áheitanin frá Listasavninum.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá sjálvari bankaleiðsluni, áðrenn blaðið fór til prentingar.










